Altíð áhugavert at síggja hondbóltsmynd sum hana omanfyri. Myndin er frá ólavsøkuaftan í 1963. Fremst við neistaflagginum gongur málverjin Christian Jørgensen í reyðum málmansbúna, hann sum stóð fyri at byggja Neistahúsið um hetta mundið. Christian var í nevnd neistans og stóð í málinum á besta neistaliði. Síðani koma mansspælararnir Jákup Dahl (Bass), Gunnar Ihlen og Johnny Reinert. Gunnar var kassameistari í Neistanum í nógv ár. Kendi og góði neistamálverjin Anna dóttir Nigga undir Kletti gongur aftanfyri Johnny, og síðani kemur Rannvá Hanusardóttir, sum er trettan ára gomul á myndini. Minnist væl Onnu í neistamálinum, hesin lívsglaði málverjin altíð í góðum lag. Læs resten
Kategoriarkiv: Óbólkað
Hvussu langt aftur í barnarárini minnast vit í veruleikanum?
Tá eg ein dagin í myndagoymsluna hjá mammu sá nakrar myndir frá barnaárunum, kom eg at hugsa um, hvussu langt aftur í tíðina vit veruliga minnast.
Ikki havi eg gott barnaminni, tí eg minnist tildømis ikki, hvørjar næmingar eg gekk í fyrsta flokki saman við í Nonnuskúlanum. Jú, kanska nakrar heilt fáar. Kenni fólk, sum minnast alt millum himmal og jørð frá barnaárnum sjálvt ymsar smálutir. Men hvat siga serfrøðingar á økinum.
Í veruleikanum er ikki tann stóri munurin, hvussu langt aftur vit minnast. Kanningar vísa, at vit í miðal minnast aftur til vit vóru 3,5 ár í miðal. Tó minnast summi aftur, tá tey vóru 2,5 ára gomul, meðan onnur minnast bara aftur til um 4 ára aldur. Evnini at minnast og hugsa eru ikki ment hjá børnum fyrr enn um henda aldur. Læs resten
Æðuvík er 125 ára gomul bygd í Runavíkar kommunu

104 fólk búgva í Æðuvík (Hetta var í 2015). Bygdin er partur av Rúnavíkar kommunu og hoyrir til Nes kirkju.
Nú ein dagin fekk eg í hondina bókina Æðuvík – eitt 100 ára minni. Bókin er 56 blaðsíður og áhugaverd, og nú bleiv eg forvitin, tí altíð er áhugavert at lesa, hví fólk fyri 125 ára síðani settu seg niður í Æðuvík. Sambært bókini var tað av tilvild, at fólk júst tá settu seg niður í Æðuvík, har í dag búgva um hundrað fólk. Æðuvík er vøkur bygd. Skrivað í 2015. Læs resten
Tað býr stórur ”havnarpatriotur” í mær, segði Martin Kúrberg, sáli

Martin Kúrberg var formaður í Havnar róðrarfelag árini 1965-1968 og 1971-1973. Hann var snarsintur, hittinorðaður og ikki skorin fyri tunguband.
Havnar róðrarfelag fylti 90 ár 25. juni. Í hesum sambandi komi eg at hugsa um Martin Kúrberg, sála, sum brendi fyri kappróðri og var formaður í felagnum, tá eg sum unglingi kom oman í Álaker.
Kom at kenna Martin (1912-1992) serliga í trimum umførum. Fyrst sum smádrongur, tá Martin mangan koyrdi við lastbili fyri Smæruna, har pápi mín arbeiddi, síðani niðri í Álakeri, har Martin var formaður í Havnar róðrarfelag árini 1965-1968, og so tá Martin og tey búðu á trøðni við Oyggjarvegin. Martin var góður við meg sum unglingi, hann var bersøgin, hittinorðaður og tók mangan nakakð harðliga til orðanna. Læs resten
Úr myndasavninum – Vit gita, hvat ár myndin er tikin?
Tá eg skrivaði greinina um Jón Hansen, sála, sá eg omanfyri mynd í eini myndabók, sum eg lándi frá abbasoninum Jón Hansen. Altíð spennandi at finna útav, nær myndin er tikin. Myndin er frá einaferð í 1960 -árunum. Havi serliga Tjaldrið og Sjómansskúlan at meta meg eftir. Tjáldrið, sum vit síggja í krókinum við pakkhúsið hjá Skipafelagnum, varð selt til Kili í 1967 og strikað úr føroyska skipalistanum 30. januar 1968.
Sjómansskúlin uttast til høgru á myndini varð vígdur 4. januar 1962. Við teym á Vesturvág síggja vit gamla Trónd og Tórshavn. Í krókini høgrumegin Tjaldrið sæst mjólkabáturin Sigmundur. Uttan iva er tað saltdampari, sum liggur fyri teym í Nólsoyarfjørði. Á myndini er Molin ikki longdur til núverandi longd. Løgið at hugsa sær, at vatnbrunnurin, sum vit síggja niðast vinstrumegin einaferð kundi útvega stóran part av Havnini vatn. Mítt uppskot er, at myndin er tikin í 1964. (Vagnur)
Lív M. Venned stýrdi Tjaldrinum, sum í summar vann FM-heitið

Overfegin Lív M. Venned róðurskvinna umborð á Tjaldinum eftir fjarðastevnusigurin í Vestmanna. Mynd: Jan Herman Hansen.
Síðani eg skrivaði fyrstu kappróðrargreinina í 1980-árunum, hevur mær altíð dámað væl, tá smærru róðrarfeløgini ella bátar bjóða av og vinna, sum vanliga ikki eru frammi í oddinum. Havi sæð nakrar róðrar í Kringvarpinum, og longu í norðoyastevnu fekk eg eyguni á 5-mannafarið Tjaldrið við kvinnum, sum róði ómetaliga væl. Long kraftmikil tøk og ryggin í tøkini.
Tjaldrið við kvinnum plagdi ikki at vera frammi í oddinum, tí gjørdist eg forvitin, hví tað júst eydnaðist í summar. Og alt hevur sína søgu. Havi hitt róðurskvinnuna umborð á Tjaldrinum Lív M. Venned og spurt hana, hvussu tær so óført hava telvað seg fram at vinna seks FM-róðrar í summar og harvið meistaraheitið. Og Lív sigur:
– Í 2020 mannaðu svimjarar úr Ægir úr Klaksvík Tjaldrið. Tær kláraðu seg bara væl, og tær náddu at koma fram í triðja plássið. Í fjør kom eg stýra Tjaldrinum, og hetta kom at vera spennandi uppgáva, tí eg havi ikki róð sjálv men spælt fótbólt. Vit kláraðu okkum hampuliga og vóru til dystin fúsar at rógva aftur í summar. Læs resten
Hans Petur Brekkstein var vrakaður umborð á Argjabátinum – men vann FM-heitið við Knørri
Eitt er at fylgja kappróðri á staðnum ymsastaðni kring landið ella í Kringvarpinum, annað eru tær óteljandi áhugaverdu søgurnar, sum eru innanborða í føroyskum kappróðri. Ætlaði ikki at skriva meira um kappróður, men eg haldi, at tað er undrunarvert, at Hans Petur Brekkstein í sama kappingarári fyrst verður eftir norðoyastevnu ”blakaður” úr Argjabátinum og síðan vinnur FM-heitið við Knørri, sum vann allar róðrarnar í summar.
Kom at kenna Hans Petur í fjør, tá hann róði við Gongurólvi. Kendist við navnið, tí hann er abbasonur Hans Petur Breikkstein, sála, bónda á Velbastað, og sum eg kendi væl. Plagdi sum ungur at hoyggja hjá teimum á Velbastað, tá Johan Petur pápi Hans Petur var ungur. Havi hitt 31 ára gamla Hans Petur, sum má sigast at havt serligt kappróðrarár í summar. Hann sigur:
– Sum yngri róði eg við Jarnbardi og Jallinum í Róðrarfelagnum Knørri, róði tvey ár við Havnarbátinum og í fjør við Gongurólvi. Vit ætlaðu at manna bátin aftur í summar, men tað bleiv av ongum, men so var eg biðin at koma umborð á Argjabátin, sum er flaggskipið á Argjum. Hugsaði, at hetta kundi gerast spennandi avbjóðing og tók av.
