ÍA av Argjum fluttu upp í næstabestu deildlina – 1. deild menn

Fólkagrundarlag er til stórt hondbóltsfelag á Argjum, men tá er høll neyðug. (Mynd Vagnur)

Nýggja hondbóltsfelagið í Føroyum ÍA av Argjum hevur longu hátíðarhildið fyrsta stóra avrikið í felagnum, tá ið liðið vann 31-28 á SÍF í seinasta dystinum, liðið vann harvið bólk A við 18 stigum og flutti upp í 1. deild. Menn vóru fegnir um avrikið. Hitt liðið hjá ÍA í 2. deild bleiv nummar trý í B-bólkinum. Stórur áhugi er fyri hondbólti á Argjum verður sagt, og nú er bara spurningurin, hvussu kósin skal setast. Eitt er vist, tað er fólkagrundarlag Argjum fyri stórari menning, tá ið vit hugsað um onnur feløg kring landið. Men allar fyrst má nýggja hondbóltsfelagið fáa góðar venjingarumstøður, og tað er góð nýgg høll á Argjum. Vit hava sæð, hvussu fór at mennast hjá H71, tá ið felagið fekk egnu høll. Niðanfyri kanst tú lesa greinina um nýggja hondbóltsfelagið ÍA, sum eg skrivaði í HSF dystarblaðið til steypafinalurin í februar mánað.

120 spælara hondbólt við nýggja felagnum ÍA á Argjum 

Nýggja hondbóltsfelagið hevur fingið nógv størri undirtøku, enn vit nakrantíð høvdu droymt um, og venjingarumstøðurnar eru góðar í nýggja skúlanum á Hamrinum, sigur formaðurin Kristian Martin Skála.

Í sambandi við steypahátíðardagarnar um vikuskiftið er gott høvi at bjóða nýggja hondbóltsfelagnum ÍA av Argjum vælkomið í hondbóltsfamiljuna. Størsta hondbóltsátakið hjá Hondbóltssambandinum seinnu árini er, at HSF skipar fyri U8 kappingum kring landið, og at tey ungu nú eisini spæla steypafinalur undur eins góðum umstøðum og tey vaksnu. Tey vaksnu spæla leygardag, og tey ungu sunnudag allir dystir dømdir av AA-dómarum.

Heili 46 U8 lið spældu í Hoyvíkshøllini leygardagin 4. februar, har nýggja felagið ÍA av Argjum møtti við fýra liðum. Umráðandi er, at vit fáa enn fleiri at spæla hondbólt í Føroyumt, tí ynskja vit  nýggja hondbóltsfelagnum ÍA av Argjum hjartaliga vælkomið í hondbóltsfamiljuna.

Kristian Martin Skála formaður er bjartskygdur. (Mynd Vagnur)

Tað eru teir fýra Kristian Martin Skála, Martin Mørk, Nicolei Balle og Michael Viderø, sum hava stovnað nýggja felagið. Kristian Martin spældi í H71, Martin í Neistanum og Nicolei og Michael í Kyndli, teir eiga sjálvir børn í nýggja felagnum.

Nýggi stásiligi skúlin á Hamrininum við ótrúliga útsýninum er heimstaðið hjá nýggja felagnum. Í skúlanum er dupult fimleikahøll, sum hevur breiddina á hondbóltsvølli, men ikki røttu longdina. Men venjingarumstøðurnar eru ótrúliga góðar, bara spell, at vøllurin ikki hevur fulla longd. Havi hitt formannin í nýggja felagnum Kristian Martin Skála, og hann er ótrúliga væl nøgdur og bjartskygdur um góðu byrjunnargongdina.

– Argjadreingir mannaðu seinasta kappingarár eitt lið í Neistanum og eitt í Kyndli, og so hugsaðu vit bara um at byrja í smáum við báðum liðunum í nýggja felagnum. Hetta vóru eisini dreingir hjá okkum sjálvum, men tað vísti seg skjótt, at stórur áhugi var at sleppa at spæla hondbólt á Argjum, nú nýggja felagið fór at halda til í skúlanum á Hamrinum.

– Eftir stuttari tíð eru vit vorðin 120 spælarar í felagnum. Vit hava frá byrjan lagt dent á ikki at veksa um felagið, uttan leiðarar eru til ymsu liðini, tí eru tað higartil bara dreingir og menn, sum eru við í FM-kappingini. Tvey lið dreingir 10 ár, tvey lið dreingir 12 ár, eitt lið dreingir 14 ár og eitt lið dreingir 16 ár. Harumframt eru tvey manslið í 2. deild. Gentur vísa nú eisini áhuga, og eingin ivi eru um, at longu næsta kappingarár spæla eisini gentulið av Argjum, sigur Kristian Martin.

Góðar venjingarumstøður

Kristian Martin og eg eru nú staddir í nýggju snotuligu fimleikarhøllini, og har eru sanniliga góðar venjingarumstøður. Ljóst og hugnaligt, men tíverri ikki heilur hondbóltsvøllur, men góðar umstøður at venja allar tekniskar venjingar í hondbóltsspælinum. Eg hugsaði við mær sjálvum, at nú gjørdi Tórshavnar kommuna sama brølara sum í Hoyvíkshøllini, har man bygdi høll við ov fáum áskoðaraplássum, men sum eg skilji á lagnum, so kostaði ov nógv at byggja ítróttahøll aftrat skúlanum á Hamrinum. Man ikki nýggj ítróttahøll  koma á Argjum um ikki so langa tíð? Einaferð var ætlanin byggja høll við fótbóltsvøllin.

– Vit eru nøgd við venjingarumstøðurnar, hava tveir heilar dagar í skúlanum, tveir tímar í Hoyvíkshøllini og ein tíma í høllini á Hálsi. Spakuliga byrja foreldur, sum búgva á Argjum og hava áður spælt hondbólt, eisini at traðka til, og hetta er alneyðugt, skulu vit víðka um felagið. Eg føli veruliga, at fólk nú rætta okkum armin og vilja stuðla á ymsan hátt.

– Vit eru einastandi væl nøgd við byrjanina í felagnum, og vit hava longu skipa fyri fyrsta dómaraskeiðnum,  so vit fáa spælarar og fólk annars at døma dystirnar. Haldi, tað er vert at nevna at enda, at einir 75 % av ungu spælarunum hava ikki áður spælt hondbólt. Teir eru ikki farnir til Havnar at spæla hondbólt, men nú nýtt felag er stovnað á Argjum og venjast kann í nýggja skúlanum, halda teir seg til. Hesir spælarar komu kanska ongantíð at spæla hondbólt, varð nýggja felagið ikki komið á Argjum, sigur bjargskygtur og væl nøgdur formaðurin at enda.

                                                                  Hjartasuff

Fimleikarhøllin hevur fulla breitt av hondbóltsvølli men ikki fulla longd, tíverri. (Mynd Vagnur)

Í dag og í morgin er hátíðardagar hjá hondbóltinum. Leygardag spæla kvinnuliðini hjá Stjørnuni og VB og mansliðini hjá H71 og Neistanum steypafinalur. Sunnudag spæla tey ungu steypafinalur. Øll eru spent, karmarnir ótrúliga góðir, lagið gott og øll gleða seg.

Men í kjalavørrinum á hátíðardegnum uppliva vit enn einaferð klagu í steypakappingini. Felag klagar annað felag, tí tað hevur brúkt ólógligan spælara. Felagið fær ikki viðhald, tí lógarverkið er ikki nóg gott í HSF, sigur aganevnd. Soleiðis var eisini, tá ið vit spældu steypakapping fyri mansaldri síðani. Minnist meira enn eitt dømi, har spælarar í bestu deildini vóru slignir út úr steypakappingini, men spældu tó nakrar vikur seinni steypafinalu. Feløgini vóru snildari enn lógarverkið í HSF.

Gleðiligt at hoyra, at HSF formaðurin í fjølmiðlunum  sigur, at nú skal lógarverkið eisini í steypakappingini fáast á pláss. Mín vón er, at tað í framtíðini verður soleiðis, at spælari, sum er sligin út úr kappingini, ikki kann spæla á øðrum liði hjá felagnum í steypafinaluni. Hetta er sjálvandi minsta krav, tí annars undirgrava vit allan moral í steypakappingini. Ella rættari sagt, at spælari kann bara spæla á einum liði í steypakappingini. Og so mugu vit fáa burtir ivan um spæliloyvið, tá ið spælari fer uttanlands, men spæliðloyvið liggur eftir í Føroyaum. Fáa vit hetta á pláss er nógv vunnið.

Góðar steypafinalur øll somul.

Vagnur Michelsen

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

En tanke om “ÍA av Argjum fluttu upp í næstabestu deildlina – 1. deild menn

  1. Flott Vagnur, at tú gevur okkara átakið ans. Eingin ivi um, at slíkar greinar eggja og stimbra okkum at halda áfram hondbóltinum á Argjum at frama. Takk skalt tú hava fyri tað. Tað vildi verið ynskiligt, at sama eggjan og stimbran kom frá Sambandinum hjá okkum. HSF hevur sum visión at breiða út hondbóltsspælið út um allar partar av landinum, men hóast hetta, hava vit ikki fingið stórvegis aðra reaktión enn eina ypta øksl frá HSF.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *