
Havnar róðrarfelag fylti 90 ár 25. juni. Í hesum sambandi komi eg at hugsa um Martin Kúrberg, sála, sum brendi fyri kappróðri og var formaður í felagnum, tá eg sum unglingi kom oman í Álaker.
Kom at kenna Martin (1912-1992) serliga í trimum umførum. Fyrst sum smádrongur, tá Martin mangan koyrdi við lastbili fyri Smæruna, har pápi mín arbeiddi, síðani niðri í Álakeri, har Martin var formaður í Havnar róðrarfelag árini 1965-1968, og so tá Martin og tey búðu á trøðni við Oyggjarvegin. Martin var góður við meg sum unglingi, hann var bersøgin, hittinorðaður og tók mangan nakakð harðliga til orðanna.

Foreldrini hjá Martini vóru Hansina og Karl á Kák, sum búðu á Reyni. Martin og tey vóru seks systkin:Tummas, Óli, Hannis, Martin og systrarnar Olevina og Kristina róptar ávikavist Vina og Gitan. Eg kendi Óla og Tummas, sum var pápi Kem Poulsen, sála. Martin og tey høvdu Poulsen sum eftirnavn, og mær er sagt, at Martin fekk sær eftirnavnið Kúrberg tíðliga undir krígnum, tí postur kom so mangan í bland.
Martin var føddur í Nólsoy, haðani mamman var ættað. Tá Martin var um fýra ára gamal, flutti húskið til Havnar og búsetti seg úti á Reyni. Tó var Martin eftir í Nólsoy, til hann var tólv ára gamal, og vaks upp hjá ommuni og abbanum. Um orðið Rollan er at siga, at tað var Karl á Kák pápi Martin, sum var róptur Rollan, og tí blivu børnini rópt Rolluungarnir. Hetta var ikki happing men eyknevni, sum nógv høvdu tá í tíðini.

Mia Trónd, vermamma mín, arbeiddi sum ungur tannlækni hjá Kaaber úti í Tinganesi, og Hansina og Mia komu at kennast væl og seinni gjørdust Martin Kúrberg og konan Hanna (1913-1987) væl við Miu og Hanus og gjørdust vinfólk. Uttan iva eisini tí mamma Karl á Kák var úr Skúgvi, haðani Hanus eisini var.
Martin og konan Hanna, sum var av Toftum, áttu synirnar Jørleif (1941-2018), Páll (1946-2001) og Oddmar (1951-2012), sum vit kendu heilt væl. Jørleif var málverji í B36 og Kyndli, Páll spældi við HB og sang í poppbólki, og Oddmar spældi hondbólt í Neistanum, har vit báðir komu at kennast væl. Tey eru øll farin.

Martin og Hanna búðu upp á Heygsbreyt, men í 1979 bygdu tey sær hús á trøðni við Oyggjarvegin, har eg kom á gátt, tí Mia Trónd sendi meg mangan niðan við bløðum og bókum til Martin. Martin var áhugaverdur maður at práta við, og hann gav mangan til kennar, hvussu stórur ”havnarpatriotur” hann var. Hann fylgdi væl við í samfelagsviðurskiftum, og hann legði ikki fingrarnar ímillum í orð og tal.
Serliga minnist eg Martin, tá eg sum unglingi mangan sat í lastbili hansara, sum koyrdi seyð og neyt frá mjólkabátunum niðan í Smæruna, og onkuntíð var farið til Velbastaðar ella Kirkjubøar eftir seyði, eini kúgv ella tarvi til Smæruna. Martin koyrdi nógv fyri Posthúsið, hagar hópatal av postsekkjum vóru koyrdir frá Drotningini ella Tjaldrinum av Eystaru bryggju. Postur skuldi jú eisini av landinum aftur.

Minnist Martin sum snarsintan, stuttligan og áhugaverdan mann. Hoyri fyri mær Martin øsa seg, tá onkur bilførari koyrdi ov seint ella ikki helt ferðslureglurnar.
Erhardt Næs var formaður í Havnar róðrarfelag, tá eg sum tólv ára gamal kom í Álaker, tí eitt systkinabarn mítt stýrdi Ørvi. Stýrdi sjálvur Sílinum í tvey ár og eitt Ørvi fyri síðani at kasta meg yvir hondbóltspælið. Í 1965 gjørdist Martin formaður í felagnum, og hetta merktist ógvuliga skjótt.

Minnist, at Martin legði stóran dent á at venja meira og at orka. Hann eggjaði monnum at fara fyrr í bátarnar enn bara nakrar fáa dagar undan stevnu. Bátarnir skuldu flotast flaggdagin og rógvararnir skuldu renna meira og orka betur. Manning upplivdi at seta seg í lastina hjá Martini og vera sleptir av á Velbastaðhálsi fyri at renna heimaftur í neystið í Álakeri.

Martin helt eisini, at menn vóru ikki í nóg góðari venjing og skuldu taka kappróðurin í størri álvara. Fyrireika seg betur til róðrarárið. Í 1966 blakaði Martin Kúrberg manningina á Ørvi í land og útvegaði nýggja manning, og Ørvur vann bæði á vestanstevnu í Sørvági og á ólavsøku. Á ólavsøku hetta árið gav Kjartan Mohr hvørjum rógvara, sum vann, lítið steyp, sum vit síggja á myndini omanfyri..

Síggi í bókini Drekanum, at Martin longu sum smádrongur gjørdist bitin av kappróðri, tí pápi hansara róði við 8-mannafari, sum nólsoyingar høvdu lánt av Toftum. Fyrst í 1930-árunum róði hann við Nótabátinum, sum var 10-mannafar. Í 1943 gjørdist Martin nevndarlimur í Havnar róðrarfelag og saman við formaninum Niels Juul Arge og nevndarliminum Johan við Stein tóku teir stóra stigið at byggja felagnum neyst. Teir endurreistu Hornaneystið í Álakeri, har felagið kom at halda til til miðskeiðis í 1970-árunum, tá nýtt neyst var bygt.
Martin var eisini formaður í Havnar róðrarfelag 1971-1973, ja, so kendu fólk hann eisini sum formann í Havnar arbeiðsmannafelag. Myndirnar havi eg fingið frá Randi Kúrberg abbadóttur Martin. Randi róði sjálv við Sílinum og býr í húsunum hjá abbanum og ommuni við Oyggarvegin. (Vagnur Michelsen)
