Fyrstu FM-róðrarnir á norðoyastevnu eru altíð serligir, tí vit kenna ikki styrkuna á øllum manningunum, og teir bestu bátarnir liggja ikki borð um borð. Næstu FM-róðrar eru eisini serligir, tí nú kenna vit bestu bátarnar frá norðoyastevnu, og nú liggja bestu bátarnir borð um borð. Róðrarnir í Hvalvík vóru eisini serligir, tí tað gekk sum tað gekk við fyrireikingini. Hetta kunnu vit ikki gera umaftur, og vit síggja fram til leygardagin, tá manningarnar rógva í Runavík. Hvat kunnu vit vænta okkum? Læs resten
Forfatterarkiv: vagnur
Nú er kvirt, friðsælt og sera vakurt á Fútakletti og á Oyrargjógv
Seinasta leygardag koyrdi eg vestur í Vágar og steðgaði á Oyrargjógv. Har var friðsælt og vakurt. Tankarnir reikaðu hesa løtuna, og nógv vóru minnini frá tíðini, vit fóru vestur í Vágar at spæla hondbólt. Minniligar løtur á Oyrargjógv, men eisini langar løtur at bíða eftir Bragd og seinni bilferjuni Sam. Ikki eri eg nakrantíð komin á land á Fútakletti, men hava siglt til Miðvágs á sinni við Vesturleið, sum sigldi millum Havnina og Miðvág. Fyrst í 1960 – árunum byrjaðu teir at gera Oyrargjáarvegin frá gamla Fútakletsvegnum, og í 1965 var atløgubryggjan tikin í nýtslu. Og hetta var júst um tað mundið, tá Oyggjarvegurin varð bundin saman. Hetta var 6. juni 1966, eftir at vit í eina tíð máttu ganga millum vegirnar upp á oynnni við Hórisgøtu. Læs resten
Hví skulu allir skúlanæmingarnir flytast úr miðbýnum
Ein dag í seinastu viku stóð eg í Tórsgøtu og eygleiddi skúlanæmingar, sum høvdu fríkorter. Gott lag børnunum, har nøkur spældu fótbólt, og onnur spældu sær í Grasagarði. Hesar skúlastovur vóru bygdar í 2005, tí plásstrot var í stóra Tórshavnar kommunuskúla. Hugsaði hesa løtuna um nýggja skúlabygnaðin. Her standa tríggir skúlar, sum allir vera niðurlagdir, og longri uppi er Sankta Frans skúli, sum ikki sleppur at hava framhaldsdeild. Hetta kann ikki vera rætt. Hví vilja býráðspolitikararnir við forkvinnuni í mentanarnevndini á odda flyta næmingarnar úr miðbýnum. Hvat er endamálið, tí næmingar skapa lív, og tað er júst lív, sum fólk vilja hava í miðbýnum. Læs resten
Eingin hanafótur var at halda fasta startinum í Hvalvík

Her síggja vit barnamaningar í Hvalvík leygardagin. Stórur bogi er í startinum, tí eingin hanafótur er festur í startin. (Mynd heimasíðan)
Á myndini omanfyri liggja trettan barnamanningar við startin í Hvalvík – trettan dreingjamanningar. Eg havi tosað við róðrarmann, sum eygleiddi, hvat fór fram úti á málinum, tá hesir trettan barnamanningar lógu við fasta startin í so langa tíð, og fyrireikararnir ikki fingu fasta startin at rigga. Sum tit siggja, so er einki galið við veðrinum, men tað er galið við startinum, sum liggur í stórum boga. Róðrarmaðurin sigur soleiðis við undirritaða. Læs resten
Fleiri óvæntað úrslit á sundalagsstevnuni í Hvalvík

10-mannaførini vóru jøvn í Hvalvík. Teir umborð á Havnarbátinum fingu veruligan uppreisn frá norðoyastevnu. (Mynd Teitur)
Ein sálarfrøðingur hevði kanska kunnað sagt mær, um tað ávirkar úrslitini, at rógvarar soleiðis skulu bíða tímar til tess at sleppa at rógva. Kroppurin og harvið sálin ger seg til reiðar til ávísa klokkutíð eins, tá tú fert til próvtøku í skúlanum. Men henda klokkutíðin flutti seg alla tíðina í Hvalvík. Vit skrivaðu føroyska róðrarsøgu í Hvalvík leygardagin, tí eitt var, at 175 barnarógvarar vóru sendir til hús vegna út av lagi vánaliga fyrireiking, men eisini tað, at seinastu skotini brusti fyri 10-mannaførunum, tá klokkan slerdi 19.46 á kvøldi. Syrgiligt, at slíkt skal koma fyri enn einaferð, og allan dagin í gjár og kvøldið við, hevði eg ikki góða róðrarkenslu. Læs resten
Føroyskur kappróður bumbaður nógv ár aftur í tíðina
Nú havi eg skrivað um kappróður síðani 1980-árini, men ongantíð havi eg upplivað slíkt sum í dag. Hetta líkist svartasta ongum, tí júst tað, sum hendir í Hvalvík, havi eg skrivað um í fleiri ár, ja líka síðani vit fingu fasta startin. Havi í nógv ár ført fram, at eitt fast lønt toymi má fylgja startinum og øllum stevnum. Vit minnast jú upplivingarnar í Sørvági fyri nøkrum árum síðani, tá var sama skili. Vit skulu eisini minnast til, at vit mistu 1500 og 2000 metrar teinarnar, tí nøkur feløg vístu á, at longu teinarnir var orsøkin, at tað tók so langa tíð at avgreiða róðrarnar. Eg royndi í míni skriving at vísa á, at á summum plássum í Føroyum til dømis á Skálafjørðinum gekk væl at avgreiða allar róðarnar á øllum teinum í tveir tímar. Læs resten
Føroysk róðrarsøga hevur mín heilt stóra áhuga

