
Tá ið eg tosaði við Sannu Mortensen á Argjum um hondbóltsspælið í Sandvík í 1940-árunum, nevndi hon, at íblásturin fingu tey úr Hvalba, har gentur vóru farnar at spæla hondbólt. Ikki visti eg, at Johs. Andr. Næs, sum eg kenni, var venjari hjá hvalbiargentum. Hetta segði Manne Næs beiggi hansara mær, tá eg ringdi til hansara til tess at vita, um hann visti at siga mær um hondbólt í Hvalba í 1940-árunum. – Ring til beiggja mín, tí hann var venjari og eigur myndir av hondbóltsgentunum, segði Manne. Nú havi eg tosað við 94 ára gamla Johs. Andr. Næs. Greinin er skrivað 10. januar í 2015. Johannes andaðist 5. juni 2018.
Johs. Andr. Næs hitti eg fyrstu ferð í Fuglafirði í 1978, tá eg gekk á Føroya læraraskúla og skuldi taka svimjilæraraprógv. Hann var próvdómari, og Jógvan Jensen (Egga) var lærari. Minnist, at tá vit næmingar fóru til døgurða, kom Johs. Andr. ikki við, tí hann vildi svimja sær nakrar metrar í innandurahylinum.

Áðrenn eg fór oman á Sólteig at hitta Johs. Andr. Næs kagaði eg í bókina Føroyskir fólkaskúlalærarar til tess at vita eitt sindur meira um hann.
Hann er føddur í Nesi í Hvalba 16. september 1920, og í 1942 fekk hann prógv sum lærari. Johs. Andr. Næs má hava havt stóran áhuga í ítrótti, tí í 1946-47 var hann ársskeiði á “Danmarks Højskole for Legemsøvelser” og tók prógv sum fimleika- og svimjilærari á sama skúla 1947-48.
Míni ørindi á Sólteigi, har Johs. Andr. Næs býr, vóru fyrst og fremst at fáa at vita nakað um hondbóltsspælið í Hvalba í 1940-árunum, men fyrst spyrji eg hann, nær hann fyrstu ferð kom at kenna til hondbóltsspælið, tí ítróttagreinin var ung í Føroyum, tá hann gekk á Føroya læraraskúla seinast í 1930-árunum og fyrst í 1940-árunum. Og Johs. Andr. Næs sigur soleiðis:

– Føroya læraraskúli helt tá til í gamla Realskúlanum, og norðanfyri, har Tórshavnar kommuskúli varð bygdur og tikin í nýtslu í 1956, stóð fimleikahøll nærmast skúlanum. Síðani var eisini eitt óvelt óslætt hagalendi, har vit íðkaðu frælsan ítrótt, har vit millum annað kastaðu spjót og onnur køst. Ein júti, Jokumsen, var fimleikalærari, og hann lærdi okkum at spæla hondbólt á óslætta hagalendinum. Fótbólt spældu vit í Gundadali.
– Í 1942 fekk eg prógv sum lærari, og leiðin gekk til Suðuroyar, har eg byrjaði sum lærari á Tvøroyri, Sumba og Øravík stutt skeið. Síðani var eg lærari í Porkeri í nøkur ár, til eg endaði at arbeiða sum lærari í Vági frá 1949 til 1962. Tá eg kom suður til Hvalbiar á sumri í 1942, vóru hvalbiargentur byrjaðar at spæla hondbólt, og tá eg kendi til spælið frá læraraskúlanum, var eg drigin upp í spælið. Hondbólt spældu vit bara um summarið og mest í summarfrítíðini, sigur Johs. Andr. Tá eg spyrji, hvar tey spældu hondbólt, so smílist hann, tí umstøðurnar at spæla hondbólt vóru ikki tær somu tá, sum vit nú kenna til.

– Eingin av gentunum var gift hesi árini, tær spældu hondbólt. Spælt varð á Fitjunum í Nesi. Har var ein hóskandi fløta millum vegin og Vatnið, sum nátúrliga í hagalendi var hóskandi til hondbólt. Tað var bara at gera málstengur og seta tær upp. Onnur síðulinjan á vøllinum var vegurin og hin síðulinjan var vatnið. Vøllurin var eystur og vestur.
– Málstengurnar fingu tær Edmund Berg á Breyt at gera, og tilfarið fekk hann sjálvur til vega. Millum hvørja venjing hevði Jensina Thomsen ábyrgdina av at goyma málstengurnar í einum hoyggjhúsi. Málstengurnar høvdu ein tríkant sum trífót, sum stórir steinar vórðu lagdir á undir leikinum, so tær ikki fóru um koll, sjálvt um ein bóltur brast í tær.

– Yvirleggjarin var eingin, so at venjarin mátti gera av, um málskotið var ov høgt. Av hesum stóð ongantíð nakað av trætumáli, tí hetta var spæl. Í hondbóltsliðnum vóru nógvar aðrar gentur, sum eisini vóru við til venjingarnar á Fitjunum, men hesar átta, sum á myndini eru, vóru tær, sum oftast fóru av bygdini til bæði Vágs, Tvøroyrar, Sandvíkar og Sands. Allar kvinnurnar á myndini eru farnar.
– Einaferð var farið til Sands, og hetta var í ferðalagi við fótbóltsliðnum úr bygdini, sum skuldi spæla á Sandi. Vágbingar og tvøragentur komu sjálvar við motorbáti til dyst á Fitjunum í Nesi. Hvalbiargentur fóru eisini við motorbáti av bygdini at spæla hondbólt, tær høvdu jú báði “Thor” og “Johannu” at taka til. Hetta vóru átta-tíggju tons deksbátar.

– Hesir túrarnir av Hvalba kostaðu ikki eitt oyra, og bátaeigararnir tóku ikki fyri oljuna frá hvalbiargentunum. Hetta var alt spæl millum bygdir, spæl ið dugdi, sigur Johs. Andr. Næs at enda.
Eins og nógva aðrastaðni í Føroyum, so broyttist bygdarsamfelagið í Hvalba, tá seinni heimsbardagi var av. Tey ungu fóru í allar ættir, gentur fóru út at tæna, dreingir fóru til skips, og onnur fóru av bygdini at nema sær útbúgving. Tí steðgaði hondbóltsspælið í nógvum bygdum – eisini í Hvalba. Nógvar av gentunum giftust eisini ungar, áttu børn og gjørdust heimagangandi húsmøður. (Vagnur)