Roynda róðurskvinnan Jannie Dam Jacobsen stýrir Suðuroyingi

Suðuroyingur 2012. F.v: Dánjal Martin Hofgaard, Gunnar í Dali, Niklas G. Joensen, Jákup Vestergaard Larsen, Sjúrður Djurhuus, Joen Petur Jacobsen, Bárður Poulsen, Johan Sofus Müller, Niels Martin Djurhuus, Bjarni Hammer og Jannie Dam Jacobsen. (Mynd Vagnur)

Hoyrdi herfyri, at kenda róðurskvinnan Jannie Dam Jacobsen stýrdi nýggja Suðuroyingi, men eg bleiv ovfarin, tá ið eg seinnapartin sá Jannie úti á Argjum. Roynda róðurskvinnan, sum vit kenna frá Jarnbardi, stóð har í vesti og stórum búki. Hon skal eiga fyrsta dagin. Spurdi manningina á Suðuroyingi, hvat nú hendi, um Jannie átti dagin fyri norðoyastevnuróðurin. Hava tit nakra ætlan B, tí Jannie kann ikki fara av føðideildini og umborð at stýra Suðuroyingi. Vit hava onga ætlan B, og so smíltust menn.

Barnakonan mátti í bátin, áðrenn hann var flotaður. (Mynd Vagnur)

Hitti manningina á nýggja 10-mannafarinum á Argjum í sólskininum seinnapartin, báturin var júst komin úr Suðuroy, og nú skuldi venjast í dag og í morgin fyrra part, síðani fer báturin aftur til Suðuroyar. Seinni fara so rógvarar, sum arbeiða ella ganga í skúla norðanfjørðs til Suðuroyar at venja. Hetta eru treytirnar, sum manningin hevur. Fimm rógvarar eru av Tvøroyri, fýra úr Vági og ein úr Fámjin. Hetta eru alt menn, sum hava róð við 6-mannafarinum Smyrli og 6-mannafarinum Tvørabátinum.

Rógvararnir hava fyrireikað seg væl til róðrarárið, og menn eru væl fyri. Fólk, sum hava áhugan fyri kappróðri, tosa nógv um 10-mannaførini summar, tí teir tríggir bátarnir Havnarbáturin, Suðuroyingur, Vestmenningur eru nýggir bátar og rógva fyrstu ferð á norðoyastevnu. Klaksvíkingur er fjórði báturin og er nú nøkur ára gamal. Spennandi, hvussu fyrstu FM-róðurin fer at spæla av. Týsdagin fáa vit at vita startlistan frá Róðrarsambandinum.(Vagnur)

Nýggja 10-mannafarið Suðuroyingur er vakur bátur. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply