Nógv umrødda steinplátan í sambandi við nýggju trappuna í Vágsbotni hevur fingið nógva umrøðu í fjølmiðlunum og á Facebook. Eitt var, at fleiri stavivillur vóru í tekstinum, og at har vantaði árstal, men steinplátan er nógv meira enn bara sjálv steinplátan, sum tí betur bleiv tikin burtur dagin eftir. Tá eg sá tekniska stjóran í kommununi siga í fjølmiðli, at slíkar plátur eru vanligar í øðrum londum, so helt eg, at nøkur orð máttu falla.
Flestu borgarar í Havn er líka glaðir, um steinpláta liggur við nýggju trappuna ella ikki. Men henda pláta er meira enn bara sjálv plátan, tí hon sigur nakað um hugburðin í umsitingini í Tórshavnar kommunu og borgarstjóran. Og tá eg hoyrdi í útvarpinum, at formaðurin í byggi-og býarskipanarnevdini ikki visti, at hansara navn var komið á plátuna, hugsaði eg mítt.
Alt gott um trappuna, men sjálvandi er heilt burturvið at leggja slíka plátu í sambandi við, at nógv umrødda trappan er liðug. Hetta er eindømi í Føroyum. Fara vit til stórar bygningar í Havn og tey nógvu skipini, sum eru farin av bakkastokki á Tórshavnar skipasmiðju, so sært tú ikki plátu, har nøvnini Kjartan Mohr ella Poul Mohr standa á plátu. Hyggur tú í bøkur, fært tú at vita, hvussu stór skipini eru, hvar tey eru bygd, og hvør eigarin er. Navnið á stjóranum á skipasmiðjuni sæst ikki nakrastaðni.
Á søguligu bygningum ì Havn sum tildømis Havnar kirkja, gamli kommunuskúlin á Vaglinum, Tinghúsið og aðrir bygningar, so síggja vit ikki nøvnini á teimum, sum vóru borgarstjóri um tað mundið, bygningarnir vóru bygdir. Hyggur tú í bøkur, fáa vit at vita árstal, hvør hevur teknað bygningin, smíðað og kanska laðað grótið. Fara vit til tunlarnar kring landið, tildømis til millum Hvalba og Tvøroyri, so stendur árstalið 1963 yvir tunnilsmunnanum. Tú sært Ikki navnið á borgarstjóranum í Hvalba ella Tvøroyri. Tí øtaðust nógv fólk í Havn, tá tey sóu umrøddu plátuna, sum tíbetur er tikin burtur aftur.
Skal ein messingpláta kanska skúvast á trappuna, so skulu fólk hava at vita, hvønn dag og ár trappan var tikin í nýtslu, og hvør kanska gjørdi trappuna. Sjálvandi ikki navn á borgarstjóra og býráðslimi. Tað saman er galdandi við nýggju brúnnu um Sandá. Vilja fólk um 50-100 ár hava at vita, hvør vóru borgarstjóri og býráðslimir, tá trappan ella brúgvin vóru gjørd, so er lætt at finna nøvni á telduni.
Eg haldi, at vit síggja alt ov nógv til borgarstjóran og ávísan býráðslim í fjølmiðlunum. Tað er sum, at bara borgarstjórin og forkvinnan í mentamálanevndini eru til arbeiðis. Summar býráðslimir síggja vit mest sum slett ikki. Øgilig trong hjá teimum báðum at koma fram at myndatólunum. Haldi, at í fleiri førum vantar “situationsfornemmelse” hjá hesum fólkum. Fólk troyttast, skal eg heilsa og siga.
Og venda vit aftur til plátuna, skuldi sjálvandi okkurt skilafólk í umsitingini í kommununi sæð, at umrødda plátan skuldi ikki verið løgd við trappuna. Tey skuldu eisini sæð, at stavivillur og vantandi árstal ikki var á plátuni. Henda pláta kemur uttan ivi ikki oman aftur í Vágsbotn, men tey kundu gjørt vakra bronsuplátu við degi og árstali, tá trappan alment var tikin í nýtslu. Og kanska navnið á fyritøkuni, sum gjørdu trappuna. (Vagnur)
