Gallaveitsla í Klaksvík uttan gallakjólar

Ótrúliga góðir og vælupplagdir hondbóltsspælarar, men hvar eru gallakjólarnir? (Mynd Álvur)

Tá ið tú sást nakrar myndir í 3-2 ítróttasendingini frá gallaveitsluni í Klaksvík, so hugsaði tú, hví veitslan verður rópt gallaveitsla. Tú ímyndar tær, at tá ið tey boða til gallaveitslu, so er okkurt serligt á skránni. Tað er munur á vanligum veitsluklæðum og gallaklæðum. Hyggur tú at veruligum gallaveitslum og gallaklæðum uttanlands í sjónvarpi ella á alnótini, so eru menninir í smoking ella hvørsfall í jakka og slipsi, og kvinnurnar í longum kjóla.

Á myndunum frá gallaveitsluni í Klaksvík vóru nógvar kvinnur slett ikki í gallakjólum men heldur í alt ov smáum kjólum, sum betur hóska til eitt DJ-show. Tá ið summar reistust frá borðinum, so varð hála í her og har, tí kjólin var alt ov lítil. Vakrir ungir hondbóltsspælarar, men nógvir av kjólunum hóskaðu slett ikki til navnið “gallaveitsla”.

Veruligir gallakjólar, sum rógvarar úr Eysturoynni sjálvir seymaðu. (Mynd Christoffer)

Mótin er lítið og einki broyttur hjá ungu monnum seinastu hálvhundrað árini, tí teir hava altíð verið  í hvítari skjúrtu og slipsi upp undir øsina, men eg haldi, at mótin hjá kvinnunum er broyttir til verra. Kvinnur í ov alt lítlum og alt ov stuttum kjólum. Ikki í familju við gallabúna.

Haldi, at hondbóltsfólk skulu broytt navnið frá gallaveitslu til ungdómsveitslu, tí veitslan uppfyllir slett ikki krøvini til navnið gallaveitsla. Eingin ivi er um, at tey 400 ungu høvdu tað ótrúliga stuttlig í Klaksvík, har spælarar vórðu heiðraðir fyri dygdiravrik á vøllinum. Alt gott um tað, men vit skulu ikki bara taka útlendsk orð í mál okkara sum tildømis “galla”, og so leggja okkara egnu virðir í orðið. Omanfyri síggja vit eisini fimm róðrarkvinnur úr Eysturoynni, sum høvdu seymað sær gallakjóla til róðrargalla í 2008 í HB-húsinum. Hetta er veruligir gallakjólar. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *