Úr myndasavninum – Søgulig róðrarmynd um farna róðrartíð

Sigmundur Petersen, sáli, málaði málningin í 1962. (Mynd Christopher)

Í sambandi við 30 ára stovningardagin hjá Havnar Róðrarfelag gav Ítróttasamband Føroya í 1962 felagnum vakran málning. Málningin málaði listamaðurin Sigmundur Petersen, sáli. Átta ár seinni kundi FM-róðrar ikki rógvast inn í Vágsbotn. Í neystinum hjá Havnar Róðrarfelag hongur vakur málningur, sum sigur nógv um farnar ólavsøkuróðrar. Í 1962 fylti Havnar Róðrarfelag 30 ár og á háðtíðarhaldi hjá felagnum lat ÍSF málning í føðingardagsgávu. Á silvurplátuni er at lesa:”Ólavsøkuróðrar 1887 – 1962”. Skrivað í 2015

Hetta sigur okkum somikið, at longu í 1887 varð skipað fyri ólavsøkuróðri í høvuðsstaðnum. Róð varð í útróðrarbátum, og hevur tú hug at vita meiri um eldri ólavsøkuróðrarnar, so er áhugavert tilfar at lesa í bókini Drekin, sum Niels Juul Arge, sáli, skrivaði. Róð varð inn í Vágsbotn til og við í 1970, tá nú longdi Molin forðaði bátunum at rógva av Gulanum við Argjaboða og inn í Vágsbotn.

klk
Heilt nógvir áksoðarar sóu ólavsøkuróðrarnar. Áskoðarar úti í Bakka og á Vestaru bryggju.

Tað var óvísur dámur yvir ólavsøkuróðrar fyri 1962. Kappróðrarbátarnir stóðu til framsýningar á Kongabrúnni, og tá ið bátarnir róðu út á málið, varð fyrst róð fram við bryggini í Vágsbotni at heilsa ólavsøkugestunum. Tað var vøkur sjón at síggja niður í bátarnar, meðan rógvararnir veittraðu til nógvu áskoðararnar. Ikki var framkomandi í Vágsbotn á ólavsøku, tí tá var eisini stórur áhugi fyri føroyska kappróðrin. Ólavsøkuróðurin var hæddarpunktið á ólavsøku, eingin ivi um tað.

Tíanverri forðaði longdi Molin eftir 1970 bátunum at rógva 1500 metrar og 2000 metrar. Í 1971, 1972 og 1973 vórðu royndir gjørdar at rógva 1000 m, 1500 m og 2000 m uttanfyri Molan. Róð varð frá Argjalandi fram við Molanum, men nógvi streymurin var so darvandi, at royndirnar mestsum miseydnaðist og vórðu sleptar. Áskoðararnir stóðu á Molanum og á Skansanum.

Núverandi ólavsøkuteinurin er 901,25 metrar. (Mynd Vagnur)
Núverandi ólavsøkuteinurin er 901,25 metrar. (Mynd Vagnur)

Síðan 1974 hava FM-bátarnir róð 1000 (901,25) metrar frá Argjalandi og inn undir pakkhúsini hjá Skipafelagnum. Vit, sum eldru eru, minnast góðu løturnar í Vágsbotni, tá ið vit bíðaðu eftir tíggju 10-mannaførum, sum róðu av Gulanum og inn í Vágsbotn. Tað var í 60 árunum, at sumbingar í fjølmiðlunum lovaðu ólavsøkugestunum, at vunnu teir ikki á ólavsøku, so ótu tær bátin eftir róðurin. Eitt er tó vist, at Sumbingur er ikki etin, tí hann stendur í neysti í Sumba.

Einaferð var roynd gjørd at rógva á ólavsøku uttan fyri Molan fram við Skansanum. Men hetta riggaði ikki væl. (Mynd Vagnur)
Royndir vóru gjørdar á ólavsøku uttan fyri Molan fram við Skansanum. Men hetta riggaði ikki væl. (Mynd Vagnur)

Eftir ólavsøkuróðurin stóðu allir kappróðrarbátarnir á Kongabrúnni til stóra gleði fyri ólavsøkugestirnar, sum eisini á miðaru nátt leitaðu oman á Kongabrúnna at hyggja at kappróðrarbátunum. Mangt reypi var at hoyra við nógvu bátarnar. Tá í tíðini vóru sjálvir bátarnir hægri í metum millum fólk, enn teir eru í dag. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply