
Hvørja ferð eg hoyri um syndarligar vanlukkur, kemur mær til hugs, hvussu nógv rúsdrekka er atvoldin er til í okkara samfelagi. Hetta sært tú ikki sum ungur, men hetta gerst klárari jú eldri tú gerst og kemur í mín aldur. Vit ballaðust eisini, vóru limir í “ølklubba”, koyrdu rukkukoyring sjálvandi við edrúum bilstjóra og tóku mangan ov rívan til av rúsaða løginum. Skrivað í 2015.
Ein dagin sat eg í kaffihúsi og prátaði við mann um rúsdrekka, tí hetta hevur mín áhuga, sjálvt um lítið og einki er drukkið síðani einaferð í 80-árunum. Í lítla løtu taldu vit tretivu menn, sum vit kendu í Havn, sum vóru deyðir beinleiðis av rúsdrekka. Summir rukku ikki 40 ár og aðrir ikki 50 ára aldur. Rúsdrekka fekk kvørkratak á menninar longu á ungum árum, og sum at enda førdi til deyða.
Allar kanningar uttanlands siga, at av teimum, sum smakka sær á á ungum árum, gerast millum fimtan og tjúgu prosent bundin av rúsdrekka seinni á lívsleiðini. Hetta kemur sníkjandi, sum árini ganga. Flestu føroyingar megna og duga at umgangast rúsdrekka, teir drekka í veitslulag, drekka eitt glas av víni ella eina øl aftur við matinum og passa sjálvandi sítt arbeiði. Men so eru tað hini, sum ikki duga at fara um rúsdrekka og gersta bundin av rúsaða løginum.
Eg havi upplivað tíðina við “kvartalsdrankarum”, hvítar flamingokassar, “øl-klubbar”, at Rúsan kom í 1992, og at loyvt var nú at skeinkja á hvørjari matstovu. Fór spurningur út til fólkaatkvøðu, um loyvt skal vera at selja alt rúsdrekka í vanligum handlum, so hevði eg svara “ja”. Sum unglingar fingu vit fatur í øllum tí rúsdrekka, vit ynsktu, bara vit høvdu nóg mikið av peningi. Eg dugi ikki at skilja, at “Okkara” og “Føroya Bjór” kunnu hava egnar sølubúðir, tá ið ikki er loyvt at selja sterkt øl í handlunum. Men Føroyar er eitt land, har dubultmoralurin trívist ómetaliga væl.
Tað er ymist, hvussu fólk gerast bundin av rúsaða løginum. Summi melda seg úr samfelagnum eina viku ella báðar tvær nakrar ferðir um árið, sleppa samfelagsendanum og fara inn í rúsaða dreymalandið. Onnur drekka hvørt vikuskifti, meðan uppaftur onnur smakka sær á mest sum hvønn dag í viku. Landið forvinnur stórar upphæddir av rúsdrekka, tí er ógvuliga umráðandi, at landið eisini er við, tá ið niðurbundnu sálirnar muga hava hjálpt antin á Heilbrigdi ella Blá Kross. Og tað eru nógv fólk, sum við hjálp fóta sær aftur.
Eg haldi, at vit á ein ella annað hátt sópa brennivínstrupulleikan inn undir stovuteppið, tí sjálvt um fólk drekka seg í hel ella vanlukkur henda av brennvínsávum, so tosa vit lítið og einki um hetta. Men verður persónur tikin við nøkrum grammum av hasj í flúgvara ella umborð á Norrønu, so eru tíðindini beinanvegin í fjølmiðlunum. Tað er, sum tað er loyvt og góðtikið millum manna, at fólk fara út av eggini orsaka av rúsdrekka.
Vit hava kanska tað áskoðan, at hetta mugu fólk sjálvi um. Skal persónur sleppa rúsaða løginum, so má hann fyrst og fremst vilja tað sjálvur. Eg fekk aðrar fatan um alt hetta, tá ið eg las bókinum, sum segði frá virkseminum sum Njál Djurhuus og konan framdu í Noregi. Mangan eru tað smæðin fólk, og fólk sum berjast við einsemi djúpt í sálini, sum gerast bundin av rúsaða løginum.
Ikki eri eg rætti persónurin, sum skal prædika fyri fólki, men eg vil bara vísa í hesi grein, hvussu høgan kostnað eitt samfelag sum Føroyar má gjalda orsaka av rúsdrekka. (Vagnur)