Tað kom dátt við, at tá ið hoyrdist í Kringvarpinum leygardagin, at Havnarbáturin ikki slapp at rógva, tí rógvari, sum sat umborð á 10-mannafarinum, hevði longu róð við 6-mannafari. Sjálvur bleiv eg ikki sørt ørkymlaður og keddur, tí slíkt skal sjálvandi ikki koma fyri. Nú eru tvey døgn farin, og eg síggi málið øðrvísi. Rógvarar og nevndir kenna Grein 7 í kappingarreglunum, men kenna tey hana nú rætt, og vórðu møguleikar brúktir, sum standa í Grein 7? Nei, tað vórðu teir ikki, og eg eri vísir í, at varð øðrvísi farið fram, spældi alt væl av. Læs resten
Kategoriarkiv: Óbólkað
Spáddi, at óvæntað úrslit fóru at komu á jóansøku í Vági
Skrivaði fyri viku síðani, at vit skulu vænta óvæntað úrslit í Vági, tí róðrarøkið er serligt. Fekk rætt. Tað er okkurt við fasta startinum festur í grótkastið, og tað at fara til Suðuroyar og nú bara rógva 1000 metrar hjá stóru bátastøddunum. Drekin við dreingjum hevur verið nær í fleiri róðrum, so tað var lítla óvæntaða úrslitið, at hann vann, men heilt stóra óvæntaða úrslitið var, at Suðuroyingur vann á bæði á Klaksvíkingi og Vestmenningi. Haldi meg síggja á myndinum, at Jannie Dam Jacobsen aftur situr afturi í rongini umborð á Suðuroyingi. Hon átti barn fyri mánaða síðani, og systurin hevur tí stýrt. Hugaligt at fara í myndatólið at síggja, hvørjar myndir ungu hjálparmenninir koma aftur við úr Vági. Hetta takki eg teimum fyri. Læs resten
Vit eru nú farin um longsta dag
Føroyingar tosa nógv um veðrið, einki løgið í tí. Veðrið var ringt í vetur við nógvum vindi og nógvum regni. Tá ið sleit í í apríl og mai mánað, fingu vit nógvar vikur við høgætt. Gott veður við sól um dagin, men bítandi kalt um kvøldið niður ímóti frostmarkinum. Høgættin er góð í Havn, men verri er norðanfyri, og ungur maður segði mær fyri nøkrum vikum síðani, at meðan tit hava summar í Havn, sæst kavi í fjøllunum norðanfyri. Kalda høgættin gevur ikki nógvan gróður, og hetta sæst serliga á grasvøkstrinum, sum higartil hevur verið millum lítil og eingin. Trøini, sum ikki krevja so nógvan hita, standa so vøkur. Læs resten
Damir Oros skal venja VB kvinnur
Sum uppískoyti til niðanfyri grein um Gurid Mortensen, eru tíðindini frá VB, at 42 ára gamli Damir Oros skal venja VB kvinnur, og Guðrun á Lágabø kemur at standa í málinum.. Formaðurin í VB Egil Steintórsson sigur, at tey miðja ímóti at útvega tveir útlendskar spælarar, og somu føroysku spælarar frá farna kappingarár halda fram at spæla.Vónirnar eru góður um Sunset liðið í Vági, sigur Egil.
Frá ungum árum havi eg altíð havt serliga virðin fyri hondbóltinum í Vági, tí umstøðurnar hjá VB-spælarum hava verið heilt øðrvísi, enn hjá spælarum norðanfjørðs. Nú siglir stásilligt skip millum Krambatanga og Havnina, men soleiðis var ikki altíð. Tá ið vit fóru til Suðuroyar at spæla, sigldu vit í fýra tímar við Smyrli. Læs resten
Gurid Mortensen vald til ársins spælara við slitnum krossbandi
Havi altíð vitað, at Gurid hevur leiðaraevni og hevur ótrúliga góða ávikan á eitt hondbóltslið, tí hon slóðar fyri. Júst sum fyrireikingin varð byrjað til landskappingina í fjør, fór annað knæið hjá Gurid úr lið. Hetta var í august mánað. “Knæið hovnaði, men eg roknaði við, at talan var bara um meniskskaða. Fjúrtan dagar seinni fekk eg mær fatur í skinnara og helt fram at venja”, sigur Gurid.
