Út av lagi vánaligt Liverpool spæl í 64 minuttir

Liverpool byrjaði við skeivum liði í gjár. (Mynd Vagnur)

Hundaðtals føroyingar fylgdu í sjónvarpi FA-cup finaluna á Wembley í gjár. Chelsea vann uppiborið finaluna, serliga takkað verið út av lagi vánaligum liverpool spæli fyrstu 64 minuttirnar. Chelsea spældi hampuliga væl, men flestu Liverpool spælararnir sýntist tyngdir av nervum, fluttu bóltin bara síðulends á egnari hálvi við Gerrardi á odda. 

Dalglish kundi gjørt tað betur.

Fólk gleða seg til stóru uppgerðirnar i enskum fótbólti, og stórur áhugi er fyri enskum fótbólti í Føroyum. Tú hoyrir ikki annað millum manna, tá ið tildømis FA-finalur verða spældir. Vit onnur, sum ikki fylgja so væl við, verða sjálvandi drigin við.

Setti meg við sjónvarpsskíggjan í gjár. Ótrúligar rammur, veitslurómur og 80.0000 ákoðarar. Alt talaði fyri góðum og spennandi spæli, men so var ikki. Havi ikki sæð so vánaligar 64 minuttir frá Liverpool sum í gjár. Tú kundi loysa krossorðagátur, meðan tú fylgdi dystinum. Liverpoolspælarar vóru lammaðir av nervum frá byrjan, meðan Chelsea sat á øllum. Liðformaðurin hjá Liverpool Gerrard sýnist liðugur sum topspælari, hann tykist tungur á beininum, og gjár lá hann mest í fyrra hálvleiki á egnari hálvu og spældi bóltin tvørs av vøllinum.

Einans í tveir minuttir í fyrra hálvleiki bragdaði hjá Liverpool frammanfyri Chelsea málinum, teir bláu tyktist at hava tak á støðuni. Vánaligt verjuspæl av Enrigue og vánaligt málmansspæl av Pepe Reina gav Chelsea leiðsluna. Í byrjanini av seinna hálvleiki sást eingin broyting, tí Chelsea kom á odda við máli, sum Drogba skeyt. Aftur óheppið verjuspæl frá Liverpool.

Men so kom Liverpool spælarin Carroll á vøllin, hesin sterki fyrrverandi Newcastle spælarin, sum hevur bitið frá sær seinastu dystirnar. Nú kom ferð á Liverpoolspælið, og Carroll gav við perlumálið vón um spenning aftur í dystin. Tá ið Kuyt eisini kom á vøllin, kom uppaftur meira ferð á dystin. Liverpool liðið var hamskift og fekk í stórum løtunum yvirvág í spæli.

Hvussu kann eitt lið sum Liverpool leggja út við so vánaligum einkisigandi spæli í 64 minuttir fyri síðani at spæla upp við Chelsea, ja, og Liverpool var sentimetrar frá at javna til 2-2? Eftir at Carroll kom inn, fór Liverpool at spæla 4-4-2. Guð viti, hvat venjari Dalglish hugsar. Sjálvandi skuldi Liverpool byrja við bæði Kuyt og Carroll á vøllinum, sum saman við Suares kundi pressað Chelsea verjuna, sum ikki hevur staðið væl í seinastuni.

Spælarar sum Downing, Spearing og Bellamy skuldu heldur sitið á beinkinum, tí teir vóru langt undir miðal í gjár. Skal Liverpool fóta sær aftur og koma millum bestu liðini, so má Dalglish keypa tveir góðar miðspælarar og sleppa sær av við Gerrard, tí hann seinkar spælar og er útbrendur.

Chelsea vann uppiborð FA-finaluna, hóast Liverpool bara var sentimetrar frá at javna til 2-2. Liverpool viðhaldsfólk í Føroyum og annars úti í heimi hava ikki uppiborið at síggja so vánaligt og viljaleyst fótbóltsspæl, sum tey sóu fyrstu 64 minuttirnar í gjár. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *