Í sátt og semju er leiðslan í Team Klaksvík og venjarin Claus Rasmussen givin við venjarasamstarvinum. Fíggjarliga orkan í felagnum loyvir ikki longur at hava Claus sum venjara, og Claus vil ikki koyra til Klaksvíkar fýra ferðir um vikuna og ikki fáa somu løn sum áður. Claus er ótrúliga fegin um tíðina í Klaksvík, Team Klaksvík bleiv nummar fimm í kappingini og vann øll liðini uttan KÍF. Claus heldur seg hava meira at geva føroyska hondbóltinum.
Vit er øll fegin um, at manshondbólturin í Klaksvík veruliga er komin afturíaftur undir leiðslu av Fríðini Ziskason og øðrum. Framt er frálík arbeiði í Badmintonhøllini í Klaksvík, og Team Klaksvík kann vera nøgt við kappingarárið, tí tað er ikki lætt at koma úr 1. deild í AA-deildina við nógvum óroyndum spælarum.
Team Klaksvík byrjaði ótrúliga væl nú farna kappingarár. Longu 12. oktobur í fjør vann Team Klaksvík á H71 29-25, fýra dagar seinni javnleik 22-22 ímóti Kyndil, vann fjúrtan dagar seinni 33-27 á VÍF og javnleikir ímóti bæði Neistanum 27-27 og ímóti StÍF 22-22. Eina flúgvandi byrjan hjá Team Klaksvík.
Liðini stóð seg tó ikki so væl í seinnu hálvu, sjálvt um liðið vann á Neistnum og fekk onnur góð úrslit. Ein av orsøkunum var, at annar útlendingurin mátti fara heim í februar mánað, og spælarahópurin ov lítil. Men hvussu var tíðin í Klaksvík?spyrja vit Claus Rasmussen.
-Lat meg siga beinanvegin, at mær hevur dámað ótrúliga væl at vant Team Klaksvík. Tað hevur verið stuttligt og spennandi, og spælararnir hava verið ótrúliga góðir at fingist við og harvið leiðslan í felagnum. Trupulleikin hjá okkum var, at vit høvdu ov fáar spælarar til at taka, og so fór annar útlendingurin eisini heim í februar mánað. Haldi vit kunnu vera stoltir av kappingarárinum, tí vit vunnu jú øll liðini uttan KÍF, og tvey lið vóru niðanfyri okkum við kappingarenda.
-Nú gevist eg í sátt og semju í Klaksvík, tí fíggjarliga orkan hjá felagnum ikki loyvir at hava meg sum venjara. Tú spyrt, um tað er strevið at koyra so nógvar ferðir til Klaksvíkar og aftur, tí heilt nógvir tímar verða brúktir til fyrireiking, venjing, koyring og dystir. Eg havi ikki følt tað soleiðis, men havi verið eitt sindur ørkymlaður, at spælarahópurin allatíðina var ov lítil. Hópurin toldi ikki, at menn fóru at spæla fótbólt, kanska onkur skaddur, og at annar útlendingurin fór av landinum.
-Vit skulu minnast til, at nógvir av spælarunum í Team Klaksvík hava nógv at læra til tess at spæla í bestu deildini. Nógvir hava ikki spælt so leingi. Nú gevist eg í Klaksvík, men eg skal framvegis venja kvinnulandsliðið og U23 kvinnulandsliðið. Føli meg framvegis at hava nógv at geva føroyskum hondbólti. Havi tann hugburð, at so leingi eg venji kvinnulandsliðini, venji eg ikki Sunset lið, tí misskiljingar kunnu uppstanda, um so er.
-Hvat eg nú fari at fáast við, veit eg ikki rættliga, kanska venja okkurt ungdómslið. Mær dámar ógvuliga væl at arbeiða sum venjari, sigur Claus at enda.
Vit onnur fara framhaldandi at halda vakið eygað við Team Klaksvík, sum var so kærkomið í bestu deildina. Sjálvandi skal Klaksvíkin bæði hava manslið og kvinnulið í bestu deildini. Venjingarumstøðurnar við tveimum hallum eru jú sera góðar bæði hjá Team Klaksvík og Stjørnuni. (Vagnur)


Takk fyri eitt fantastiskt ár, Claus.
Tú hevur gjørt eitt stórt arbeiði í Klaksvík. Tú hevur ment leikararbar sera nógv í ár, og tú hevur nógv at geva føroyskum hondbólti í framtíðini.
Eg vil persónliga takka tær fyri hettar kappingarárið, at tú gav mær kjansin. Vit hava koyrt saman til venjing eini 3-4 ferðir um vikuna, har bæði álvara og skemt hevur verið at tosað um. Hettar er fyrsta árið, eg havi vant undir tær, og eg eri sera takksamir fyri tað,títt arbeiðið og tín persón.
Herfrá skal ljóða ein stór tøkk til tín og familjuna, og alt tað besta í framtíðini:)
Til Vagnur, saknur hevur verið í tíni skriving. Ein fín heimasíða, og eg gleði meg at lesa hvønn dag, serliga um hondbólt:).
vh
Levi
Takk fyri Claus
Takk fyri eina super tíð saman í Klaksvík Claus, 🙂 tú hevur virkuliga fingið gongd í TK. og flutt liðið upp á eitt heilt annað niveau.
Tað var deiligt at blíva skumpaður orrduliga ígongd við hondbóltin aftur, tú hevur lært meg nógv nýtt og givið mær nógv, eg kan arbeiða víðari við í framtíðini.
Vh
Jóhan