Hetta ljóðar ikki at bera til. Gurid Mortensen úr Vági fekk í gjár boðini frá lækna, at krossband var slitið, og at uttara liðband var skatt.. Tað vil siga, at hon hevur spælt heilt kappingarár við slitnum krossbandi, og hon bleiv á gallaveitsluni í Klaksvík vald til ársins spælara. Gurid fyllir 30 ár í ár, eigur tvey børn, og hon arbeiðir sum fysioterapeutur. Læs resten
Genturnar umborð á Hvassa úr Sunda Róðrarfelag einasti nýggjur vinnari
Somu bátar hava vunnið allar róðrarnar bæði í Klaksvík og Runvík, men í dag hevði eg roknað við, at drekadreingirnir fóru at taka Jallin, men enn vantar eitt sekund í. Hevði ikki roknað við so spennandi 10-mannafarsróðri, tí sjálvt um Vestmenningur hevur ligið fram við, so metti eg Klaksvíking at hava tak á støðuni. Men tá ið avtornaði var Vestmenningur bara hundrðapartar av sekundi at taka Klaksvíking, ella rættari sagt, Vestmenningur tapti á stokkinum, meðan Suðuroyingur hevur ikki sama stev sum í Klaksvík. Læs resten
Alexsandur Johansen nýggjur formaður í Stranda ítróttafelag
Í Stranda skúla ganga 170 børn, men fara vit aftur til ár 2003, gingu 256 børn í skúlanum. 86 færri skúlabørn í 10 ár ávirkar sjálvandi eisini tilgongdina av ungdómi til Stranda ítróttafelag. – Vit megna at manna eitt lið í hvørjari deild tó í einstakari deild tvey lið, sigur nýggi formaðurin.
Strendur er gomul hondbóltsbygd, og bítið á vestara armi á Skálafjørðinum er, at Skála tekur sær av fótbóltinum og Strendur av hondbóltinum. Í vikuni hevði Stranda ítróttafelag aðalfund, og mest sum øll nevndin fór frá og nýggj nevnd við sjey fólkum vald. Bara Andrass Danielsen, sum hevur verið formaður í felagnum í fimtan ár, tók við afturvali, men hesuferð sum vanligur nevndarlimur. Í nevndini eru Alexsandur Johansen, formaður, Anna Jacobsen, Paula Høgnesen, Jón Rasmussen, Hans Jacob Olsen, Johannus Berthelsen og Andrass Danielsen. Eg spyrji nýggja formannin, hvør nýggja kósin er sett í felagnum?
– Gamla nevndin vildi sleppa frá, og vit vóru nøkur, sum vildu fara í nevnd, men striltið gekk at fáa nóg nógv fólk í nevndina. Fyrsta royndin eydnaðist ikki væl, men at enda fingu vit sjey fólk at koma í nevnd. Gamla nevndin við Andrassi Danielsen sum formanni hevði virkað í nógv ár, men einaferð er hugurin og orkan uppi, tí mugu onnur traðka til. Læs resten
Fríða Petersen kosin ársins spælari í KA/Þór á Akureyri
Málverjin Fríða Petersen spældi seinasta vetur í bestu deildini í Íslandi. KA/Þór av Akureyri var nýtt lið í bestu deildini, og á hátíðarløtu í felagnum eftir lokið kappingarár valdu tey ársins spælara. Fríða varð kosin ársins spælari, og Fríða verður róst og fekk virðisløn fyri sítt frálíka málmansspæl, men hon var farin aftur til Føroya, tá ið virðislønirnar vórðu latnar. Trýst á her, hvat tey skriva av Akureyri.
H71 og Neistin melda ikki FM- liðini til “Europa cup”
Mansliðið hjá H71 og kvinnuliðið hjá Neistanum vunnu FM-heitið í vár, og seinast í hesi vikuni er seinasta freist at melda liðini til altjóða kappingina. Men longu nú er greitt, at hvørki mansliðið hjá H71 ella kvinnuliðið hjá Neistanum halda seg til. – Tað kundi verið stuttligt at at roynt seg í “Europa cup”, men luttøkan er alt ov kostnaðarmikil. Mansliðið fer heldur á eina venjingarlegu. Tað er spurningur um at raðfesta í felagnum, sigur forkvinnan í H71 Sunneva Jacobsen. Jógvan Højgaard, sum hevur ábyrgd av neistakvinnum, váttar, at neistakvinnur melda ikki til “Europa cup” Læs resten
Føroyskt met – um starturin á 2000 metrum ikki slitnaði
Tey í Rúnavík hava verið best at avgreitt FM-róðrar, tá skiftast skal millum 1000 metrar, 1500 metrar og 2000 metrar startirnar. Í dag var eg klárur við yvirskiftini “føroyskt met”, tí skiftið frá 1000 metrum og út á 1500 metrar gekk so mikið skjótt, at allir róðrarnir kundu verið avgreiddir klokkan 17.15, og hetta hevði heilt vist verið føroyskt met, so langt aftur eg kann minnast, og tað eru hálvhundrað ár. Hannis Joensen og Suni Merkistein frá Kringvarpinum høvdu júst róst teimum í NSÍ kappróðri fyri altíð at avgreiða róðrarnar skjótt og væl, tá ið starturin á 2000 metrum slitnaði, og vit mistu 40 minuttir. Hóast óhappið, so fóru 10-mannaførini um málið klokkan 17.45. Læs resten










