Hondbólturin fekk ongan møguleika í Gøtu – har er ísakalt.

Teir vóru nógvir til venjingar, men hondbóltsátakið var ikki væl móttikið í kommununi og av leirvíkingum.

Í 2010 var ein av sólsskinsøgunum í føroyskum hondbólti, at tey aftur vóru farin at spæla hondbólt í Gøtu. Ein av eldsálinum Rani Hentze segði við undirritaða á heimasíðuni hjá Neistanum í 2010, at nýstovnaða hondbóltsfelagið hevði nógvar ætlanir. Nógvir spælarar vóru tá til venjingar, eisini nógvir fótbóltsspælarar, sum vildu spæla hondbólt, tá ið fótbóltskappingin liggur still. Nú tvey ár seinni havi eg aftur hitt Rana Hentze og spurt hann, hví aftur kølnaði við hondbóltinum í Gøtu?

Rani Hentze er vónsvikin um gongdina.

– Eg hevði góðar vónir í 2010, at nú kom gongd á aftur á hondbóltin í Gøtu. Vit vóru nógvir spælarar til venjingar, høvdu venjara, høvdu stuðul og høvdu útvegað okkum búnar. Men tað skuldi vísa seg, at kreftir vóru í kommununi, sum ikki vildi hoyra um hondbóltin. Navnið  GÍ er gamalt hondbóltsnavn í Gøtu, men serliga leirvíkingar hildu, at tá ið Gøta og Leirvík gingu saman um nýggja felagið Víking, so átti Víkingur navnið GÍ, og vit kundi ikki tí brúka navnið.

– Tey noktaðu okkum at brúka navnið GÍ, og skuldu vit spæla í landskappingini í 2. deild hjá monnum,  máttu vit brúka navnið Skurin. Árið eftir fór eg til skips, og tá ið eg kom aftur, var alt steðgað upp. Vit høvdu mist stuðulin, skyldaðu hallarleigu, tí vit máttu gjalda 400 krónur fyri hallartíman. Til tess at fáa skuldina burtur, mátti eg sjálvur skera kjálkar at selja, sigur Rani.

-Ótrúliga spell, tí eg hevði veruliga væntað, at nú kom gongd í hondbóltin aftur í Gøtu. Eg vil siga tað soleiðis, at orsøkin til ringu gongdina var, at vit høvdu alt ov nógvar forðingar. Tað vóru kreftir, sum yngstu hondbóltin, har piparið grør. Eg rokni ikki við, at hondbólturin fer at koma fyri seg aftur her á leiðini. Vit høvdu eisini ætlanir ungdómshondbólt, sigur ein vónsvikin Rani Hentze at enda.

Gøta er gomul hondbóltsbygd. Mamman mín, sum í næstu mánað fyllir 94 ár, spældi á ungum árum ímóti gøtukvinnum niðri við byggjuna í Gøtu. Sjálvur spældi eg bæði ímóti dreingjum úr Gøtu í 60 árunum, og seinni spældi eg mansdyst ímóti GÍ. Gøtukvinnur hava eisini spælt í bestu deildini.

Tað er heilt burturvið, nýstovnaða felagið skal gjalda 400 krónur fyri hvønn venjingartíma. Í Havn gjald feløgini 75 krónur, og í summum hondbóltsøkjum gjalda kommunurnar alla hallarleiguna hjá feløgunum, tí sum tey siga, hetta er okkara ískoyti til ungdómsvirksemið í kommununi.

Tá eg skriva greinina um GÍ hondbóltin í 2010, bað eg Rana útvega mær mynd av mansliðnum, sum tá spældi í 2. deild, og tað er myndin, tú sært omanfyri. Spell, at GÍ ikki aftur kann fóta sær í hondbóltinum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply