Forvitnislig uppliving í Haldarsvíkar kirkju

Vøkur kirkja innan, og vøkur forvitnislig altartalva. (Mynd Vagnur)

Kristi himmalsferðardag gekk leiðin til Haldarsvíkar at fylgja neistavininum Kristiani Samuelsan til gravar. Umframt at hetta var sorgblíð løtu, har 700 fólk fylgdu Kristiani, so gjørdist hetta eisini minnilig løta í aðrar mátar. Minni enn helvtin av fólkunum sluppu í kirkjuna, og tí vóru hátalarar settir uttanfyri, og vit hoyrdu væl orðini frá prestinum í kuldanum.

Eftir jarðarferðina varð boðið til ervi í Fráhaldshúsinum, men fólkini vóru so nógv í bygdini hesa løtuna, at øll sluppu sjálvandi ikki til borðs samstundis. Tí spákaðu vit eina løtu í bygdini og tosaðu um gomul góð minni. Niðri á bryggjuni boðaðu flakavirkið og saltfiskavirkið frá, at einaferð var nógv virksemi í bygdini. Ongantíð hevði eg sæð áttahyrntu kirkjuna innan, sum í 1996 fekk forvitnisliga og nýskapandi altartalvu, sum Torbjørn Olsen listamálari hevur málað. Nú var møguleikin at síggja kirkjuna innan.

Og tað má eg siga, hetta var uppliving av teimum heilt stóru. Ótrúliga vøkur og væl innrættað kirkja, har hvør fermetur kemur til sín rætt. Havi ongantíð sæð áður, at kirkjufólkið kann ganga millum vegg og kirkjustólarnar. Hetta riggaði ótrúliga væl. Nýggja altartalvan er eitt meistaraverk, sum fyllir nógv beinanvegin. Altartalvan er av kvøldmáltíðini við nógvum vøkrum litum, sum fangaði og sum fylti mest sum alla kirkjuna. Altartalvan er so vøkur og sigur nógv. Deknurin og klokkarin søgdu okkum, at bygdarfólkið var ótrúliga væl nøgt við listarverkið.

Jákup Dahl próstur vígdi í 1932 einastu áttahyrntu kirkjuna í Føroyum. Longu fyrst í 1800 talinum varð tosað um at byggja kirkju í Haldarsvík, men ikki fyrr enn í 1856 varð fyrsta kirkjan vígd í bygdini av Hammershaimb presti, men kirkjan fekk ikki skapilsið, sum uppruna ætlað, og tí varð kirkjan mest sum bygd av nýggjum í 1932.

Tvey systkinabørn hjá Kristiani vóru deknur og klokkari í kirkjuni, og teir søgdu okkum, at andlitini á altartalvuni eru kend nøvn manna millum, men listamaðurin hevði sagt, at skuldi hann fáa altartalvuni, sum hann vildi, var hetta neyðugt. Vit kendu andlitini, men tey ungu kenna bara okkurt andlit. Um hundrað ár kennir ongin andlitini.

Á veg aftur til Havnar tosaðu vit um Kristian, hvussu løgið tað var, at hann nú liggur bara hanagleiv frá heiminum. Kirkjugarðurin er millum húsini hjá Kristiani og teimum og kirkjuna. Tú sært úr vindeygunum hjá teimum beint niður á gravstaðið.

Leiðin gekk eisini niðan á vakra minnisvarðan, har vakurt útsýni er yvir bygdina. Beint við gekk eitt gásapar við nógvum ungum, sum boðaði frá nýggjum lívi. Daprar hendingar eru at lesa á talvunum á minnisvarðanum, hetta er alt partar  av  bygdasøguni. Tankarnir veruliga sveimaðu hesa løtuna. Neistavinurin er farin, vit onnur halda leiðina fram á lívsleiðini. (Vagnur)

Minnisvarðin vinstrumegin minnir okkum á daprar hendingar í bygdini. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *