
Eg hevði ikki givið mær nógv far um Gásadal lítlu bygdina í Vágum, sum var einasta bygd í Føroyum við ongum vegasambandi. Fylgdi í fjølmiðlunum eitt sindur við politiska spælinum til tess at fáa tunnilin lidnan. Ongantíð hevði eg gingið upp um Skarð til Gásadals, fekk frá fólki eg at vita, at hetta var serlig náttúruppliving. Í 2008 koyrdi eg fyrstu ferð gjøgnum nýggja tunnilin, og upplivingin at síggja Gásadal var størri, enn eg áður fekk at vita frá fólki. Stóð bergtikin við tunnilsmunnan og sá stórsligu náttúruna, vakra dalin og lítlu bygdina har niðri.
Tankarnir sveimaðu, tá ið eg var komin oman í bygdina í 2008. Eg sá langt har uppi tunnilsmunnan og gøtuna, sum var farleiðin upp um Skarð. Ótrúligt, at fjúrtan húski einaferð hava búleikast á hesum staði, tí svikaligt var sjósambandið ella rættari sagt lítið og einki, eingin tunnil og eingin tyrla. Alt skuldi berast upp um Skarð eisini líkini. Tað tók hálvantriðja tíma at ganga teinin upp um Skarð.

Tá ið eg hevði gingið eina løtu millum húsini í bygdini, gekk leiðin oman ímóti lendingini, men har stóð ávaringarskelti, sum segði, at tað var vandamikið at ganga tey 173 trapputrinini oman á lendingina. Bæði rennistongurin, gelendarin og alt, sum var úr jarni var rustað og leyst. Eg fór tí ikki oman trappurnar, men nýtti útsýnið og tók eina mynd. Tað sást á øllum brøgdum, at nógv vatn er runnið í ánna, síðani rennistrongur, trappur og lítla lendingin vóru gjørd í 1941.

Raggaði mær aftur í bygdina, har húsini standa tøtt. Eg gekk eftir gøtu vestureftir útímóti fuglalandinum. Har sá eg einar fýra lundar og nakrar havhestar, men sum eg skilti á lagnum, hevur einaferð verið nógvur lundi í Gásadali.
Tollaksmessudag í 2003 varð 1410 metrar langi tunnilin skotin ígjøgnum fjalli, men ikki fyrr enn í januar mánað í 2007 varð tunnilin alment latin upp. Einaferð í 2004 til 2007 kundu gásadalsfólk ganga ígjøgnum tunnilin, men ábyrgdin var teirra, tí tunnilin var ikki liðugur og ikki enn tryggur til almenna ferðslu. Gásadalsfólk høvdu lykilin til bummin.

Eg sat eina løtu á parkeringplássinum og eygleiddi alt tað vakra í bygdini. Síðani tey fingu tunnilin, eru nøkur nýggj hús bygd og onnur umvæld. Var tunnilin ikki komin, doyði út bygdin, tí bara eldri fólk búðu í Gásadali. Setti meg í bilin og koyrdi niðan ímóti bergholsmunnanum. Fór úr bilininum og tók eina mynd. Hugsaði:”Hvussu í Harrans navni hava fólk búleikast í Gásadali uttan vegasamband við umheimin og uttan ljós og vánaligt sjósamband, ótrúligt”. (Vagnur)
