Lív M. Venned stýrdi Tjaldrinum, sum í summar vann FM-heitið

Overfegin Lív M. Venned róðurskvinna umborð á Tjaldinum eftir fjarðastevnusigurin í Vestmanna. Mynd: Jan Herman Hansen.

Síðani eg skrivaði fyrstu kappróðrargreinina í 1980-árunum, hevur mær altíð dámað væl, tá smærru róðrarfeløgini ella bátar bjóða av og vinna, sum vanliga ikki eru frammi í oddinum.  Havi sæð nakrar róðrar í Kringvarpinum, og longu í norðoyastevnu fekk eg eyguni á 5-mannafarið Tjaldrið við kvinnum, sum róði ómetaliga væl. Long kraftmikil tøk og ryggin í tøkini.

Tjaldrið við kvinnum plagdi ikki at vera frammi í oddinum, tí gjørdist eg forvitin, hví tað júst eydnaðist í summar. Og alt  hevur sína søgu. Havi hitt róðurskvinnuna umborð á Tjaldrinum Lív M. Venned og spurt hana, hvussu tær so óført hava telvað seg fram at vinna seks FM-róðrar í summar og harvið meistaraheitið. Og Lív sigur:

– Í 2020 mannaðu svimjarar úr Ægir úr Klaksvík Tjaldrið. Tær kláraðu seg bara væl, og tær náddu at koma fram í triðja plássið. Í fjør kom eg stýra Tjaldrinum, og hetta kom at vera spennandi uppgáva, tí eg havi ikki róð sjálv men spælt fótbólt. Vit kláraðu okkum hampuliga og vóru til dystin fúsar at rógva aftur í summar.

Frálík mynd av Tjaldrinum, sum Jan Herman Hansen tók. Kraftmikil tøk og ryggin í takið.

– Í desember mánað fyri árskiftið byrjaðu vit at venja, men rógvarar gjørdust skaddir, og lagið var einki serligt frá byrjan og ikki lætt at finna aðrar rógvarar. Men í mars mánað eftir eina innandurakapping ringdi Turið S. Christiansen, sum hevði róð við Erlu Kongsdóttir til pápa mín Martin Venned at spyrja, um hon og Asta Sofía á Reynatrøð, sum eisini róðu við Erlu Kongsdóttir, um pláss var umborð á Tjaldrinum. Turið og Asta Sofía, sum eru úr Leirvík, eru royndir rógvarar, sigur Lív.

Lív er dóttir Martin Venned, sum vit kenna frá kappsvimjing og kappróðri. Martin hevur róð við Eysturoyingi, Klaksvíkingi og Havarbátinum. Hann var eitt skifti venjari hjá ÍF kappróðri, og hann hevur eisini lagt lag á umborð á Tjaldrinum. Per beiggi Lìv hevur eisisi róð við Klaksvíkingi og róð við bátum í Runavík. Og Lív heldur fram.

Fegnar kvinnur við steypi eftir sigurin á fjarðastevnuni í Vestmanna. Frá vinstru:  Turið S. Christiansen, Linda Lamhauge, Edna Maria á Regni Højgaard, Lív M. Venned, Kristina Høgagarð, Torgerð Gaardlykke og Asta Sofía á Reynatrøð. (Mynd Jan Herman Hansen)

– Turið og Asta Sofía vóru kærkomnar og komu við nýggjum hugburði umborð á Tjaldrið, sum tær tóku við sær frá Erlu Kongsdóttir, sum ikki róði í summar. Hetta at venja rætt bæði uppi á landi og í bátinum. Pápi mín hjálpti eisini, so tað sá lovandi út frá byrjan. Samhaldið gott, góður stríðsandi og hugburður umborð.

– Vit vunnu seks av sjey róðrum og taptu fyri Leikalind á sundalagsstevnu, men vit fóru ikki niður við nakkanum og herjaðu áaftur til tess at vinna næstu stevnu. Við árarnar umborð á Tjaldrinum vóru tríggjar kvinnur av Toftum, tvær úr Leirvík og ein úr Runavík. Sjálv eri eg úr Søldafirði, sigur Lív at enda.

Martin og Lív Venned á Bursatanga á ólavsøku.

Áhugavert at hoyra  og hugaligt, at tað eydnaðist Tjaldrinum í summar at bjóða av heilt frammi í oddinum við rættari venjing, góðari manning og røttum hugburði. Nærmasti kappingarneystarnir hjá Tjaldrinum vóru serliga Leikalind úr felagnum Tindi, Fípan Fagra úr Klaksvík, Svanur av Skála og Blikur av Argjum

Hyggja við tíggju ár aftur í tíðina, so vann Havfrúgvin FM-heitið í 2013, Erla Kongsdóttir í 2014, 2015 og 2016. Jallurin vann í 2017, Erla Kongsdóttir í 2018, 2019 og 2020, Firvaldur í 2021 og Tjaldrið í 2022.

Tá talan er um kvinnu – og genturóðrar, so kunnu vit fegnast um, at vit fingu býtt genturóðrarnar upp í aldursbólkar. Nýggju gentubátar 14-16 ár róðu á ólavsøku og fimm gentubátar 17-18 ár. Frálíkt og meira rættvís kapping, har enn fleiri gentur fáa góðar upplivingar. Hetta, at fleiri uppliva og merkja sigursróman og fáa heiðursmerki. (Vagnur Michelsen)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply