Fólk, sum ikki fylgja so væl við, spurdu meg eftir FM-finalurnar hjá kvinnunum, hvør ungi neistamálverjin er, sum kom á vøllin í Klaksvík og tók trý brótskøst. Segði teimum, at málverjin eitur Maria Samuelsen og er úr Sandavági, hon er tjúgu ára gomul, gongur triðja árið í Hoydølum og spælir fyrsta árið í Neistanum. Hevði tá ongantíð tosað við unga málverjan, men tað havi eg nú.“Nú veit eg veruliga, hvat skal til av tíð og arbeiði at spæla í bestu deildini”, sigur Maria, sum er fegin um kappingarárið.
Summi fólk eru lættari at tosa við enn onnur, tá ið mann hittir tey fyrstu ferð. Hevði bara tosað í fáar minuttir við 20 ára gamla neistamálverjan Mariu Samuelsen úr Sandavági, tá eg føldi at hava kend hana altíð. Ótrúliga løtt at tosa við, óivað tí, at tú sjálvur kennir so nógv hondbóltsfólk í Sandavági, og vit tí hava nógv at tosa um.
Skjótt fann eg útav, at her hevur tú samband við ungan málverja, sum veruliga vil nakað við málmansspælinum. Og Maria hevur serligar umstøður, tá ið talan er um venjing, dystir og skúla, tí hon gongur í skúla í Hoydølum, býr í Sandavági og spælir við neistakvinnum í Havn. Hvussu fær hon alt hetta at hanga saman í gerandisdegnum?
– Eg havi spælt hondbólt, síðani eg var smágenta. Minihondbólt, gentur 10 ár, gentur 12 ár og uppeftir, men tá ið eg bleiv eldri sá eg, at skuldi eg mennast meira sum málverja, so mátti gangast nýggjar leiðir. Vit vóru ov fáar gentur í Sandavági til venjingar, og málmansvenjing var ikki av tí nógva. Tú kanst siga, at eg mest sum eri sjálvalærdur málverji.
-Eg var komin til ta niðurstøðu í fjør vár, at nú skuldi tað vera, ringdi til neistavenjaran Birgir Hansen og spurdi, um tey vantaðu málverja. Tá var Erla Eliasen júst komin aftur til Føroya, og Fríða Petersen var ikki farin til Íslands.”Tú kanst venja við neistakvinnum, men tú mást rokna við at spæla í 1.deild, tí vit hava tveir royndar málverjar til besta liðið”, segði Birgir.
-Hugsaði sum so, at eg kann læra nógv sum málverji at venja saman við neistakvinnum, sjálvt um eg ikki fái møguleikan í bestu deildini. Men so hendi tað, at Fríða fór til Íslands, og nú var Erla einsamøll, og tí fekk eg møguleikan at gerast annar málverji á besta liðnum.
-Í stuttum kann sigast, at tað hevur verið ótrúliga spennandi og stuttligt at verið partur av neistakvinnum. Eg havi lært nógv nýtt, ja, bara vanligar grundleggjandi rørslur sum málverji, sum tú eigur at læra í yngru gentudeildum. Málmansvenjarin Bogi Henriksen hevur lært meg nógv, og eg eri ment heilt nógv sum málverji, tó eg enn ikki eri á hædd við bestu málverjarnar í deildini.
-Ikki hevði eg roknað við at koma á vøllin nógvar minuttir í hvørjum dysti, men fekk tó veruliga møguleikan fyrst í kappingini. Neistakvinnur vóru nógv betri fyri enn hini liðini frá kappingarbyrjan, tí slapp eg at spæla nógv. Seinni táttaði eitt sindur í hjá neistakvinnum, og liðið tapti nakrar dystir, hesa tíðina spældi eg minni. Men seinast í kappingini kom eg at standa nakrar dystir einsamøll, tí Erla var skadd í knænum. Hetta var serlig uppliving.
– Umstøðurnar hjá mær eru serligar, tí eg búgvi í Sandavági, gangi í skúla í Hoydølum og skuldi venja fimm ferðir um vikuna pluss dystir. Fór vanliga við bussinum eftir skúlatíð klokkan trý til Sandavágs, var tveir tímar heima og aftur til Havnar at venja tveir tímar og til húsa aftur. Tú skalt verulig tíma at brúka so nógva tíð til ítróttin, sum eg gjørdi í vetur. Eg sá lítið til vinir, drongin og familjuna, tí hondbólturin fyllir so nógv. Hetta var rætt val, sum eg yngsti, og eg lærdi veruliga, hvat tað vil siga at spæla í bestu deildini. Vildi ikki verið hesa uppliving fyri uttan, sigur Maria.

- Sandavágur er gomul hondbóltsbygd, sum áður hevði bæði kvinnulið og manslið í bestu deildunum. (Mynd Vagnur)
Hondbóltur í Sandavági
Striltið hevur gingist at fáa hondbóltin í Sandavági at støðast, tí eina ferð hevði Søljan gott lið í bestu deildini, og longri síðani hevði SÍF manslið í bestu deildini. Maria hevur meining um, hví støðan er sum hon er í Sandavági.
– Útboðið av ítróttagreinum í Vágum er ov stórt. Vit er ov fáment bæði til flogbólt, hondbólt, talv, kappróður og fótbólt. Tað eru næstan bara ungfólk úr Sandavági, sum spæla hondbólt, tí er torført at manna liðini. Lærarin Johan Stenberg hevur gjørt frálíkt arbeiði við yngru liðunum. Søljan spælir í 1. deild, men liðið er mannað við heilt ungum kvinnum, sigur Maria at enda.
Maria gerst studentur í summar, men hon ætlar sær í minsta lagi at spæla eitt ár aftrat við Neistanum, áðrenn leiðin gongur uttanlands í lestrarørindum. Hon hevur lært nógv og er nógv ment sum málverji,og hon ynskir at mennast enn meira. Ikki kundi hon hugsað sær at staðið einsamøll í neistamálinum næsta kappingarár. Neistakvinnur muga hava tveir góðar málverjar, Maria er annar, men ikki er greitt enn, hvør hin málverjin er.
Vit taka myndina í Gundadalshøllini, sum eg haldi er ógvuliga góð. Klokkan er hálvgum fýra, men Maria er ikki liðug við dagsverkið, tí nú skal hon niðan aftur í Hoydalar at fundast um seinasta skúladag og ymist annað, áðrenn leiðin gongur til Sandavágs. Fyrikomandi ungur málverji at práta við, sum veruliga vil nakað við málmansspælinum. (Vagnur)