– Ògvuliga spennadi og stuttligt at venja á Argum, lagið var bara gott, og eg treivst væl. Men tá vit fóru í bátin, minkaði gleðin, tí tað sýntist, at róðrarlagið umborð at Argjabátinum var øðrvísi, enn eg kendi frá øðrum bátum. Eg sat í rúminum, og tað gekk strilti hjá mær at finna rætta stevið, sjálvt um eg var í góðari venjing og orkaði minst líka væl sum aðrir umborð. Læs resten
Úr myndasavninum – Í 1977 broyttist býarmyndin í Steinatúni

Minnist væl handilin hjá Karl F, sum var tikin niður, tá Bøkjarabrekka og Jóannesar Paturssonargøta vóru bundnar saman. (Mynd Havnin – fólk og yrki)
Myndin omanfyri er áhugaverd fyri serliga okkum, sum minnast handilin hjá Karl F. Johansen. Karl hevði matvøru- & slaktarahandil í Steinagøtu frá 1920 til 1940, tá Karl andaðist. Handilin var á horninum Tórsgøta/Steinatún. Familjan helt fram at handla eftir 1940, og eg minnist væl, tá eftirkomararnir hjá Karl F stóðu fyri handlinum. Í 1977 skuldi Bøkjarabrekka og Jóannesar Paturssonargøta bindasta saman, og tá vóru húsini hjá Karl F, sum húsini og handilin vóru rópt, tikin niður. Løgið at hugsa sær, at tá var Tórsgøta ein av høvuðsgøtunum í Havn. Á myndini síggja vit ein ljóssteyra “lyktapela”, sum teir tá vóru nevndir. Hesir ljóssteyrar er søga, tí nú verða allir el-kaðalar lagdir í vegirnar. Komi at hugsa um pápa mín, sum var føddur í 1913 í húsi við Tórsgøtu til høgru longri uppi í brekkuni. Hann plagdi at siga okkum, at tey plagdu um veturin at skreiða á sledu oman Tórsgøtu og kappast um, hvør kom longst út á bryggjuna niðri í Vágsbotni. Økið í Steinatúni er nógv broytt hesi fýrati árini, síðani Bøkjarabrekka og Jóannesar Paturssonargøta vóru bundnar saman í 1977. (Vagnur)
15% av føroyingum gerast bundnir av rúsdrekka
Hvørja ferð eg hoyri um syndarligar vanlukkur, kemur mær til hugs, hvussu nógv rúsdrekka er atvoldin er til í okkara samfelagi. Hetta sært tú ikki sum ungur, men hetta gerst klárari jú eldri tú gerst og kemur í mín aldur. Vit ballaðust eisini, vóru limir í “ølklubba”, koyrdu rukkukoyring sjálvandi við edrúum bilstjóra og tóku mangan ov rívan til av rúsaða løginum. Skrivað í 2015. Læs resten
Úr myndasavninum – Søgulig róðrarmynd um farna róðrartíð
Í sambandi við 30 ára stovningardagin hjá Havnar Róðrarfelag gav Ítróttasamband Føroya í 1962 felagnum vakran málning. Málningin málaði listamaðurin Sigmundur Petersen, sáli. Átta ár seinni kundi FM-róðrar ikki rógvast inn í Vágsbotn. Í neystinum hjá Havnar Róðrarfelag hongur vakur málningur, sum sigur nógv um farnar ólavsøkuróðrar. Í 1962 fylti Havnar Róðrarfelag 30 ár og á háðtíðarhaldi hjá felagnum lat ÍSF málning í føðingardagsgávu. Á silvurplátuni er at lesa:”Ólavsøkuróðrar 1887 – 1962”. Skrivað í 2015 Læs resten





