Gongur væl at manna kappróðrarbátar í Miðvági

Frúgvin á ólavsøku 2004. (Mynd Álvur)

Miðvágs Róðrarfelag er virkið róðrarfelag, og tað er eydnast felagnum útvega fimm manningar til bátarnar í summar. 8-mannafarið Miðvingur er mannaður, tað sama 6-mannafarið Riddarin við monnum, 5-mannafarið Frúgvin við dreingjum og gentum og ein barnamanning við dreingjum. Jógvan Hans Hansen er formaður í felagnum, og tað hevur hann verið í nógv ár. Í ein mansaldur hevur hann verið ein av eldsálunum í felagnum. Havi hitt formannin og spyrji hann, hvussu gongur at manna bátarnar.

Jógvan Hans Hansen er formaður í Miðvágs Róðrarfelag. (Mynd Christoffer)

-Fyrst er at siga, at nevndin í felagnum ikki blandar seg uppí, hvør rør við ymsu bátunum. Vit biðja ein persón royna at manna bát, ella ein rógvari biður um ein bát. Síðani er tað viðkomandi rógvari, sum ger av hvør rør við bátunum. Rógvararnir sjálvir manna bátarnar. Vit royna, at so nógvir rógvarar úr oynni sum møguligt rógva við bátunum, men mangan er ikki nóg mikið til eina manning, tí verður farið aðrastaðni til tess at fáa bátarnar mannaðar.

-Vit skulu ikki klaga í ár, tí fimm manningar úr felagnum rógva í summar. Hetta er frálíkt, tá ið vit hugsað um, at aðrastaðni gongur striltið at manna bátar. 8-mannafarið Miðvingur er mannaður, og dótturin Sarita stýrir bátinum. Sarita hevur sjálv róð í nógv ár, men nú er hon farin aftur í rong. Umborð eru nakrir rógvarar úr oynni, og nakrir kom aðrastaðni frá.

Stór útskifting er farin fram umborð á Riddaranum, sum vann FM-heitið í fjør. Suðringarnir eru farnir umborð nýggja 10-mannafarið Suðring. Og so fegnast vit um, at Frúgvin er mannað við dreingjum og gentum, tað sá tó svart út eina løtu, men nú fer at ganga. So er tað barnamanningin við dreingjum, jú, vit eru nøgd við undirtøkuna, sigur Jógvan Hans at enda.

Riddarin á vestanstevnu í Miðvági í 2008. (Mynd Christoffer)

Róðrarfeløgini eins og onnur ítróttafeløgini standa og falla við fáum eldsálum. Eg havi kensluna av, og tey hevði eg eisini, tá ið áður skrivaði nógv um kappróður, at Miðvágs róðrarfelag er í góðum hondum. Kappróður hevur djúpar røtur í Miðvági. Minnist sum smádrongur í 50-árunum, tá ið Niclas í Koltri smíðaði fyrsta veruliga kappróðrarbátin til Miðvágs. Nýggja 8-mannafarið Miðvingar var tá í nøkur ár einaráðandi í føroyskum kappróðri. Róðrarumstøðurnar eru góðar í Miðvági við góðum neysti og harvið góðum innadura venjingartólum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *