Væl fyriskipað kvøld fyri FM-vinnarunum í Müllers pakkhúsi

Neistakvinnur settu eisini dám á kvøldið. (Mynd Kára)

 

Fyri nøkum árum síðani tók Tórshavnar kommuna stig til frálíka tiltakið at heiðra ítróttafólkum í kommununi, sum høvdu framt serligt ítróttaavrik. Vanliga verður móttøkuhúsið í Tróndargøtu nýtt, men eru bólkarnir ov stórir, verður farið oman í Müllers Pakkhús, sum er sera væl egnað til endamálið. Fríggjakvøldið vórðu FM-vinnararnir úr Neistanum og H71 og mansliðið hjá KÍF bjóðað til móttøku. Frálíkt kvøld vóru fólk samd um. Læs resten

Út av lagi vánaligt Liverpool spæl í 64 minuttir

Liverpool byrjaði við skeivum liði í gjár. (Mynd Vagnur)

Hundaðtals føroyingar fylgdu í sjónvarpi FA-cup finaluna á Wembley í gjár. Chelsea vann uppiborið finaluna, serliga takkað verið út av lagi vánaligum liverpool spæli fyrstu 64 minuttirnar. Chelsea spældi hampuliga væl, men flestu Liverpool spælararnir sýntist tyngdir av nervum, fluttu bóltin bara síðulends á egnari hálvi við Gerrardi á odda.  Læs resten

Abbasynirnir til fótbóltskapping í Sandavági

Teir stuttleiku sær óført í Sandavági. (Mynd Eyðun)

Mangt broytist. Vit spældu okkara fyrsta dyst sum trettan, fjúrtan ára gamlir, men abbasynirnir, sum eru fýra og fimm ára gamlir hava longu spælt fyrstu fótbóltskapping. Dreingirnir hava longu fingið fótbóltin í blóðið, teir spæla heima í HB-búna, Liverpoolbúna ella Barcelonabúna. Fótbóltsstylvarnir skulu eisini hava rætta merkið. Læs resten

Skúlarnir í Hoyvík halda fram við ítróttabreytini

Stórur áhugi er fyri hondbólti í Hoyvík, og umstøðurnar eru góðar. (Mynd Vagnur)

Skúlin á Løgmannabreyt og Hoyvíkar skúli hava í tvey ár samarbeitt um ítróttabreyt, har høvuðsdentur er lagdur á hondbólt. Tað vóru foreldur í Hoyvík, sum høvdu ynski at bjóða fram hondbólt sum  vallærugreinina, sigur varaskúlastjórin Hans Jón Thomsen, varaskúlastjóri í skúlanum við Løgmannabreyt.  Læs resten

Jógvan Højgaard er einsamallur eftir á borgini

Jógvan fer íðin til verka. (Mynd Vagnur)

 

Síðani 2006 hevur ein kvinnubólkur havt evstu ábyrgd at Sunset-liðnum hjá Neistanum. Kvinnubólkurin setir venjarar, útvegar møguligar spælarar, sum vanta, og útvegar stuðlar til liðið. Á samkomu eftir FM-finalusigurin í Klaksvík boðaðu Durita Hansen, Høgni Hansen og Kára á Dunga frá, at tey góvust í bólkinum. Eftir er so bara  Jógvan Højgaard, sum hevur verið trý ár í bólkinum.

Kappingarárið er av, neistakvinnur vunnu FM-heitið og gallaveistlan er avrikað í Klaksvík. Nú fara spælarar og leiðarar í summarfrí, men í huganum hjá nógvum leiðarum kring landið spøkir næsta kappingar. Nakrir venjarar eru longu settir, men enn fáa vit ikki at vita, hvørjir spælarar endaliga mynda ymsu liðini. Læs resten

Gallaveitsla í Klaksvík uttan gallakjólar

Ótrúliga góðir og vælupplagdir hondbóltsspælarar, men hvar eru gallakjólarnir? (Mynd Álvur)

Tá ið tú sást nakrar myndir í 3-2 ítróttasendingini frá gallaveitsluni í Klaksvík, so hugsaði tú, hví veitslan verður rópt gallaveitsla. Tú ímyndar tær, at tá ið tey boða til gallaveitslu, so er okkurt serligt á skránni. Tað er munur á vanligum veitsluklæðum og gallaklæðum. Hyggur tú at veruligum gallaveitslum og gallaklæðum uttanlands í sjónvarpi ella á alnótini, so eru menninir í smoking ella hvørsfall í jakka og slipsi, og kvinnurnar í longum kjóla. Læs resten

