Barnaróðurin setti næstan met á norðoyastevnu

jkjkj

Firvaldur dreingir nærmast bleiv nummar trý, Royndi Fríða nummar tvey og Jallurin nummar eitt. (Mynd Dánjal)

Tað var í 2003, at Róðrarsambandið gjørdi av, at nú skuldi farast undir barnaróður. Feløg høvdu gjørt royndir í Havn og í Miðvági í 2001 og 2002. Barnaróður var ætlaður 12 ára, 13 ára og 14 ára gomlum rógvarum. Serlig reglugerð varð gjørd til róðurin. Barnaróðurin, sum veruliga tók dik á seg í 2005, er sólskinssøga í føroyskari rógving. Á heimasíðuni hjá Róðrarsambandinum stendur skeiv regla um aldursmarkið í barnaróðrinum. Tólv dreingjamanningar og ellivu gentumanningar róðu barnaróður á norðoyastevnu. Læs resten

FM-róðrarnir eydnaðust væl í góðveðrinum í Klaksvík

jkjkjkj

Hevði ikki væntað, at Eysturoyingur vann so tryggan sigur. Gleði meg longu til leygardagin. (Mynd Teitur)

Kappróðurin fær nógva umrøðu í løtuni, tí Kringvarpið sendir róðrarnar beinleiðis og portalar leggju út úrslit og góðar myndir. Frálíkt fyri kappróðurin. Tí er ikki nógv hjá mær at leggja aftrat, men tó so. Eg var ikki í Klaksvík, men eg lurtaði eftir útvarpinum og hava sæð róðrarnar, sum Kringvarpið hevur lagt út. Haldi ikki, at eg nakrantíð áður hava sæð so stóran mun á bátunum sum hesuferð í Klaksvík. Hetta er triðja árið, vit rógva 1000 metrar í Klaksvík, og í Kringvarpinum segði viðmerkjarin, at orsøkin, at fleiri bátar eru við í summar, eru 1000 metrarteinarnir. Men hetta er ikki rætt. Tað eru fleiri ungdómsmanningar, men 10-mannaførini, 8-mannaførini og 6-mannaførini, sum áður róðu 1500 og 2000 metrar eru samanlagt ikki fleiri. (Øll úrslitini finnast inni á Stavnur.fo) Læs resten

Schønning Eysturoy slóðaði fyri føroyskari framleiðslu

Schønning Eysturoy sýnir fram vørur frá Kemilux á  sølustevnu í Havn. (Mynd Myndablaðið Nú)

Schønning Eysturoy sýnir fram vørur frá Kemilux á sølustevnu í Havn. (Mynd Myndablaðið Nú)

Í fjør fylti Kemilux hálvhundrað ár, og var eg til hugnaliga móttøku í Mykinesgøtu 1, har nógv fólk vóru samankomin. Tað var Guttormur Djurhuus, sum í Kalbak í 1965 legði lunnar undir Kemilux. Guttormur las kemiverkfrøði í Keypmannahavn í sektiárunum, og tá hann kom heim í summarfrí, var farið í fýrrúmið ella vaskikjallaran at gera royndur við ymsum sápum. Seinni stovnaði Guttormur sítt egna virki, sum gjørdi glastrevjabátar, meðan Schønning helt fram við sápuni. Schønning sigur millum annað soleiðis við Oyggjatíðindi 23. februar 1994. Læs resten

Úr myndasavninum – Sverri Wang var sera góður spælari

Sverri við FM-steypinum í 1966. F.v: Haraldur, Sverri, Steinbjørn, FinnBjørn og Vagnur.

Sverri við FM-steypinum í 1966. F.v: Haraldur, Sverri, Steinbjørn, FinnBjørn og Vagnur.

Finn Bjørn Guttesen, sum býr á Fjóni, hevur verið heimasíðuni góður, tá ið talan er um gamlar myndir. Finn Bjørn og undirritaðu funnu saman í Neistanum, og vit spældu á sama liði til Finn Bjørn fór til Danmarkar at búgva. Hann hitti danska gentu í Odense, tá ið neistadreingir vitjaðu har í 1966, og gentan var so mikið skotin í vinmanninum, at hon kom til Føroya at leita eftir dreinginum. Annar vinmaður var Sverri Wang, sum er sonur Knút Wang, blaðstjóra á Dagblaðnum og Anettu Wang, sum arbeitti á Tjaldurs Apoteki. Og søgan um Sverra Wang er heilt serlig, tí hann var ótrúliga góður spælari og fyriskipari, men hending á prutli steðgaði hondbóltsleiðini. Læs resten

Dirch Passer setti persónligt áskoðaramet í Føroyum í 1978

Dirch Passer á Vaglinum í mars mánað 1978. (Mynd Myndablaðið NÚ)

Dirch Passer á Vaglinum í mars mánað 1978. (Mynd Myndablaðið NÚ)

