Kappróður hevur altíð havt mín stóra og serliga áhuga

Nýggjur Havnarbátur flotaður herfyri. Ótrúliga vakurt 10-mannafar. (Mynd Vagnur)

Eg skrivaði í fyrstu greinini á www.hvannrok.fo, at tað kann gerast ógvuliga einsháttað bara at skriva um hondbólt, tá ið tú í mansaldur hevur arbeitt í ítróttinum í fjølmiðlunum tað veri seg bløðum, sjónvarpi og útvarpi.Vit vóru annars fýra persónar, sum í 2003 bygdu upp heimasíðuna www.drekin.fo , sum er heimasíðan hjá Havnar Róðrarfelag. Hetta var minniligt og ótrúliga stuttligt arbeiði. Stórur munur á hondbólti og kappóðri.

Tveir teldusnillingar, ein góður myndamaður og eg høvdu ábyrgdina av www.drekin.fo. Hetta var ótrúliga gevandi arbeiði, tí allir fýra gingu upp í nýggju heimasíðuna við lív og sál. 22 000 kappróðrarmyndir vóru lagdar inn og túsund greinar skrivaði eg í fimm ár. Myndamaðurin var á øllum stevnum, til hugnaløtur, útferðir, allar fundir og veitslur. Har vóru altíð ørgrynni av myndum at taka av, og heimasíðan borðreiddi við tíðindum úr øllum feløgum kring landið. Umframt at skriva á heimasíðuni, útvegaðu vit nógvan pening til tríggjar bátar og tíggju rógvumaskinur. Eg stimaði við Havnarbátinum og øðrum bátum, hetta var bara so ótrúliga spennandi og gevandi.

Nýggjur Gongurólvur bleiv flotaður í fjør. (Mynd Vagnur)

Munurin millum hondbólt og kappróður er serliga, at har eru bara rógvararnir, sum eru í bátinum. Har eru eingir eyka rógvarar, eingin er at skifta við, um rógvari gerst skaddur, sjúkur ella ikki kann koma til venjing. Hevur tú bundið teg at rógva, er at møta upp hvørja ferð. Eg stýrdi Sílinum og Ørvi, sum heilt ungur, men so tók hondbólturin yvir. Í 1996 var eg eitt kvøldið á floti, og tá róptu teir á Havnarbátinum, um eg vildi sigla við síðuna av teimum, so teir funnu ferðina. Hetta var startskotið til nógv ótrúliga góð ár saman við nógvum manningum.

Á ólavsøku 2008 gavst eg á www.drekin.fo, tí skilið var ikki nóg gott í Havnar Róðrarfelag, men nú hevur felagið fótað seg aftur bæði fíggjarliga og ítróttaliga. Eg eri farin at hjálpa felagnum eitt sindur, men hesu ferð verða mestsum bara greinar skrivaðar úr sjálvum felagnum og ikki sum áður úr øllum Føroyum. Í fjør flotaðu tey nýggja Gongurólv og herfyri flotaðu tey nýggjan Havnarbát í Álakeri, ein ótrúliga vakurt 10-mannafar.

Kappróður er ótrúliga spennandi ítróttagrein. (Mynd Álvur)Tað eru serligar minniligar kenslur, tá tú kemur Álaker, og eg má siga, at kenslurnar reikaðu, tá ið eg henda dagin sá fegnar rógvarar og nýggjan bát. Tók nakrar myndir, skrivaði tekst og legði á www.drekan.fo . Fýra ár síðani seinast, og tú hevði mest sum gloymt, hvussu tú legði inn á heimasíðuna. Síðani á ólavsøku 2008 er ikki nógv tilfar komið á heimasíðuna www.drekin.fo, tí fólk, sum duga at skriva, taka myndir, ja, eru bitin av hesum arbeiði, hanga ikki á trøunum.

Um kappróðurin í Føroyum er stutt at siga, at kappróðurin er í lítlum aldudali, tí tað vanta eldri rógvarar. 10-mannaførini, 8-mannaførini og 6-mannaførini ov fáa, meðan tað grør um gangandi fót við barnaróðrinum, sum byrjaði fyri einum átta árum síðani. Ung millum tólv og fimtan ár rógva barnaróður, og tey rógva 500 metrar. Kappingarárið hjá rógvarum er stutt, men fyrireikingartíðin er long. FM-róðrarnir sjey í tali byrja á norðoyastevnu og enda á ólavsøku. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

2 tanker om “Kappróður hevur altíð havt mín stóra og serliga áhuga

  1. Flott Vagnur!
    Hjartaliga tillukku við heimasíðuni og góðan skrivingarhug á Hvannrók(herligt navn Hvannrók)væl vitandi, hvar tað kemur frá.
    thurid

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *