Tað er sunnudagur fyrrapart 22. apríl, og KÍF og H71 hava spælt tveir spennandi finaludystir. H71 vann fyrra dystin í Kollafirði 21-20, og KÍF vann seinna dystin í Hoyvíkshøllini 22-21. Seinnapartin í dag spæla liðini so triðja og seinasta dystin í Kollafirði. H71 hevur vunnið FM-heitið einaferð, meðan KÍF ongantíð hevur vunnið FM-heitið. Tú kanst lesa greinina niðanfyri, sum H71 bað meg skriva í dystarblaði til finaludystin í Hoyvíkshøllini.
KÍF og H71 vunnu sær uppiborið finaluplássini
Nógv kann henda í eini kapping, frá tí hon byrjaði seinast í septembur mánað í fjør, og til hon herfyri endaði 10. apríl. Mansliðini í bestu deildunum standa og falla manga við nøkrum fáum lyklaspælarum. Lið missa spælarar í summarsteðginum, og lið fáa aðrar spælarar.
Millum mannað varð roknað við, at KÍF kom óivað at vera eitt av liðnum í FM-finalunum, tí liðið hevði sama venjara og mest sum somu spælarar. Nógv var tosað um VÍF, tí har var stór tilgongd av nógvum evnaríkum spælarum. Neistamenn vóru viknaðir, tí báðir venjararnir vóru farnir, og toppskjúttin í fjør David Edvardsen var farin aftur til Danmarkar. Eingin hevði veruliga roknað við H71, StÍF og Kyndli, men alt hetta vóru gitingar fyri kappingarbyrjan.
Eftir fyrstu tvey umførini bendi einki á, at H71 megnaði at náa finaluplássi, tí liðið tapti ímóti KÍF og Team Klaksvík. Heldur vendu vit eyguni enn einaferð ímóti neistamonnum og vestmenningum. Men H71 venjarin Kári Nielsen er “vinnari” og drúgvur og góður venjari. Hann leggur stóra orku í venjarayrkið, og umframt at náa úrslitum hevur hann stóran áhuga í at menna einastaka spælaran. Og evnaríkar og góðar spælarar hevur H71, men summir eru enn nakað ungir.
Havi skrivað tað áður, at KÍF lið hevur onga veruliga stjørnu, men heldur er liðið mannað við javnt góðum spælarum. Liðið vantar veruligar langskjúttar. Liðið spælir skjótan hondbólt, og viðhvørt hevur tú varhugan av, at spælararnir gloyma taktiska uppleggið. Teir spæla mestsum við somu ferð allatíðina.
Taki ikki munnin ov fullan, tá ið eg sigi, at høvuðsorkin at H71 endaði í finaluni er fyrst og fermst útlendingurin Bogdan, sum hevur spælt ótrúliga væl í vetur. Er ikki at kenna aftur frá í fjør, og hann hevur skotið eina rúgvu av málum. Haraftrat hevur eydnast Kára Nielsen at fingið H71 verjuna at rigga ótrúliga væl. Og liðið bara styrknar, tá ið Esbern Simonsen kemur úr Danmark, og Halgir Dal Olesen tekur eitt tak av og á serliga í verjupartinum.
Vit eru í løgnu støðuni, at KÍF, sum hevur ligið trygt einsamalt á odda frá kappingarbyrjan, knappliga kann missa FM-heitið á stokkinum. Seinastu nógvu dystirnir hava víst, at H71 síðan ársskiftið stigvíst er ment sum meistaralið, meðan KÍF longu fyri mánaðum síðani gjørdist annað liðið í FM-finalunum. Kanska hevur KÍF-liðið ikki tolað at takla bíðustøðuna, liðið er viknað eitt sindur, kanska ov lítið at spæla fyri. Í mínari verð er H71 lítið favorittur at vinna sítt annað meistaraheitið í søgu felagsins. Óivað hendir tað, at meistarin verður ikki funnin fyri í triðja og seinasta dystinum í Kollafirði. Men hetta er enn einaferð bert gitingar.
Eitt kunnu vit øll vera samd um: KÍF og H71 hava uppiborið tryggjað sær finaluplássini. KÍF longu frá kappingarbyrjað, meðan dygdargott venjaraarbeiðið frá Kára Nielsen og nógvum H71 kreftum, førdi H71 eftir nýggjár á finalukós.
H71 ótrúliga góða framtíð
Tað er ávísur heiður at vera biðin at skriva nøkur orð í H71 faldaran. Havi hug at nevna, at eg meti H71 hava ótrúliga góða framtíð sum serliga dreingja- og manshondbóltsfelag. Felagið er væl skipað við góðari nevnd og nógvum tilkomnum venjarum. Fólktalið bara veksur uppi í Hoyvík og har á leiðini, so spælarartilfangið er stórt.
Ikki er av tilvild, at H71 hevði fimm ungdómslið við í steypafinalunum í februar mánað. Dreingir 10, dreingir 12, dreingir 14, dreingir 16 og gentur 12 ár. Ungdómslið hjá H71 hava eisini herfyri vunnið FM-heiti. Slík úrslit koma ikki úr ongum.
Tá ið hetta er sagt, so er torført hjá H71 at menna gentu- og kvinnusíðuna. Felagið hevði í fjør lið í 1. deild kvinnur, men liðið spældi ongan dyst í vetur. Vit skulu heilt niður í gentur 12 ár og 14 ár at finna lið, sum kunnu standa seg ímóti øðrum feløgum. Í Kollafirði er slett eingin genturhondbóltur. Má siga, at hetta er ógvuliga spell, tí sjálvandi skulu bæði H71 og KÍF eisini vera við í toppinum í føroyskum kvinnuhondbólti. Men tað kemur vónandi einaferð.
Løgið at hugsa sær, at tá ið eg sjálvur spældi í bestu deildini, vóru tað Kyndil og VÍF, sum høvdu bestu liðini. Feløgini skiftust um at at vinna FM-heitið við einstøku undantøkum. Í millumbilum beit StÍF frá sær í landskappingni og serlig í steypakappingini, men tað skortar við spælarum har á leiðini.
Í 2012 eru tað H71 og KÍF, sum mynda toppin í føroyskum manshondbólti. KÍF við nýggjari og góðari høll, og H71 við høll, sum í løtuni verður útbygd við nýggjum skiftingarrúmum og øðrum hentleikum.
At enda vil eg siga, at gomlu feløgini Neistin og Kyndil skulu ansa sær, so tey ikki gerast eftirbátur í føroyskum manshondbólti. Tey eru jú eisini byrjað at spæla hondbólt á Argjum. Tú fært ein mistanka, tá ið tú sært stigatalvurnar hjá Hondbóltssambandinum. Talvurnar lúgva ikki. Góðar finalurdystir øll somul.
Vagnur Michelsen