Blandaðar FM-kenslur í bestu mansdeild

Til lukku við FM-heitinum øll tit í Hoyvík.

Nú føli eg veruliga við KÍF spælarum og áskoðarum. (Mynd Vagnur)

Í hondbólti og øðrum ítróttagreinum er altíð ein vinnari og ein tapari, tá ið spældar verða FM-finalur. Vinnarin og teirra áskoðarar eru fegnir, og taparin og teirra áskoðarar eru keddir. Soleiðis eru allar kappingar uppbygdar. Sum neistamaður kann verið líkamikið, um H71 ella KÍF vinnur FM-heitið, men eg skal vera púra erligur og siga, at eg vónaði at KÍF vann í Kollafirði seinnapartin. Og hetta sigi eg uttan at taka nakað frá H71, sum vinnur sítt annað  FM-heiti í søgu felagsins. Til lukku við FM-heitinum øll tit í Hoyvík.

Orsøkirnar eru nógvar, at eg havi hesar tankar. Eg metti H71 sum lítlan favoritt, tí úrslitini seinastu tveir mánaðirnar hava sýnt hetta, men tað skuldi tó spælast tríggir finaludystir, áðrenn FM-vinnarin varð funnin. Liðini spældu tríggjar dystir, og bara eitt mál á muni í øllum trimum dystunum. Sig so tað.

Men aftur til mínar KÍF kenslur. Eg føli veruliga við KÍF-spælarum, tí liðið hevur alla kappingina ligið trygt á finalukós og bara bíða eftir FM-finalunum. Varð spælt eftir skipanini, vit spældu eftir á sinni, so var KÍF fyri langari tíð síðani FM-vinnarin. Tí má vera ótrúliga hart og kensluborið hjá KÍF-spælarum og leiðarum at svølja júst at tapa triðja FM-finaludystin á heimavølli og bert við einum máli.

Vit hava gjøgnum árini roynt nógvar skipanir bæði við ovari og niðaru bólkum fyri síðan at spæla finalurundir. Nú hava vit hesa skipan, har kappingin endar við einum FM-finalubrakið. Gott fyri fjølmiðlar og áskoðarar, men hetta kann gerast strevið fyri spælarar, tí eitt lið, sum hevur liðið trygt á finalukós kann tapa finaluumfarið. Hetta er hent fleiri ferðir seinnu árini, og lið hava eisini styrkt seg seinastu umførini við tildømis spælarum úr Danmark til tess at vinna FM-heitið. KÍF hevur jú spælt 24 dystir og lá trygt nummar eitt áðrenn finalurnar. Tí føli eg veruliga við KÍF. Vit kunnu øll vera samd um, at her okkurt, sum ikki ruggar heilt rætt. Hjá kvinnunum vann sama liði FM-heitið, sum eisini vann grundspælið.

Hvat er so til at taka? Tað er bara vinnarin av FM-finaluumfarinum, sum fær nakað. Hitt liðið fær einki. Vit áttu at syrgt fyri, at vinnarin av grundspælinum fekk eitt ella annað fyri dygdaravrik í kappingarárinum, so lið í seinasta enda ikki kunnu koma at standa eftir við ongum. Tildømis 100.000 krónur til venjingarlegu uttanlands ella annað finaluplássið í steypafinaluni. Hetta áttu vit at umhugsað.

Í Danmark er soleiðis, at liðið, sum vinnur grundspælið, eigur annað plássið hjá dønum í altjóða kappingini fyri meistaralið. Hetta er eisini fíggjarlig inntøka hjá feløgunum. Haldi, at okkara FM-kapping í bestu deildunum eigur at endurskoðast enn einaferð. Tí vit kunnu broyta kappingina til tað betra. Millum annað gera nakað burturúr, tá ið grundspælið er liðugtspælt. Núverandi skipan er annars góð burtursæð, at tú fært einki at vinna stóra grundspælið við 24 dystum. Hetta mugu vit fáa broytt longu til næsta kappingarár. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

En tanke om “Blandaðar FM-kenslur í bestu mansdeild

  1. Eg haldi, at ein meistarkapping per definitión er ein kapping, har liðini spæla úti og heima móti hvørjum øðrum (einaferð ella, sum er, tvær ferðir). Vinnarin av eini slíkari kapping er meistari.
    Um tað er ov stórur munur á liðunum, so meistarin er funnin “ov tíðliga”, so má okkurt annað gerast – hini liðini mugu taka seg um reiggj.
    Finalur verða leiktar í steypakappingum o.líkn.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *