Fiskiveiðieftirlitið kannaði kappróðrarbátar hjá fimm feløgum

Kappróðrarbátar skulu rokna við at fáa vitjan at hesum bátinum í summar. (Mynd Vagnur)

Í fjølmiðlunum fyri vikum síðani minti Fiskiveiðieftirlitið kappróðrarfeløgini á, at kunngerðin um trygd á sjónum skal haldast. Verður hon ikki tað, fær manningin bøtur uttan ávaring. Millum annað skulu allir rógvarar rógva í góðkendum vesti, og kemur bátur hjá Fiskiveiðieftirlitinum fram á kappróðrarbát, har rógvarar ikki eru í vesti, fær hvør rógvari 1000 krónur í bót. Og bøtur eru givnar rógvarum. Tíbetur er hugburðurin broyttur til tað betra, verður sagt frá Fiskiveiðieftirlitinum. 

Fleiri átøk eru framd í mai mánað, og bátar hjá Fiskiveiðieftirlitinum hevur kannað bátar hjá Argja Róðrarfelag, Havnar Róðrarfelag, Sandavágs Róðrarfelag, Miðvágs Róðrarfelag og bátum hjá VÌF kappróðri.

Fiskiveiðueftirlitið er væl nøgt við støðuna, og tey siga soleiðis: Til okkara stóru gleði kunnu vit upplýsa, at einki brot varð staðfest viðvíkandi útgerðini umboð á bátunum hjá teimum fimm feløgunum. Allir rógvararnir róðu eisini í vesti.

Fiskiveiðieftirlitið fer við jøvnum millumbilum at kanna kappróðrarbátar, og vit onnur vóna, at hugburðurin veruliga er farin at broytast, tí vit skulu minnast til, at hvørt ár koma ungfólk umborð á bátarnar, sum ongantíð hava róð áður. Tildømis nógvar barnmanningar.

Sjálvur haldi eg, at tað er av allar størsta týdningi, at eldri rógvarar slóða fyri, og øll feløgini skulu sjálvandi seta krøv til allar rógvarar, at soleiðis gera vit í okkara felag.

Vil tó leggja aftrat, at alt er ikki bara ljósarætt, tí nú eitt kvøldið sá eg tveir bátar við monnum rógva í Nólsoyarfirði, helvtina av rógvarunum róðu ikki í vesti. Óivað fellur hamarin okkurt kvøldið, og rógvari fær tá 1000 krónur í bót, er hann ikki í vestinum. (Vagnur) 

Kunngerð um bjargingarútgerð á kappróðrarbátum frá 17. mai 2006

Við heimild í § 5 í løgtingslóg nr. 25 frá 12. apríl 2006 um bjargingarútgerð á opnum bátum og førum undir 20 tons (BT) verður ásett:

§ 1. Tá lagt verður frá landi, skal øll manningin á

kappróðrarbáti vera í einum av Skipaeftirlitinum

góðkendum bjargingarvesti, sbr. tó stk. 2.

Stk. 2. Undir kappróðri er ikki neyðugt, at manningin

er í bjargingarvestum, men skulu vestarnir vera í

bátinum. Høvuðsdómararnir á kappróðrarøkinum

kunnu tó áleggja manningini at vera í vestinum undir

róðrinum, um hetta verður mett neyðugt.

§ 2. Harumframt skal kappróðrarbátur í minsta lagi

hava hesa útgerð umborð undir venjing:

1) kumpass,

2) pøs ella eyskar at oysa við,

3) radarreflektor, sum er festur á stong, ið røkkur minst ein metur yvir stavnarnar, og

4) floytu ella blásilúður.

§ 3. Brot á ásetingarnar í §§ 1 og 2 verður sambært

§ 9 í lógini revsað við bót.

§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 19 frá 16. mars 1999 um bjargingarútgerð á kappróðrarbátum.

Fiskimálaráðið, 17. mai 2006 

Bjørn Kalsø (sign.)

landsstýrismaður

/ Rógvi Reinert (sign.)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *