Kyndilskvinnur endaðu farnu landskappingin við 21 stigum og blivu nummar fýra av sjey liðum. Liðið er sett saman av ungum evnaríkum spælarum og royndum spælarum, sum hava spælt á liðnum í nógv ár. Tað, sum sermerkti kyndilskvinnur kappingina farnu, var, at liðið kundi spæla upp ímóti toppliðunum, og so viku seinni snáva ímóti veikaru liðum. Ein av orsøkunum er, at ungu kvinnurnar hava ikki royndirnar, og tí ikki megna at halda dygdina allar dystirnar, sigur venjarin Geir Wardum. Læs resten
Kategoriarkiv: Óbólkað
Endiliga vann 6-mannafarið Lómur við monnum
Tað er summir bátar, sum næstan ongantíð koma fram í oddin og vinna, hóast aðrir bátar hjá sama felagi vinna steyp fyri og annað eftir. 6-mannafarið Lómur hjá Argja Róðrarfelag er ein av hesum bátum. 5-mannafarið Blikur hevur vunnið nógv, og 8-mannafarið ikki minni. Havi hug at siga, at summir bátar koma í ringt orð og hava tí torført at draga til sín góðar manningar. Læs resten
Lítil eftirmeting av FM-róðrunum á norðoyastevnu
Í dag er sunnudagur, og rógvarar eru moyrir og troyttir, summir meira enn aðrir. Níggju av teimum 46 manningunum stóðu á sigursskamlinum við steypinum. Norðoyastevnuróðurin er altíð serligur, tí hetta er fyrsti róðurin í árinum, og fólk eru spent um styrkina og dygdina hjá ymsu manningunum. Summir róðrar vóru javnir, men aðrir vóru ikki. Havi kagað eitt sindur at tíðunum hjá ymsu bátunum. Læs resten
FM-róðrarnir avgreiddir klokkan 17.15 – herðaklapp til fyrireikararnar
Klokkan 17.15 seinnapartin fór seinasti báturin um málið í Klaksvík, og soleiðis skal tað vera. Eg havi í nógv ár funnist at, at FM-róðrarnir mugu ikki fara inn í tíðindasendingina hjá útvarpinum. Av tí at so fáir bátar róðu í Klaksvík, og bátarnir bara róðu 1000 metrar og 1500 metrar, so áttu vit at avgreitt róðrarnar innan klokkan 17. Men klokkan 17.15 er so sanniliga góðtikið. Fleiri bátar vunnu tryggjan sigur, og vit fingu ábendingina, hvussu fer at gangast restina av árinum, men fleiri róðrar millum annað 10-mannaførini Klaksvíkingur og Suðuroyingur vóru ógvuliga javnir, og Vestmenningur kom eisini væl við. Róar Dalsgaard tók nakrar myndir fyri meg í Klaksvík, men vónleyst var hjá honum eisini at fáa nøvnini til myndirnar. Tit kunnu senda mær nøvnini Vagnur@olivant.fo í røttu raðfylgju. Niðanfyri eru felagsmyndir av FM-vinnarunum, men myndirnar av barnamanningunum vóru tíverri ikki nóg góðar. Vónandi eydnast hetta næstu ferð. Úrslit og støður eru sum vanligt at síggja á www.drekin.fo (Vagnur) Læs resten
Teis fekk AGK troyggju við nøvnum frá systur síni Elsu Horn
Myndin er av AGK spælaranum Joachim Boldsen og Kathleen dóttir Elsu Horn, sum er dóttir Guðruna Horn og Claus Rasmussen. Konan AGK spælaran Lars Jørgensen er vinkona Elsu, tí vildi Elsa útvega beiggjanum Teis AGK troyggju, har allar stjørnurnar høvdu skrivað sítt navn á. Tað er ríkmaðurin Jesper Nielsen við familju, sum hevur tikið stig at stovnað AGK Keypmannahavn.
Hondbóltur fyllir ógvuliga nógv í familjuni hjá Guðruni Horn og Claus Rasmussen, og hetta er í fleiri ættarliðum. Tey fylgja væl við í hondbólti bæði í Føroyum og uttanlands, og tey síggja flestu hondbóltsdystir í sjónvarpinum. Guðrun Horn búði seytjan ár í Danmark, áðrenn familjan flutti aftur til Føroya, har tey nú eru íðin í føroyskum hondbólti. Læs resten
Bátatalið minkar – 6-mannaførini við monnum fána burtur í einki
Á einum hondbóltsvenjaraskeiði á mínum ungu døgum segði danin Per Frederiksen, at sum venjari er av týdningini, at tú gevur teimum góða venjing, sum møta til venjingar, og ikki bara gramdi teg fyri bólkinum um spælarar, sum ikki vóru møttir til venjingar. Tað sama er við bátunum, sum rógva í Klaksvík leygaradagin. Tú fegnast at síggja startlistan, men tó er keðiligt rák komið í føroyskan kappróður. Bátatalið minkar í stórum. Læs resten
Fiskiveiðieftirlitið kannaði kappróðrarbátar hjá fimm feløgum
Í fjølmiðlunum fyri vikum síðani minti Fiskiveiðieftirlitið kappróðrarfeløgini á, at kunngerðin um trygd á sjónum skal haldast. Verður hon ikki tað, fær manningin bøtur uttan ávaring. Millum annað skulu allir rógvarar rógva í góðkendum vesti, og kemur bátur hjá Fiskiveiðieftirlitinum fram á kappróðrarbát, har rógvarar ikki eru í vesti, fær hvør rógvari 1000 krónur í bót. Og bøtur eru givnar rógvarum. Tíbetur er hugburðurin broyttur til tað betra, verður sagt frá Fiskiveiðieftirlitinum. Læs resten
Menn arbeiddu dag og nátt til tess at fáa Gullbrand lidnan
Hugaligt at koma í telduna í morgun, tí har lógu fýra vakrar myndir av nýggja 8-mannafarinum Gullbrandi úr Fuglafirði. Kappróður hevur gott fótafesti í Fuglafirði, og felagið hevur óivað best útgjørda neystið í landinum. Har er pláss til fýra bátum, nýtímans venjingarrúm við rógvimaskinum og øðrum hentleikum, góð skiftingarrúm og arbeiðsrúm, har bátar kunnu spoytast og umvælast. Kassameistarin í felagnum Palli Vang sigur soleiðis um nýggja Gullbrand og nýggja neystið. Læs resten
Nýggja 10-mannafarið Vestmenningur vigar 301 kilo

Stóra væl útgjørda neystið hjá VÍF kappróðri við sjóvarmálan.. Hvítt við svørtum taki. (Mynd Vagnur)
Finnur Johansen er formaður í róðrardeildini í VÍF, og eg havi spurt hann , hvussu gongur við kappróðrinum í Vestmanna. Og hetta skuldi gerast forvitnisligt róðrarprát, tí á bátastevnuni herfyri, skipaði rógvararnir umborð á Vestmenningi fyri áhugaverdari vedding. Við at gjalda upphædd kundu stevnufólk vedda, hvussu nógv nýggja 10-mannafarið vigaði. 740 fólk veddaðu, og tá ið báturin varð vigaður fyri stevnufólkunum, vigaði Vestmenningur 301 kilo. Tá var alt í bátinum, róður, árar og fótalunnar. Heilt fitt av peningini kom frá veddingini, og fólk vóru áhugað í nýggja bátinum. Læs resten
Roynda róðurskvinnan Jannie Dam Jacobsen stýrir Suðuroyingi

Suðuroyingur 2012. F.v: Dánjal Martin Hofgaard, Gunnar í Dali, Niklas G. Joensen, Jákup Vestergaard Larsen, Sjúrður Djurhuus, Joen Petur Jacobsen, Bárður Poulsen, Johan Sofus Müller, Niels Martin Djurhuus, Bjarni Hammer og Jannie Dam Jacobsen. (Mynd Vagnur)
Hoyrdi herfyri, at kenda róðurskvinnan Jannie Dam Jacobsen stýrdi nýggja Suðuroyingi, men eg bleiv ovfarin, tá ið eg seinnapartin sá Jannie úti á Argjum. Roynda róðurskvinnan, sum vit kenna frá Jarnbardi, stóð har í vesti og stórum búki. Hon skal eiga fyrsta dagin. Spurdi manningina á Suðuroyingi, hvat nú hendi, um Jannie átti dagin fyri norðoyastevnuróðurin. Hava tit nakra ætlan B, tí Jannie kann ikki fara av føðideildini og umborð at stýra Suðuroyingi. Vit hava onga ætlan B, og so smíltust menn. Læs resten