Fípan Fagra manning í 1936: Aftara rað frá vinstru: Lisa Rasmussen, Skála, Ebbemia Holm Jacobsen, Havn, Sanna Hansen, Klaksvík, Johanna Katrina Debess, Oyri. Fremra rað: Lena Gaard, Oyndarfjørður, Martha Clementsen, Elduvík, Zacharia Petersen, Klaksvík. Kelda: Norðoyastevnan 50 ár 1936-1986, Bóklingur, útgivin av norðoyastevnunevndini í samráð við John Reid Bjartalíð.
Tá eg sá 80 ára gomlu góðu myndina omanfyri á Gamlar myndir úr Klaksvík, frøddist eg almikið. Áhugavert eisini at lesa viðmerkingarnar til báðar myndirnar, har eftirkomarar hjá hesum rógvarum leggja upplýsingar aftrat myndunum. Tey siga, at myndin er frá 1936, og at hetta er fyrstu ferð, at Fípan Fagra er mannað við kvinnum. Í 1982 gav Niels Juul Arge út bókina Drekin í sambandi við, at Havnar róðrarfelag fylti 50 ár. Í bókini sæst hvørjar manningar rógva á ólavsøku frá 1932 til 1982, tá bókin kom út. Eg at leita í bókini eftir Fípuni Føgru úr Klaksvík. Læs resten
Tað grør um gangandi fót í Fuglafirði
Sundalagsstevna verður í Hvalvík leygardagin, og tá skulu 77 bátsmanningar til próvtøku. Eftir norðoyastevnu eru nýggjar avbjóðingar, har summar manningar ætla at halda tørn, meðan aðrar ætla at betra um úrslitið á norðoyastevnu. Barnamanningar er heilar 25 manningar, og hetta er føroyskt met. Læs resten
Andrea Árting slóðaði fyri kvinnukappróðri í Føroyum

Kvinnubátur í 1918. Við róðri situr Andrea Árting. Hinar kvinnurnar eru Petra Toftum, Mourentsa Mouritsen, Crace Arge, Karin Andreasen, Alma Fossá og Lina Johansen. (Mynd bókin Drekin)
Andrea Árting var kvinnan, sum í 1918 tók fyrsta stigið at fáa kvinnur at rógva kapp. Andrea, sum stríddist fyri javnrættindi millum kvinnur og menn, vildi hava gentur og kvinnur at rógva til tess at vísa fólki, at konufólk kundu eins væl og menn rógva og hava áralag. Á ólavsøku í 1918 tók hon stig at manna fýra bátar við kvinnum. Tríggjar manningar úr Havn og ein úr Nólsoy. Tá var róð inn á Eysturvág. Í bókini Drekin stendur at lesa, at Andrea og tær fýra manningarnar eftir róðurin spleysaðu til ein kaffimunn, sum Johanna Restorff á Áarvegnum borðreddi fyri teimum i vakra og hugnliga blómugarði sínum, har gamla apotekið seinni var bygt..
Hitti í góðveðrinum á Skælingi nakrar vakrar og spakar geitir
Koyrdi seinasta leygardag til Skælings, sum eg á sinni hevði eitt sindur av sambandi við. Arbeiddi eitt skifti hjá Bjarna Húsgarð, sum átti Fruktsøluna. Bjarni var væl við bóndan Hans á Skælingi og gekk á fjalli hjá honum. Bjarni bygdi sær lítið summarhús á Skælingi í 1970-árunum. Húsið stendur har enn, men er illa farið og verður ikki brúkt. Eg var einaferð á fjalli við Bjarni, og har var bratt at ganga, sum mær ikki dámdi so væl. Í góðveðrinum á Skælingi leygardagin gingu nakrar geitir uttan fyri eitt seyðahús. Fimm vaksnar geitir og tvey geitarlomd. Læs resten





