Standmyndin av dreymagentuni Tariru verður væl vitjað

Har dansar hon so vøkur, meðan spælimaðurin spælir. (Mynd Vagnur)

 

Rithøvundurin og listamaðurin William Heinesen varð føddur 15. januar í 1900 og andaðist 12. mars 1991. Á hundrað ára føðingardegnum 15. januar í 2000 varð vøkur standmynd avdúkað á vælegnaðum staði sunnanfyri Plantasjuna. Eg síggi standmyndina hvønn dag úr køksvindeyganum, og tað eru ikki hissini fólk, sum bæði tíðliga og seint vitja og taka myndir av dreymagentuni Tariru.

William Heinesen búði undir Varða, og eg síggi hann og konuna Elisu fyri mær spáka fram við ánni í Plantasjuni. William skrivaði á donskum, og bøkur hansara eru týddar til nógv mál. Pápi William var handilsmaður og hevði handil, har gamli handilin hjá Katrinu Christiansen var.

Húsini hjá Williami vinstrumegin nærmast. (Mynd Vagnur)

Mamma William var donsk, og William duldi ikki, at hann dugdi betur at málbera seg á donskum enn á føroyskum, og tað gjørdi vinmaður hansara Jørgen Frantz Jacobsen eisini. Føroyar høvdu verið í ríkisfelagsskapi við Danmark í fleiri hundrað ár, og hevði danska málið sterka støðu serliga í høvuðsstaðnum, tí har vóru donsku embætismenninir, konslar og danskir keypmenn. Børnini úr hesum umhvørvi við nógvum blandingsgiftum tosaðu danskt, og summi teirra høvdu beinleiðis danskt sum móðurmál.

Pápi William vildi hava sonin at fara til Keypmannahavnar at útbúgva seg sum handilsmann, men sjálvt um William fór í 1916 til Keypmannarhavnar at ganga á handilsskúla, var  hugurin mestur at skriva. William kom heimaftur at arbeiða í handilinum hjá pápanum, men skjótt blivu yrkingar og skaldsøgur hansara so mikið viðurkendar, at hann gavst sum handilsmaður og gjørdist burturav listamaður og rithøvuðundur.

Í smáttuni læt William tankarnar sveima, sum hann festi á blað. (Mynd Vagnur)

Fyrsta skaldsøga “Blæsende gry” kom í 1934, og í 1938 kom onnur skaldsøgan  kenda “Noatun”, og har sló William navn sítt fast millum fremstu skaldsøguhøvundar, sum skriva á donskum. William skrivaði á donskum, men nógva av tilfarinum tók hann úr heimbýnum, sum millum annað í skaldsøgunum “De fortapte spillemænd, Moder syvstjerne og Tårnen ved verdens ende”.

Mangan, tá ið eg spáki fram við Havnará, hitti eg útlendingar, sum hyggja at standamyndini, men tað eru ikki bara útlendingar, sum eru bergtiknir av dreymagentuni, sum listamaðurin Hans Pauli Olsen evnaði í 2000. Har koma skúlaflokkar og barnagarðflokkar og onnur. Har sita ung pør og halda um hvørt annað, og onkran morgun, tú hyggur út gjøgnum køksvindeygað, hevur Tarira hálsturruklæði um hálsi.

Varðveitta barnaheimið hjá Williami við Tinghúsvegin. (Mynd Vagnur)
William og konan eru grivin í “nýggja kirkjugarði” frá 1935. (Mynd Vagnur)

Øll eru góð við dreymagentuna, og mangt “klemm” hevur Tarira fingið, nú í hon í tólv ár í øllum veðri hevur staðið har so spelkin og drigið fólk til sín. Dreymagentan Tarira dansar, meðan spælimaðurin spælir. William búði upp á Varða, sum vit plaga at taka til, og har búgva synirnir Zacharias og Heini Heinesen eisini. Longur upp á trøðni er lítla smáttan hjá Williami varðveitt. Í smáttuni sveimaðu tankarnir hjá rithøvindanum og listamanninum, sum hann so meistarliga festi á blað.

Av tí at William skrivaði á donsku, eru tekstir og yrkingarnar ikki so væl kendar í Føroyum, men so sanniliga uttanlands. William gjørdi eisini tónleik, og er kendur fyri steinprentini av ymsum huldufólkum og vætrum. William var ein meistarligur rithøvundur og listamaður. (Vagnur)

Sonurin Heini býr í húsunum á Varða, Zacharias longri uppi. (Mynd Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply