Nýggja hondbóltsfelagið í Føroyum ÍA av Argjum hevur longu hátíðarhildið fyrsta stóra avrikið í felagnum, tá ið liðið vann 31-28 á SÍF í seinasta dystinum, liðið vann harvið bólk A við 18 stigum og flutti upp í 1. deild. Menn vóru fegnir um avrikið. Hitt liðið hjá ÍA í 2. deild bleiv nummar trý í B-bólkinum. Stórur áhugi er fyri hondbólti á Argjum verður sagt, og nú er bara spurningurin, hvussu kósin skal setast. Eitt er vist, tað er fólkagrundarlag Argjum fyri stórari menning, tá ið vit hugsað um onnur feløg kring landið. Men allar fyrst má nýggja hondbóltsfelagið fáa góðar venjingarumstøður, og tað er góð nýgg høll á Argjum. Vit hava sæð, hvussu fór at mennast hjá H71, tá ið felagið fekk egnu høll. Niðanfyri kanst tú lesa greinina um nýggja hondbóltsfelagið ÍA, sum eg skrivaði í HSF dystarblaðið til steypafinalurin í februar mánað. Læs resten
Kategoriarkiv: Óbólkað
Meiningahornið – Málið um Barbaru skuldi verið loyst øðrvísi
Beint fyri FM-finalurnar millum Stjørnuna og Neistan vóru vit vitni til klagumál um neistaspælaran Barbaru Braur. Niðurgerandi viðmerkingar ímóti henni vóru at hoyra í høllini í Klaksvík. Neistafólk vóru í øðini, og málið endaði við, at Neistin sendi klagu til Hondbóltssambandið. Læs resten
Fari at royna mína egnu heimasíðu
Undirritaði fer nú at royna at uppbyggja eina nýggja heimasíðu við ymsum tilfari, sum ikki er at finna á øðrum heimasíðum og øðrum miðlum. Longu frá ungum árum fekk eg áhuga at skriva um ítrótt á blaðnum 14. septembur. Hetta var gjørt í frítíðini fyrst í 80 árunum. Tá vóru ongar heimasíður ella sjónvarp, so fjølmiðlaverðin er ótrúliga nógv broytt í so máta. Læs resten
Kári Horn skal venja neistakvinnur næsta kappingarár
Neistakvinnur fingu í gjárkvøldið boð frá kvinnubólkinum, at Kári Horn skal venja neistakvinnur næsta kappingarár. Birgir Hansen gavst í vetur, og Kári Durhuus kom í hansara stað at arbeiða samani við Sigrun Mikkelsen.
Men longu fyri FM-finaludystirnar var greitt, at hvørki Sigrun ella Kári hildu fram sum venjarar. Kári Horn hevur í vetur vant VB kvinnur, hann arbeiðir á stovni í Havn, og nýggja avbjóðingin hjá Kára var at fara til Vágs nakrar ferðir um vikuna til venjingar. Hann kom so aftur til Havnar við Smyrli morgunin eftir. Hetta kundi bara lata seg gera í tøttum samstarvi við arbeiðsplássið.
Kári brennur fyri hondbóltinum, og eingin ivi um, at hann leggur alla sálina í venjingina hjá kvinnunum. Nú bíða vit bara eftir, hvør gerst hjálparvenjari, og hvør manningin er, sum Kári kemur at venja.
Claus Rasmussen gevst at venja Team Klaksvík
Í sátt og semju er leiðslan í Team Klaksvík og venjarin Claus Rasmussen givin við venjarasamstarvinum. Fíggjarliga orkan í felagnum loyvir ikki longur at hava Claus sum venjara, og Claus vil ikki koyra til Klaksvíkar fýra ferðir um vikuna og ikki fáa somu løn sum áður. Claus er ótrúliga fegin um tíðina í Klaksvík, Team Klaksvík bleiv nummar fimm í kappingini og vann øll liðini uttan KÍF. Claus heldur seg hava meira at geva føroyska hondbóltinum.
Vit er øll fegin um, at manshondbólturin í Klaksvík veruliga er komin afturíaftur undir leiðslu av Fríðini Ziskason og øðrum. Framt er frálík arbeiði í Badmintonhøllini í Klaksvík, og Team Klaksvík kann vera nøgt við kappingarárið, tí tað er ikki lætt at koma úr 1. deild í AA-deildina við nógvum óroyndum spælarum. Læs resten
Blandaðar FM-kenslur í bestu mansdeild
Í hondbólti og øðrum ítróttagreinum er altíð ein vinnari og ein tapari, tá ið spældar verða FM-finalur. Vinnarin og teirra áskoðarar eru fegnir, og taparin og teirra áskoðarar eru keddir. Soleiðis eru allar kappingar uppbygdar. Sum neistamaður kann verið líkamikið, um H71 ella KÍF vinnur FM-heitið, men eg skal vera púra erligur og siga, at eg vónaði at KÍF vann í Kollafirði seinnapartin. Og hetta sigi eg uttan at taka nakað frá H71, sum vinnur sítt annað FM-heiti í søgu felagsins. Til lukku við FM-heitinum øll tit í Hoyvík. Læs resten
KÍF og H71 vunnu sær uppiborið finaluplássini
Tað er sunnudagur fyrrapart 22. apríl, og KÍF og H71 hava spælt tveir spennandi finaludystir. H71 vann fyrra dystin í Kollafirði 21-20, og KÍF vann seinna dystin í Hoyvíkshøllini 22-21. Seinnapartin í dag spæla liðini so triðja og seinasta dystin í Kollafirði. H71 hevur vunnið FM-heitið einaferð, meðan KÍF ongantíð hevur vunnið FM-heitið. Tú kanst lesa greinina niðanfyri, sum H71 bað meg skriva í dystarblaði til finaludystin í Hoyvíkshøllini. Læs resten
Stjørnan – Neistin 27 – 32 (11-19) Neistakvinnur vóru nógv betri í Klaksvík
Eingin av okkum neistafólkum høvdu fyri vikum síðani roknað við, at neistakvinnur fóru at vinna eitt so trygt FM-heiti, sum tær hava gjørt í báðum FM-dystum mikukvøldið og í dag. Dystirnir millum liðini í vetur boðaðu frá tveimum, ja, kanska trimum finaludystum. Men so var ikki, tí neistakvinnur vóru nógv tað betra liðið. Hetta sást fyrst í Havn, og tað sást eisini seinnapartin í dag. Guðrun Horn sá dystin í dag. Læs resten
Meiningahornið – Feløg vinna ikki meistaraheitið uttan útlendskan styrk
Sá í einum blað, at Manchester city spælarin Carlos Teves forvann 250.000 krónur um vikuna, tað vil siga tvær millionir í okkara peningini, og umleið 100 milliónir um árið. Fylgir tú útlendsku fótbólti, so síggja vit, at ríkastu feløgini í øllum londum eru hvørt ár í toppinum, bara hissini undantøk er at sjá. Í mínum ungdómsdøgum var eingin peningur í føroyskum fótbólti ella hondbólti. Hissini venjari fekk samsýning at venja bestu deildirnar, hetta var so tað, men nú er peningur í fleiri føroyskum ítróttagreinum. Læs resten







