![Ùtlendskur styrkur](https://www.hvannrok.fo/wp-content/uploads/2012/05/Ùtlendskur-styrkur.jpg)
Sá í einum blað, at Manchester city spælarin Carlos Teves forvann 250.000 krónur um vikuna, tað vil siga tvær millionir í okkara peningini, og umleið 100 milliónir um árið. Fylgir tú útlendsku fótbólti, so síggja vit, at ríkastu feløgini í øllum londum eru hvørt ár í toppinum, bara hissini undantøk er at sjá. Í mínum ungdómsdøgum var eingin peningur í føroyskum fótbólti ella hondbólti. Hissini venjari fekk samsýning at venja bestu deildirnar, hetta var so tað, men nú er peningur í fleiri føroyskum ítróttagreinum.
Vit skulu aftur í 80 árini, tá ið peningur spakuliga sníkti seg í føroyskan ítrótt og serliga í fótbóltin, men í hondbólti eru fáir løntir spælarar. Feløg fáa sjálvandi nakað við at gjalda samsýningar, men tú missir eisini nakað. Felagsandin millum teir ungar spælarar ikki hin sami sum áður, tí spælarin fer, har úrtøkan er størst. Eins og í øðrum londum, lata tey smáu feløgini spælarar til tey størru og ríkari feløgini, tí tey hava meira at bjóða. Hetta fer fram um allan knøttin.
Í flestu bóltfeløgum er stórur gjøgnutrekkur av nevndarlimum. Tey kom braneggjaði í nevndinar og vilja eina rúgvu, men tey finna skjótt út av, at nevndararbeiðið snýr seg fyrst og fremst um at útvega so nógvan pening sum tilber. Hetta eydnast væl hjá summum feløgum, og sum duga væl at stýra tí fíggjarliga, men í summum feløgum kann ganga av skriðuni.
Feløg fara mest sum av knóranum, fólk fara úr nevndunum, og onnur taka um endan. Seinastu árini hava vit verið vitni til fleiri slík dømi. Eg virði tey fólk, sum alment fara í fjølmiðlarnar og siga, at felag okkara megnar ikki slíka kós, vit mugu hálsa um. Vit minnast øll trongu støðuna á Argjum í AB, sóu tað í Klaksvík í KÍ, og bæði HB og B36 í Havn hava verið í somu støðu bara at nevna nøkur dømi.
Tað hugaliga er, at feløg kunnu mennast á annan hátt, tá ið fíggjarorkan knappliga er skerd. AB fór niður í næstbestu deildina at fóta sær aftur, men longu nú er felagið á veg aftur í bestu deildina. KÍ byrjaði av nýggjum við ungum evnaríkum spælarum, meðan gomlu stjørnurnar fóru í onnur feløg. KÍ fótar sær væl í bestu deildini, tá ið vit hugsa um, at liðið er mannað við ungum bíligum spælarum. Vit tosa um mansfóltbólt.
Útlendingar mynda hondbóltin
Tað er einki dulsmál, at torført er at vinna meistaraheitið í bestu hondbóltsdeildum uttan útlendskan styrk. Feløgini missa so nógvar ungar evnaríkar spælarar, sum fara uttanlands í lestrarørindum, at skal felagið sleppa upp á tindin, má útvegast útlendskur styrkur ella fáa toppspælarar úr øðrum føroyskum feløgum. Og útlendingarnir flestir hava myndað og sett dám á føroyska hondbóltin seinastu fimtan árini og serliga í Sunset deildini.
Team Klaksvík kom í besu deildina, útvegar sær góðan føroyskan málverja og tveir útlendingar. Nýggja liðið í Atlantic deildini Team Klaksvík vinnur á øllum hinum liðunum uttan tí eina. Í kvinnudeildini hava útlendingar gjørt av, hvar FM-heitið er endað seinastu fimtan árini. Ioana Rapa úr VÍF, Lotte Sørensen úr Kyndli, Simona Petersen úr Stjørnuni, Adina Petrea úr Tjaldri, Barbara Brauer úr Neistanum bara at nevna nøkur nøvn.
Fara vit til mansdeildina, so vann H71 ikki FM heitini i 2009 og 2011 uttan útlendskan styrk, tað sama við Neistanum í 2011 og 2012, og vit sóu, hvussu neistamenn viknaðu, tí David Edvardsen fór av landinum aftur.
Øll hondbóltsfeløgini hava roynt at fingið sær útlendskan styrk, og tað vísir seg, at tú vinnur ikki FM-heitið í bestu hondbóltsdeildunum uttan útlendskan styrk. Felag kann hava frálíkt lið, men so vantar ein góður málverji ella ein góður høgri bakkur. Loysnin; vit fara uttanlands eftir spælaranum.
Øll feløgini hava somu møguleikar, men tað er fíggjarorkan hjá einstaka felagnum, sum ger av, hvussu stór upphædd kann brúkast til útlendskan styrk.
Feløg royna seg mangan í nøkur ár við útlendskum spælarum, men so sansar at í peningaskjáttuni. Feløg boða tá frá, at nú “satsa” vit á egnar spælarar, men hartil er at siga, at tú vinnur ikki meistaraheitið bara við egnum spælarum, tí feløgini missa so nógvar evnaríkar spælarar, sum útbúgva seg uttanlands.
![Ùtlendskur styrkur jogo](https://www.hvannrok.fo/wp-content/uploads/2012/05/Ùtlendskur-styrkur-jogo.jpg)
Eg havi tó varhugan av, at mansliðið hjá vestmenningum við Jan Ottosen sum venjara møguliga kann vinna FM-heitið komandi kapping bara við vestmenningum á liðnum . Á VÍF liðnum eru nógvir evnaríkir spælarar, og nakrir eldri spælarar, sum tó dragast við skaðar. Spennandi at fylgja við, hvussu liðini í bestu hondbóltsdeildunum er mannað til kappingina komandi.
Tá ið alt omanfyri er sagt, so hava útlendsku spælararnir givið føroyskum hondbólti nógv. Nýggjan íblástur og nýggjar hondbóltstankar. Tó vil eg nevna, at flestu útlendsku spælararnir vikna í føroysku kappingini, tí teir eru ikki vanir at venja um kvøldið og samstundis hava fulltíðarstarv úti í býnum. Fleiri teirra koma frá heilt øðrum venjingarumstøðum í heimlandinum. Venja fyrrapart og seinnapart og einki fulltíðarstarv í býnum. Og tað er himmal víður munur. (Vagnur)