Søgan um KFUK húsini við Varðagøtu gongur heilt aftur til 1898

Fólk í Havn vóru bergtikin av stásiligu stóru húsunum, og tey fylgdu væl við, meðan húsini vóru bygd. (Mynd: KFUK í Havn)

Sært tú eldri myndir tiknar av Oyggarvegnum oman yvir Havnina, síggjast nøkur stór hús, sum standa uttan fyri gomlu Havnina. Vit kunnu nevna Føroya Banka frá 1904, Realskúlan frá 1916 og so KFUK húsini frá 1901. Søgan um KFUK húsini byrjar í 1898, tí tá kom stór innrás av bretskum damptrolarum á Føroyaleiðirnar. Hvøkkur kom á føroyingar, sum sóu tilverugrundarlagið hótt. Bretarnir veiddu ofta inn í klettin og á teimum miðum, sum føroysku útróðrarmenn høvdu søkt í øldir. Hart stríð stóðst millum føroyingar og bretar, og donsk verjuskip vóru send til Føroya at taka bretskar trolarar. Tann 1. apríl 1901 var Henry Montagu Villiers tilnevndur konsul í Føroyum, og tað var í hesum sambandi, at stásiliga og stóru konsulátið var bygt við Varðagøtu. Konsulin fekk ringa móttøku, men við tíðini gjørdist hann avhildin maður. Greinin skrivað í 2017 Læs resten

Úr myndasavninum – Í 1957 setti Auto upp telefonboksir í Havn

Tey bygdu bilstøðan Auto í

Tey bygdu bilstøðina Auto í 1956. (Auto – altíð til tænastu)

Í 2002 kom út forvitnislig bók um bilstøðina Auto, sum hetta árið fylti fimti ár. Magnus Gunnarsson, sum hevur stóran áhuga í bilum, savnaði tilfarið og skrivaði frálíku bókina. Bilstøðin byrjaði í 1952 sum P/F Taxa, sum seinni bleiv til Bilstøðina Auto. Nýggja støðin, sum vit kenna í dag, varð tikin í nýtslu í 1956. Nummarið 1-2-3-4 var lætt at minnast til hjá fólki. Eg eri mest sum uppvaksin við Auto og kom sum bilmekanikar at kenna nógvar bilførarar. Læs resten

Standmyndin av dreymagentuni Tariru verður væl vitjað

Har dansar hon so vøkur, meðan spælimaðurin spælir. (Mynd Vagnur)

 

Rithøvundurin og listamaðurin William Heinesen varð føddur 15. januar í 1900 og andaðist 12. mars 1991. Á hundrað ára føðingardegnum 15. januar í 2000 varð vøkur standmynd avdúkað á vælegnaðum staði sunnanfyri Plantasjuna. Eg síggi standmyndina hvønn dag úr køksvindeyganum, og tað eru ikki hissini fólk, sum bæði tíðliga og seint vitja og taka myndir av dreymagentuni Tariru.

William Heinesen búði undir Varða, og eg síggi hann og konuna Elisu fyri mær spáka fram við ánni í Plantasjuni. William skrivaði á donskum, og bøkur hansara eru týddar til nógv mál. Pápi William var handilsmaður og hevði handil, har gamli handilin hjá Katrinu Christiansen var. Læs resten

Johannes Andreas Næs vandi hondbóltsgentur í Hvalba í 1940-árunum

Johs. Andr. Næs spældi hondbólt, tá hann gekk á Føroya læraraskúla. (Mynd Vagnur)

Johs. Andr. Næs spældi hondbólt, tá hann gekk á Føroya læraraskúla. (Mynd Vagnur)

Tá ið eg tosaði við Sannu Mortensen á Argjum um hondbóltsspælið í Sandvík í 1940-árunum, nevndi hon, at íblásturin fingu tey úr Hvalba, har gentur vóru farnar at spæla hondbólt. Ikki visti eg, at Johs. Andr. Næs, sum eg kenni, var venjari hjá hvalbiargentum. Hetta segði Manne Næs beiggi hansara mær, tá eg ringdi til hansara til tess at vita, um hann visti at siga mær um hondbólt í Hvalba í 1940-árunum. – Ring til beiggja mín, tí hann var venjari og eigur myndir av hondbóltsgentunum, segði Manne. Nú havi eg tosað við 94 ára gamla Johs. Andr. Næs. Greinin er skrivað 10. januar í 2015. Johannes andaðist 5. juni 2018. Læs resten

Spell at “Gamla hospitalið” frá 1829 varð flutt á skeivt stað

Soleiðis minnist eg “Gamla hospital”. Spell, at tað varð flutt. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Tá ið Tórshavnar Skipasmiðja fyri nú nógvum árum síðani skuldu víðka um bedingina við nýggjum bedingsvogni, forðaði “Gamla Hospitalið” útbyggingini. Fornfrøðingar og onnur stríddust ímóti Skipasmiðjuni, sum átti økið, til tess at varðveita dýrgripin Gamla hospitalið fyrsta sjúkrahús í Føroyum tikið í nýtslu í 1829. Semja varð at enda um at flyta hospitalið longur niðan, men hetta var ein vánalig loysn. Heldur átti húsið at verið flutt út til hinar sjúkrahúsbygningarnar. Læs resten

Stóð bergtikin, tá ið eg fyrstu ferð í 2008 vitjaði Gásadal

Ótrúliga vakurt at koma úr tunnilsmunnanum og síggja Gásadal. (Mynd Vagnur)

Eg hevði ikki givið mær nógv far um Gásadal lítlu bygdina í Vágum, sum var einasta bygd í Føroyum við ongum vegasambandi. Fylgdi í fjølmiðlunum eitt sindur við politiska spælinum til tess at fáa tunnilin lidnan. Ongantíð hevði eg gingið upp um Skarð til Gásadals, fekk frá fólki eg at vita, at hetta var serlig náttúruppliving. Í 2008 koyrdi eg fyrstu ferð gjøgnum nýggja tunnilin, og upplivingin at síggja Gásadal var størri, enn eg áður fekk at vita frá fólki. Stóð bergtikin við tunnilsmunnan og sá stórsligu náttúruna, vakra dalin og lítlu bygdina har niðri. Læs resten

Úr myndasavninum – Syrgiligt at síggja myndina úr Vestmanna

Stórt afturstig fyri Vestmana, tá ið hotellið og Sentrum brendu.

Tá ið eg sá myndina omanfyri á Facebook úr Vestmanna, reikaðu tankarnir aftur í tíðina. Nú er soleiðis nógvastaðni kring landið, at fólk bæði ung og eldri ferðast til Havnar at stuttleika sær. Náttarbussar hava koyrt í fleiri ár. Soleiðis var ikki á okkara ungu døgum í Havn, tí tá gekk leiðin til Vesmannar í dans. Í Vestmanna var Sentrum, Silkienni og dansistova, og hesi góðu støð við serligum plátuboksum og innandura svimjihyli dró okkum hondbóltsspælarar til Vestmannar. Skrivað í 2015. Læs resten

Dia Jacobsen var fyrsti kyndilsmálverji og fyrsti landsliðsmálverji

Dia er útbúgvin maskinmeistari og hevur sigld alt sítt lív. Hann gavst at spæla hondbólt í 1964. Dia var av allarbestu málverjum. (Mynd Vagnur)

Dia er útbúgvin maskinmeistari. Hann gavst at spæla hondbólt í 1964. Dia var av allarbestu málverjum. (Mynd Vagnur)

Fara vit í hondbóltssøguna, so er 79 ára gamli Dia Jacobsen serligur, tí hann var fyrsti málverji Kyndils, sum var stovnað 10. mars 1956. Føroyar spældu fyrsta landsdystin í hondbólti ímóti Íslendingum á asfaltvøllinum í Gundadali 18. juli í 1964, og annar málverjin var Dia Jacobsen. Dia byrjaði sum sagt at spæla við Kyndli í 1956, og seinasta dystin spældi hann í 1964, tá Kyndil vann FM-heitið. Dia er útbúgvin maskinmeistari og hevur millum annað siglt við skipum hjá ØK, Skipafelagnum og 23 ár við skipum hjá Strandferðsluni. Hann gavst at sigla í 1999. Eg havi prátað við frálíka málverjan, sum eg væl minnist spæla. Skrivað í 2015. Læs resten

43 ár liðin síðani rækjutrolarin Sólborg brendi við Labrador (1)

Brúgvin var úr alminium og bráðnaði sum kavi. (Mynd Bókin)

Brúgvin var úr alminium og bráðnaði sum kavi. (Mynd bókin)

Vinmaðurin Djóni Dalsgarð av Velbastað og eg tosaðu ein dagin um hendingina, tá ið rækjutrolarin Sólborg brendi við Labrador. Djóni var tá 21 ára gamal og ein av manningini. Eg hevði hug at skriva eina grein um hendingina, sum annars er at lesa um í endurminningunum eftir Eileri Jacobsen. Hugsaði, at eg átti at tosað við Ingolf Rasmussen, skipara á Sólborg, sum býr í Havn, men sum eg ikki kendi. Kanska átti hann nakrar myndir frá hendingini. Hetta skulu gerast áhugaverd vitjan, tí tað vísti seg, at Ingolf og eg eru í familju. Greinin skrivað í 2014. Læs resten

Magdalena, sum nú er farin, hitti eg í 2016 á savninum hjá Birgari

65 ára gamal Magdalena Thiim fødd Næs. (Mynd Vagnur)

65 ára gamla Magdalena Thiim fødd Næs. (Mynd Vagnur)

Á sumri 2016 var eg á gátt í savninum hjá Birgari, har eg hitti 65 ára gamla konu, sum er javngomul við meg, og sum eg slett ikki visti var til. Konan eitur Magdalena Thiim fødd Næs og er dóttir Noomi Juul og Erhardt Næs. Um dagarnar hoyrdist í Kringvarpinum, at konan nú er farin. Magdalena gekk í Nonnuskúlanum, tá eg gekk har fýra fyrstu skúlaárini, men minnist ikki henda næming. Kendi ikki Magdalenu, men kenni væl foreldrini Erhardt og Noomi. Erhardt var tá 89 ára gamal og búði í sambýli í Hvalba, og Magdalena var komin úr Kanada at vitja foreldrini. Fekk tá áhugavert prát við Magdalenu, og komin heim festi eg orðini á blað at leggja á heimasíðuna, sum eg endurtaki niðanfyri. Læs resten