
Tá ið eg sá myndina omanfyri á Facebook úr Vestmanna, reikaðu tankarnir aftur í tíðina. Nú er soleiðis nógvastaðni kring landið, at fólk bæði ung og eldri ferðast til Havnar at stuttleika sær. Náttarbussar hava koyrt í fleiri ár. Soleiðis var ikki á okkara ungu døgum í Havn, tí tá gekk leiðin til Vesmannar í dans. Í Vestmanna var Sentrum, Silkienni og dansistova, og hesi góðu støð við serligum plátuboksum og innandura svimjihyli dró okkum hondbóltsspælarar til Vestmannar. Skrivað í 2015.
Á myndini síggja vit toftirnar av brendu bygningunum, sum eg haldi brunnu í 1969. Til vinstru Sentrum Kafeteria og til høgru hotelið. Á bryggjuni síggjast nógvir bilar, tí fyrsti SAM, eg minnist, tók kanska tveir bilar, og tí lótu fólk bilarnar standa á bryggjuni, tá ið tey fóru um sundið. Seinni komu ferjur, sum tóku nógvar bilar. Nógv fólk vitjaðu í Kafeteria og Sentrum, og serliga minnist eg plátuboksina, har vit koyrdi pening í. Ein armur fór í plátusavnið og legði plátuna á plátuspælaran. Dansistovan í bygdini var ikki stór, og serliga minnist eg, hvussu nógv fólk altíð stóðu uttanfyri. Óivað tí, at so nógv fólk vóru í dansistovuni.
Alt broyttist hjá okkum ungu eftir Sentrum brendi í grund. Vestmanna bleiv ikki sama savningarpláss fyri ungdómin í Havn, sum tað einaferð var. Bygningar komu í staðin, og nú er økið fríðkað og vakurt, har Sentrum og hotellið einaferð stóðu. Tíðin fer við øllum, tí síðani kom undirsjóvartunnilin, og tí er mann ikki so ofta sum áður í Vestmanna. (Vagnur)