
Í 2002 kom út forvitnislig bók um bilstøðina Auto, sum hetta árið fylti fimti ár. Magnus Gunnarsson, sum hevur stóran áhuga í bilum, savnaði tilfarið og skrivaði frálíku bókina. Bilstøðin byrjaði í 1952 sum P/F Taxa, sum seinni bleiv til Bilstøðina Auto. Nýggja støðin, sum vit kenna í dag, varð tikin í nýtslu í 1956. Nummarið 1-2-3-4 var lætt at minnast til hjá fólki. Eg eri mest sum uppvaksin við Auto og kom sum bilmekanikar at kenna nógvar bilførarar.

Torført er hjá ungum at skilja, at í 1952 høvdu hýruvognar ikki telefon, og eg minnist, tá ið Auto setti upp telefonboksir ymsastaðni í Havn, har tú kundi kalla á støðini um biðja um ein bil. Hýruvognarnir hjá Auto stóðu mangan við ymsu telefonboksirnar í býnum og bíðaðu eftir túri. Telefonboksirnar vórðu setta upp í 1957 og vórðu brúktar nakað inn í 1960-árini.
Í 1958 fingu bilarnir í Auto radiotelefonir. Tað var einki minni enn kollveltin innan hýruvognskoyring í Havn. Nú var samband millum støðgentuna í Auto og einstaka bilin. Eg havi skrivað áður um bilatalið síðani í 1955. Mest áhugaverda um søguni hjá Auto er umframt frálíku myndirnar er, hvussu nógvir hýruvognar vóru í Føroyum í 1955 í mun til samlaða talið av bilum. í 1955 vóru 582 bilar í Føroyum. Helvtin av bilunum vóru vøru og lastbilar og ein fimtapartur vóru hýruvognar. Meiniga fólki fekk tá ikki loyvi at keypa sær bil, tí landið vildi ikki senda “valuta” út av landinum.

Hetta broyttist í 1960-árunum, og næstu tíggju árini frá 1955 til 1965 bleiv talið av bilum fýrafaldið. Serliga seinast í 1960-árunum og fyrst í 1970-árunum tók bilasølan dik á seg í Føroyum, tí tá fóru vanlig fólk at keypa sær bil. Teir nógvu skutararnir og smáu motorsúkklurnar á vegunum fækkaðust tá við tíðini. Eg kann minnast, at telefonboksirnar fingu ikki frið fyri unglingum, sum spældi við boksirnar. Tey trýstu á knøttin og “tvætlaðu” við telefongentuna í Auto, sum mangan var ørkymlað, tí hon visti ikki altíð, um bilur skuldi sendast á staðið ella ikki. (Vagnur)