Argja Róðrarfelag byggir upp í neystið – Tey eru 60 rógvarar

Tey byggja upp í neystið suðureftir. (Mynd Vagnur)

Argja Róðrarfelag er gott og væl skipað róðararfelag við góðum neysti, men felagið kann ikki hýsa øllum bátunum, tí byggja tey upp í neystið. Felagið merkir eins og onnur feløg kring landið frágongd av ungum rógvarum, tí ungir rógvarar fara uttanlands. Fróði Olsen er formaður í felagnum.  Læs resten

Róðrarfelagið Knørrur eigur nógvar bátar, men fleiri bátar eru ikki mannaðir

Tólv ára gamlar gentur komnar aftur at landi. F.v.Ásbjørg, Marin, Rigmor, róðursmaðurin og formaðurin Rúni Joensen, Bryndis, Marianna og Eleina. (Mynd Vagnur)

Róðrarfelagið Knørrur heldur til í søguligum bygningin á Kongabrúnni. Í bygninginum standa trý 5-mannafør, tvey 6-mannafør, eitt 8-mannafar og eitt 10-mannafar. Fimm barnamanningar rógva í summar og tvær gentumanningar  og tvær dreingjamanningar. Eg havi spurt formannin Rúna Joensen, sum er gamal í garði innan rógving, hví tað gongur so striltið at fáa mannað størru bátastøddirnar í felagnum eins og aðrastaðni kring landið. Læs resten

Ein neistavinur úr Haldarsvík er farin

Vit hava júst vunnið steypakapping í Vestmanna. Kristian hjá Kallu við steypinum.

Sunnudagin 13. mai andaðist Kristian Samuelsen úr Haldarsvík eftir at hava verið sjúkur í rúma tíð. Kristian bleiv 63 ára gamal. Miðskeiðis í 60-árunum kom Kristian til Havnar í læru sum bilmekanikari hjá Vilhelmi Nielsen, sum tá var stór bilsøla og verkstaður, har Smyril Line í dag hevur ferðaskrivstovu. Læs resten

Kyndilsspælarin Miroslav er farin aftur til Bulgaria

Miroslav nummar seytjan við bóltinum var góður spælari og skeyt nógv mál.

Kyndil setti beint eftir kappingarlok Finn Hansson sum spælandi venjara saman við Bárði Johannessen, sum ikki skal spæla. Kyndil valdi at sleppa sær við bulgaran Miroslav á vinstra bakki fyri síðani at seta Finn Hansson sum spælandi venjara á vinstra bakki. Miroslav var góður spælari. Læs resten

Kári Nielsen gevst sum H71-venjari

Torført at finna so góðan venjara sum Kára.. (Mynd Vagnur)

H71 hevur vunnið tvey FM-heiti í søgu felagsins i bestu mansdeild, og báðar ferðir við Kára Nielsen sum venjara. FM-heitið í 2012 og FM-heitið í 2009, har Birgiri Hansen var annar venjarin. Kári hevur serligar dygdir sum venjari, tí umframt, at menn veruliga lurta eftir honum, so dugur hann so ótrúliga væl at fáa tað allar besta burturúr hvørjum spælara. Og serliga ungu spælararnir nýta gott av hesum.

Í mínari verð er Kári Nielsen serligur í føroyskum ítrótti. Hann veit so væl, hvat arbeiði skal gerast til tess at koma upp á tindin. Hann hevur roynt hetta sjálvur sum hondbóltsspælari í Kyndli, fótbóltsspælari í HB og ikki minst batmintonspælari. Drúgvar royndir hevur hann eisini bæði sum hondbóltsvenjari og fótbóltsvenjari. Nú gevst Kári í Hoyvík. Læs resten

Fyrsta boðrenning av sínum slagi í Føroyum

Hóast regn og vindur var lagið gott á fólki. (Mynd Vagnur)

Bragdið skipaði seinnapartin fyri serligari boðrenning í Havn. 202 fólk úr tretivu ymsum fyritøkum og stovnum vóru við í boðrenningini. Trý fólk frá somu fyritøku vóru í toymi, har hvør rennari rann tríggjar kilometrar. Hóast regn og fitt av vindi í R.C. Effersøesgøtu, so var lagið gott. Tey róptu á rennarar, tá ið teir nærkaðust málinum, og skiftini fóru fram. Øll kundu vera við eisini tey, sum bara gingu. Læs resten

Meiningahornið – Hví “skrottaði” Kringvarpið ítróttasendingina sunnudag?

Kringvarp Føroya má hava tilfar til tess at gera ítróttasending sunnudag. (Mynd Vagnur)

Næstaseinasta vetur hevði Kringvarp Føroya frálíka ítróttasending sunnudag seinnapart, har tikið varð í einar tveir tímar saman um ítróttatíðindi, sum fóru fram sunnudag, umframt at onnur áhugaverd ítróttainnsløg vóru í sendingini. Av og á var  eisini sagt frá hondbóltsdysti beinleiðis, har skift var millum Suna Merkistein og ymsar hallir, har hondbóltur og flogbóltur varð spældur. Trivið var eisini í ymsan útlendskan ítrótt. Frálík útvarpssending sunnudag. Men seinasta vetur var eingin sending, og eg spurdi útvarpsmann, hví Kringvarp Føroya hevði skráttað ítróttasendingini um veturin, tí ikki var fótbólturin meir enn byrjaður um várið, so var Kringvarpið har við mikrofonini. Læs resten

Maria koyrir úr Sandavági til Havnar til hondbóltsvenjingar

Maria eru fyrikomandi ungur málverji. (Mynd Vagnur)

 

Fólk, sum ikki fylgja so væl við, spurdu meg eftir FM-finalurnar hjá kvinnunum, hvør ungi neistamálverjin er, sum kom á vøllin í Klaksvík og tók trý brótskøst. Segði teimum, at málverjin eitur Maria Samuelsen og er úr Sandavági, hon er tjúgu ára gomul, gongur triðja árið í Hoydølum og spælir fyrsta árið í Neistanum. Hevði tá ongantíð tosað við unga málverjan, men tað havi eg nú.“Nú veit eg veruliga, hvat skal til av tíð og arbeiði at spæla í bestu deildini”, sigur Maria, sum er fegin um kappingarárið.

Summi fólk eru lættari at tosa við enn onnur, tá ið mann hittir tey fyrstu ferð. Hevði bara tosað í fáar minuttir við 20 ára gamla neistamálverjan Mariu Samuelsen úr Sandavági, tá eg føldi at hava kend hana altíð. Ótrúliga løtt at tosa við, óivað tí, at tú sjálvur kennir so nógv hondbóltsfólk í Sandavági, og vit tí hava nógv at tosa um. Læs resten

Fuglfirðingar fáa nýtt 8-mannafar – Gullbrandur eitur báturin

6-mannafarið Rádni úr Fuglafirði rør við kvinnum í summar. (Mynd Christoffer)

Nú stundar til fyrsta FM-róðurin á norðoyastevnu í Klaksvík, sum er leygardagin 2. juni. Sum skilst minkar bátatalið framvegis, tá ið talan er um størru bátastøddurnar. Tó eru ljósglottar, tí Sámal Hansen smíðar fuglfirðingum nýtt 8-mannafar. “Vit venja við Heiðabátinum, tí nýggi Gullbrandur er ikki klárur at flota fyrr enn viku fyri norðoyastevnu, sigur Ingi á Tórgarði ein av eldsálunum i Fuglafirði.  Læs resten

Málverjin Fríða Petersen dámdi ótrúliga væl í Íslandi

Fríða er frálíkur málverji. (Mynd Álvur)

 

Fríða er komin aftur úr Íslandi eftir at hava staðið í málinum í vetur hjá KA/Þór úr Akureyri. Fríða er farin aftur í gamla starvið sum pedagogur, og sjálvt um hon er biðin at koma yvir aftur til Ìslands, so er avgerðin ikki tikin enn. Í bestu deildini í Íslandi spæla níggju lið, KA/Þór, sum var nýtt lið í deildini bleiv nummar sjey og var bara eitt stig frá at spæla endaspæl. Tú hevur hitt Fríðu.

Tað lagaði seg soleiðis hjá neistakvinnum, at tá ið Erla Eliasen kom til Føroya at vera í eitt ár, fór Fríða Petersen til Íslands at royna nýggjar avbjóðingar. Fríða hevði júst staðið branddystir í FM-finalunum við neistakvinnum, tá ið hon tók av tilboði frá KA/Þór úr Akureyri. Spennandi avbjóðing hjá Fríðu at taka. Nú er Fríða aftur í Føroyum, og tú spyrt hana, hvussu hilnaðist í Íslandi. Læs resten