Tað var tann tíð, tá vit stóðu í longum bíðurøðum við Sjónleikarhúsið og Havnar Bio, tí vit vildu síggja danskar filmar við Dirch Passer, Ove Sprogøe og øðrum kendum donskum filmstjørnum. Filmurin Styrmand Karlsen bergtók okkum, har Dirch Passer var skipskokkur og Ove Sprogøe matrósur. Løgið at hugsa sær, at Dirch Passer var í Føroyum í 1978, og tvey ár seinni 3. september 1980 small hann um, júst sum hann skuldi fara á leikpallin. Kendi sjónleikarin og skemtarin, sum doyði bert 54 ára gamal, livdi lívið alt ov hart. Dirch Passer setti persónligt áskoðaramet í Føroyum. Læs resten

Nógv umrødda steinplátan er meira enn bara sjálv plátan

Vónandi kemur henda plátan ikki aftur om í Vágsbotn. (Mynd Jens Kristian Vang)

Vónandi kemur henda plátan ikki aftur oman í Vágsbotn. (Mynd Jens Kristian Vang)

Nógv umrødda steinplátan í sambandi við nýggju trappuna í Vágsbotni hevur fingið nógva umrøðu í fjølmiðlunum og á Facebook. Eitt var, at fleiri stavivillur vóru í tekstinum, og at har vantaði  árstal, men steinplátan er nógv meira enn bara sjálv steinplátan, sum tí betur bleiv tikin burtur dagin eftir. Tá eg sá tekniska stjóran í kommununi siga í fjølmiðli, at slíkar plátur eru vanligar í øðrum londum, so helt eg, at nøkur orð máttu falla. Læs resten

Úr myndasavninum – Trý kend andlit í havnargøtum

Trý kend andlit. Frá vinstru: Jóin Willhelmsen, Kjartan Mohr og Kristian Jacobsen.

Trý kend andlit. Frá vinstru: Jóin Wilhelmsen, Kjartan Mohr og Kristian Jacobsen.

Hesir tríggir mest sum javngomlu menninir á myndini vóru á mínum ungum døgum havnarmyndir – onkur meira kendur enn annar. Mennirnir eita frá vinstru Jón (Jóin) Wilhelmsen, Kjartan Mohr og Kristian Jacobsen, sum tú dagliga sást í havnargøtum. Fái eg slíka mynd í hondina, er altíð áhugavert at vita eitt sindur meira um menninar. Maðurin í miðjuni er Kjartan Mohr, sum átti Tórshavnar skipasmiðju, hann var býráðslimur og løgtingslimur. Læs resten

Bjarki Dalsgarð bleiv niðursligin í Keypmannahavn og fekk varandi mein

Bjarki G. Dalsgarð í heimliga umhvørvinum á Velbastað. (Mynd Vagnur)

Bjarki G. Dalsgarð í heimliga umhvørvinum á Velbastað. (Mynd Vagnur)

Torført er at spáa um framtíðina, og hjá nógvum kann álvarslig hending koma tvørs fyri, so tað, tú ætlaði tær, ikki kann gerast veruleiki við útbúgvingum og øðrum. Soleiðis er hjá skjótt tretivu ára gamla Bjarka Gyldenkærne Dalsgarð á Velbastað. Bjarki var á skeivum stað í Keypmannahavn um jóltíðir í 2012, tá hann og ein vinmaður vóru álopnir av fleiri búrkroppum. Bjarki bleiv so illa sparkaður í høvdið, at nú fýra ár seinni hevur hann framvegis mein av hendingini, at hann ikki kann halda fram við útbúgvingini. – “Eg eri sleptur upp á fjall av myndugleikunum bæði í Danmark og í Føroyum”, sigur Bjarki. Men hvat var tað, sum hendi á jólum 2012 í Keypmannahavn? Læs resten

Leygardagin skulu bátarnir til fyrstu FM-próvtøku á árinum

8-mannafars róðrarnir í summar vera serligir, tí bátarnir eru fleiri. (Mynd Hans Højgaard)

8-mannafarsróðrarnir í summar vera serligir, tí bátarnir eru fleiri. Ódnartøk í Vestmanna. (Mynd Hans Højgaard)

Leygardagin er norðoyastevna, og tá skulu fyrstu FM-róðrar og fyrstu barnaróðrar rógvast. Norðoyastevnan er altíð serlig, tí einstaka manningin og einstaki rógvarin hevur vónirnar um góð úrslit, men sum vit plaga at siga: Eftir norðoyastevnu er nýggj tíð. Summir rógvarar eru fegnir um sigur, aðrar hampuliga væl nøgdir, og aðrir rógvarar beinleiðis vónbrotnir. Vit hava longu nakrar ábendingar, hvussu fer at gangast í Klaksvík leygardagin, men bátar leggjast aftrat, sum ikki hava roynt seg í teimum trimum óndnartøkunum. Læs resten