Meiningahornið – Tú stúrsaði við um Tórsdagin

Borgarstórin eigur nú at slóða fyri ókeypis hallarleigu. (Mynd Vagnur)

Um dagarnar kom mær fyri oyrað, at Tórshavnar kommuna hevði brúkt eina millión krónur í sambandi við starvfólkadag í kommununi. Hetta kundi ikki passa, tí upphæddin var alt ov stór til slíkt tiltak. Skjótur var býraðsformaðurin í fjølmiðlunum og avsannaði, at ein millión var brúkt til tiltakið. Hann vísti á, at ymsu stovnarnir í kommununi høvdu fíggjað tiltakið av egnari konto til starvsfólkarøkt. Einar 200/300 krónur fyri persónin, og hetta var sjálvandi langt frá ein millión krónur. Deilir tú eina millión við 250 krónum, so arbeiða 4000 fólk hjá kommununi? Men hetta er ikki so. Læs resten

Áki stúrir ikki fyri stóru uppgávuni at venja neistamenn

Áki vunnið fýra FM-heiti við neistamonnum. (Mynd Álvur)

-Sjálvandi veit eg, at uppgávan verður øðrvísi enn undanfarin ár hjá neistamonnum, tí so nógvir spælarar eru farnir. Vit fara inn í nýggja tíð við mest sum bara egnum spælarum úr  felagnum, sigur Áki. Hann og 400 onnur vóru til gallaveitslu í Klaksvík í gjárvkvøldið, men Áki var væl fyri seinnapartin, eg hitti hann í telefonina. Greitt er, at Finnur Hansson, Heini Hanusarson og Ári Dam eru farnir úr bólkinum. Hvat kunnu vit nú vænta av neystamonnum næsta kappingarár, men fyrst eitt sindur um Áka Mørk, sum er uppvakstin í Neistanum. Læs resten

Kappróður hevur altíð havt mín stóra og serliga áhuga

Nýggjur Havnarbátur flotaður herfyri. Ótrúliga vakurt 10-mannafar. (Mynd Vagnur)

Eg skrivaði í fyrstu greinini á www.hvannrok.fo, at tað kann gerast ógvuliga einsháttað bara at skriva um hondbólt, tá ið tú í mansaldur hevur arbeitt í ítróttinum í fjølmiðlunum tað veri seg bløðum, sjónvarpi og útvarpi.Vit vóru annars fýra persónar, sum í 2003 bygdu upp heimasíðuna www.drekin.fo , sum er heimasíðan hjá Havnar Róðrarfelag. Hetta var minniligt og ótrúliga stuttligt arbeiði. Stórur munur á hondbólti og kappóðri. Læs resten

Heini Hanusarson er givin í Neistanum

Heini skal sjálvandi spæla nøkur ár aftrat. (Mynd Vagnur)

-Sáttmálin eg hevði við Neistan er endaður. Havi einki hoyrt frá nøkrum, og sum støðan er í løtuni, spæli eg ikki næsta kappingarár, sigur Heini. Annars er Heini komin langt við venjaraútbúgving, sum hann er í holt við undir venjaraskipan í Dansk Håndbold Forbund.Tú spyrt, hví vit ikki náddu FM-finalunum. Vit mistu spælarar, og liðið var í ikki nóg góðari kropsligari venjing. Serliga fílist eg á, at ungu neistamenninir hava ikki nóg góðan hugburð, tá ið talan eru um kropsliga venjing, sigur Heini.

Heini Hanusarsson kom fyrstu ferð í Neistan kappingarárið 1999/2000, sum endaði við, at Neistin vann FM-heitið. Páll Poulsen vandi liðið, og Áki Olsen, sum kom úr VÍF, og Heini vóru høvuðskjúttar henda veturin. Heini fór so av landinum, har hann á Odense Universitet tók hjáfak í ítrótti og síðani lærdi til løgreglumann í Keypmannahavn, og í Danmark spældi hann í liguni við TMS Ringsted, Elite 3000 Helsingør og Ajax København, umframt at spæla fimm ár í næstbestu deildini. Heini kláraði seg væl í Danmark. Læs resten