Úr myndasavninum – Trý kend andlit í havnargøtum

Trý kend andlit. Frá vinstru: Jóin Willhelmsen, Kjartan Mohr og Kristian Jacobsen.

Trý kend andlit. Frá vinstru: Jóin Wilhelmsen, Kjartan Mohr og Kristian Jacobsen.

Hesir tríggir mest sum javngomlu menninir á myndini vóru á mínum ungum døgum havnarmyndir – onkur meira kendur enn annar. Mennirnir eita frá vinstru Jón (Jóin) Wilhelmsen, Kjartan Mohr og Kristian Jacobsen, sum tú dagliga sást í havnargøtum. Fái eg slíka mynd í hondina, er altíð áhugavert at vita eitt sindur meira um menninar. Maðurin í miðjuni er Kjartan Mohr, sum átti Tórshavnar skipasmiðju, hann var býráðslimur og løgtingslimur.

Kjartan Mohr var føddur 8. desember 1899 og doyði 7. mars 1979. Øll vistu hvør Kjartan var, sum fylti so nógv í samfelagnum. Sum ungur hevði eg eitt sindur av sambandi við Kjartan, tí eg var farin at ríða eitt sindur, og ein vinmaður reyð á rossi hjá Kjartani. Sum unglingar komu vit heilt nógv oman á skipasmiðjuna og vóru altíð til staðar, tá nýbygningar vóru navngivnir og fóru av bakkastokki.

Maðurin til vinstru er Jón (Jóin) Wilhelmsen, sum var íslendingur. Jóin var um fýra fimm ára gamal, tá hann kom til Føroya. Familja í Froðba tók Jóin til sín og aldi hann upp. Jóin var føddur 23. januar 1893 og doyði 29. januar 1977. Jóin og konan Nathalia áttu tríggjar dreingir Meinard, Wilhelm og Andrew. Millum Sjómansheimið og Posthúsið er parkeingspláss, og júst har stóð í mínum ungdómsárum stórur langur skúrur, har menninir hildu til, sum hildu havnargøtur reinar.

Síggi fyri mær tær grønu trillubørurnar, sum Jóin og teir koyrdu í havnargøtum. Tá vóru vegirnir ikki asfalteraðir, og frárenslini i vegunum vóru so sum so í nógva regninum. Tá høvdu Jóin og teir úr at gera. Mær er sagt, at Jóin hevði trupulleikar í skúlanum, men hann var av raskastu arbeiðsmonnum, altíð í góðum lag, og hann visti, hvar hvør vatnleiðing var í Havn.

Maðurin uttast til høgru eitur Kristian Jacobsen róptur Kristian úr Svínoy. Hann var føddur 13. apríl 1895 og doyði 27. september 1982. Kristian búði niðast  í Tróndargøtu. Á yngru árum var Kristian sjómaður, men tá hann legðist upp á land, arbeiddi hann fyrst sum lossingarmaður hjá Skipafelagnum Føroyum. Skipafelagið hevði leigað niðaru hædd í bygningi hjá Baldslev á eysturu bryggju, har tey høvdu mjølgoymslu, sum Kristian tók sær av. Juleif Jacobsen var sonur Kristian úr Svínoy, og núverandi  brandmeistarin Karstin Jacobsen er sonur Juleif og harvið abbasonur Kristian.

Seinastu árini sum arbeiðsmaður arbeiddi Kristian saman við Jóin hjá Tórshavnar kommunu, og vit plagdu onkuntíð at leggja leiðina inn í arbeiðsskúrin í Tórsgøtu at práta við tá eldru menninar. Vit sóu upp til hesar eldru fyrikomandi og blíðu menninar, sum dagliga koyrdu hesar grønu trillubørur í havnargøtum. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *