Síðani 2006 hevur ein kvinnubólkur havt evstu ábyrgd at Sunset-liðnum hjá Neistanum. Kvinnubólkurin setir venjarar, útvegar møguligar spælarar, sum vanta, og útvegar stuðlar til liðið. Á samkomu eftir FM-finalusigurin í Klaksvík boðaðu Durita Hansen, Høgni Hansen og Kára á Dunga frá, at tey góvust í bólkinum. Eftir er so bara Jógvan Højgaard, sum hevur verið trý ár í bólkinum.
Kappingarárið er av, neistakvinnur vunnu FM-heitið og gallaveistlan er avrikað í Klaksvík. Nú fara spælarar og leiðarar í summarfrí, men í huganum hjá nógvum leiðarum kring landið spøkir næsta kappingar. Nakrir venjarar eru longu settir, men enn fáa vit ikki at vita, hvørjir spælarar endaliga mynda ymsu liðini.
Jógvan Højgaard hevur í løtuni einsamallur ábyrgdina av neistakvinnum, tí Durita Hansen, Høgni Hansen og Kára á Dunga takkaðu fyri seg á samkomu eftir seinasta FM-dyst. Í 2006 settu tey Inga Olsen sum venjara, og tað eydnaðist neistakvinnum hetta árið at vinna steypakappingina. Neistin hevði einki vunnið síðani FM-heitið í 1997.
Jógvan Højgaard hevur ikki spælt hondbólt sjálvur, men konan Kára á Dunga er drúgv neistakvinna, og báðar genturnar í húsinum spæla við Neistanum. Jógvan spældi fótbólt og róði við Havnarbátinum, har hann vann FM-heiti. Tú spyr Jógvan, um tað er stórt arbeiði at vera í kvinnubólkinum.
– Tað er stutligt og til tiðir strevið. Uppgávan hjá okkum bólkinum er fyrst og fremst at tryggja neistakvinnum góðar karmar. Vit seta venjarar, útvega møguligar spælarar, sum vanta og útvega stuðlar til liðið. Umráðandi er, at vit í bólkinum eisini eru sjónlig. Vit fylgja venjingum av og á og síggja mest sum allar dystirnar.
– Hetta er stuttligt arbeiði, men eisini til tíðir strevið. Sjálvandi er alt lættari, tá ið gongst væl í hond sum tildømis í vetur. Ógvuliga góður stemningur var millum kvinnurnar. Liðið og harvið einstaku spælararnir eru nógv mentir seinastu tvey árini. Kvinnurnar eru allar fittar og hava stríðs fyri sakini, sum so gav endaligt úrslit við FM-heitinum í Klaksvík.
-Tað stendur væl til við kinnuliðum og gentuliðum í Neistanum, og nógvir góðir spælarar eru á veg. Vit høvdu ynski og løgdu eisini ætlan um at fáa so nógvar sum møguligt av okkara egnu spælarum á besta liðið, men á nøkrum plássum mást tú fáa styrk uttanífrá, skalt tú fáa liðið at rigga og náa toppin, sigur Jógvan.
-Eg havi tikið uppgávuna uppá meg, tí tað er ógvuliga óheppið, um øll fýra fóru úr bólkinum í senn. Vóni at finna onkran aftrat mær, men eg eri longu farin til verka. Ov tíðliga er at siga, hvussu neistaliðið sær út, tá ið vit byrja eftir summarsteðgin, tó er greitt, at málverjin Erla Eliasen fer aftur til Danmarkar og Barbara heldur fram. Uppgávan hjá mær er at finna ein málverja aftrat.
-Neistakvinnur hava riðið á einari góðari og tryggari bylgju í vetur, men onkuntíð spældu tær ikki nóg væl, og tá er ikki altíð stuttligt at vera ein av ábyrgdarfólkunum. Hetta er alt partur at ítróttinum, tað gongur jú ikki altíð eins væl alla tíðina. Eg kann enda við at siga, at tú gerst eykaáhugaður í hondbóltinum, tá ið báðar genturnar í húsinum spæla, og konan er íðin neistakvinna, sigur Jógvan at enda.
Enn hava vit bara frætt um málverjan Erlu Eliasen, sum fer aftur til Danmarkar, men enn er stutt fráliðið. Kanska kemur Fríða aftur úr Ìslandi? Eingin ivi um, at neistakvinnur spæla eisini í toppinum næsta kappingarár. (Vagnur)
