H71 hevur vunnið tvey FM-heiti í søgu felagsins i bestu mansdeild, og báðar ferðir við Kára Nielsen sum venjara. FM-heitið í 2012 og FM-heitið í 2009, har Birgiri Hansen var annar venjarin. Kári hevur serligar dygdir sum venjari, tí umframt, at menn veruliga lurta eftir honum, so dugur hann so ótrúliga væl at fáa tað allar besta burturúr hvørjum spælara. Og serliga ungu spælararnir nýta gott av hesum.
Í mínari verð er Kári Nielsen serligur í føroyskum ítrótti. Hann veit so væl, hvat arbeiði skal gerast til tess at koma upp á tindin. Hann hevur roynt hetta sjálvur sum hondbóltsspælari í Kyndli, fótbóltsspælari í HB og ikki minst batmintonspælari. Drúgvar royndir hevur hann eisini bæði sum hondbóltsvenjari og fótbóltsvenjari. Nú gevst Kári í Hoyvík.
Havi onkuntíð tosað við Kára um ítrótt, og hann stendur fyri nøkrum tankum, sum veruliga bera á mál, sjálvandi um spælarar sjálvir vilja hetta. Eg visti væl, at tá ið H71 setti Kára sum venjara, fór heilt vist nakað munagott at spyrjast burturúr. H71 hevði seinnu árini spælt í bestu deildini við Halgir Dahl Olesen mest sum einmansheri. Gongdin vendi, tá ið Kári Nielsen og Birgir Hansen tóku yvir.
Nú hevur Kári Nielsen so boðað leiðsluni í H71 frá, at hann gevst at venja besta liðið hjá felagnum. Stundir eru ikki longur til hetta krevjandi venjarastarvið.
H71 er felag í stórari menning við nógvum evnaríkum spælarum. Kann nevna, at H71 hevði fimm ungdómslið í steypafinalunum fýra dreingjalið og eitt gentulið. Stóra uppgávan hjá H71 næstu árini er at menna gentudeildirnar, so felagið kanska um nøkur er millum liðini í Sunset-deildini.
Nú verður spennandi at vita, hvør tekur yvir eftir Kára Nielsen, og um H71 ætlar sær at spæla í altjóða kappingini. Í 2009 vildi leiðslan í H71 royna henda møguleikin, tí feløg læra nógv at fyriskipað slíka luttøku, men H71spælarar høvdu aðrar ætlanir summar 2009, tí meldaði H71 ikki til altjóða luttøku. (Vagnur)


Sera sera sera keðilig tíðindir at fáa 🙁