B36 spælir sunnudagin ein av størstu lagnudystum í trý ár

Skála hevur vunnið sær fimm stig í tveimum dystum ímóti B36. (Mynd Álvur)

Skála hevur vunnið sær fimm stig í tveimum dystum ímóti B36. (Mynd Álvur)

Ikki havi eg skrivað nógv um fótbólt, tí um fótbólt kann lesast og hoyrast í so nógvum miðlum. Tó fylgi eg væl við og havi altíð hildið við B36. Ikki ein av teimum, sum sær allar dystir ella situr í B36 skýlinum íklæddur B36 turriklæði ella húgvu. Ein B36-ari í tí stilla. Sunnudagin klokkan 17.15 spæla B36 og KÍ í Havn, og hetta má sigast at vera ein av teimum heilt stóru lagnudystum hjá B36. KÍ er flúgvandi, og er í løtuni seks stig undan B36. Vinnur KÍ í Gundadali sunnudagin, so kann B36 siga farvæl at endurvinna meistaraheitið. Tá eru níggju stig millum liðini, sum B36 ongan møguleika hevur at vinna innaftur, tí KÍ í ár er eitt so mikið gott lið. Tá B36 tapti fyri Skála inni á Skála og spældi javnleik í Havn, hugsaði eg mítt. Hoydi eisini menn siga í Vespureiðrinum í R7, at B36 liðið var ikki eins gott og undanfarin ár, og serliga, tí so nógvir spælarar vóru skaddir. Dysturin sunnudagin er dystur um seks stig. Vinnur B36, ja, so skilja bara trý stig liðini, og tá er B36 við aftur í kappingini um meistaraheitið, men tapir B36, so siga vit farvæl til tess at endurvinna meistaraheitið. (Vagnur)

Nr. Lið D V J T MM S
1
14
10
2
2
+17
32
2
Víkingur
14
8
4
2
+12
28
3
B36
14
7
5
2
+11
26
4
NSÍ
14
8
0
6
+7
24
5
ÍF
14
6
3
5
-4
21
6
HB
14
5
4
5
+2
19
7
TB
14
3
4
7
-8
13
8
Skála
14
3
4
7
-8
13
9
AB
14
1
6
7
-6
9
10
B68
14
0
6
8
-23
6

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *