Finn Bjørn Guttesen, sum býr á Fjóni, hevur verið heimasíðuni góður, tá ið talan er um gamlar myndir. Finn Bjørn og undirritaðu funnu saman í Neistanum, og vit spældu á sama liði til Finn Bjørn fór til Danmarkar at búgva. Hann hitti danska gentu í Odense, tá ið neistadreingir vitjaðu har í 1966, og gentan var so mikið skotin í vinmanninum, at hon kom til Føroya at leita eftir dreinginum. Annar vinmaður var Sverri Wang, sum er sonur Knút Wang, blaðstjóra á Dagblaðnum og Anettu Wang, sum arbeitti á Tjaldurs Apoteki. Og søgan um Sverra Wang er heilt serlig, tí hann var ótrúliga góður spælari og fyriskipari, men hending á prutli steðgaði hondbóltsleiðini.
Herfyri skrivaði eg um mansunglingadeildina, sum fyrstu ferð kom undan kavi í 1966. Helt meg hava funnið røttu myndina til árið, men FinnBjørn vinmaðurin á Fjóni var skjótur at boða frá, at myndin var ikki røtt. Hatta var ikki unglingamyndin frá 1966, men mynd av dreingjaliðnum frá 1965. Bað so FinnBjørn finna mær mynd av fyrsta unglingaliðnum hjá Neistanum frá 1966, men hetta var lættari sagt enn gjørt, tí tað finst bara ein mynd av liðnum. Finn Bjørn átti bara vánaligt negativ av liðnum, sum hann mátti senda til Keypmannarhavnar at framkalla. Úrlitið var ikki gott, tí so nógvar skøvur vóru á myndini.

Neistin vinnur fyrsta FM-heitið í mansunglingum í 1966. St.f.v: Sverri Wang, Steinbjørn Slættanes, Haraldur Kjeld og Tønnis Wardum. Húkandi f.v: Vagnur Michelsen, FinnBjørn Guttesen, Kristian Samuelsen og Echardt Persson.
Men tvær myndir fekk eg sendandi av liðnum frá 1966, og tær vekja góð minni úr Vestmanna, tá ið vit vunnu fyrstu landskappingina í unglingadeildini. FM fyri dreingir byrjaði í 1963, og tá ið dreingirnir vóru nóg gamlir, varð skipað fyri FM fyri unglingar, sum Neistin vann í 1966. Og so aftur til Sverra Wang.
Sverri er sonur Knút Wang, blaðstjóra á Dagblaðnum og Anettu Wang, sum var donsk og var komin til Føroya eftir seinna heimsbardaga at arbeiða á Tjaldur Apoteki. Knút og Anetta komu at kennast á matstovuni hjá Ellingsgaard, sum var matstova nær gamla Klubba. Sverri arbeiddi í frítíðini sum ítróttaskrivari á dagblaðnum, men tá vóru trupulleikar at fáa myndir í blaðið. Blaðið sett við blýggjstavum, og myndir máttu gerast um til blýggjplátur.
Sverri var bæði góður fótbóltsspælari og hondbóltsspælari. Hann var ógvuliga skjótur, sjálvt um hann var høgur drongur. Hann fyrireikaði allar ferðir hjá okkum út á bygd, og tað eina summarið spældu vit fleiri enn tíggju vinardystir bara í Vestmanna. Onkur helt, at tað var ikki hondbólturin, sum dró neistadreingirnar til Vestmannar, men nógvu genturnar, sum altíð sóu unglingadystirnar.
Sverri skrivaði eisini dagbók, har hvørt mál og úrslit vórðu skrivað. Og hyggur tú í gomul Dagbløð, so er neistadreingir mangan nevndir í blaðnum. Hondbóltsleiðin hjá Sverra steðgaði brádliga, tí eitt kvøldið fór hann eitt sindur í ørviti á prutli út á eystaru bryggju, og har rendi hann á pakkhúsið hjá Poul Hansen og fekk opið skallabrot. Sverri gjørdist ikki sami drongur aftur, og tá ið hann stutt eftir flutti til Danmarkar, hevði hann spælt seinasta dystin fyri Neistan. Spell, tí Sverri var ótrúliga góður hondbóltsspælari og fótbóltsspælari og var góður við Neistan.
Og tað er ikki tilvildarligt, at Sverri verður borin á herðunum á viðspælarunum í 1966, tá ið neistaunglingar vunnu fyrsta FM-heitið í seinasta dystinum í Vestmanna. Var Sverri undangongumaður, so var heimið hjá Sverra og teimum í Tróndargøtu ein av høvuðsstøðunum hjá neistadreingjum. Serliga var mamma Sverra ógvuliga góð við okkum, og sjálvt um Sverri fór av landinum og ongantíð kom aftur at búgva í Føroyum, so hildu vit fram at koma inn til Anettu. Knút Wang doyði í 1976, og Anetta doyði 94 ára gomul í 2002. Anettu var serlig, tí hon spenti so víða og var spennandi at tosa við. Hon hevði altíð tríggjar ymsar bøkur at lesa í. Hon var eitt skifti forkvinna í Amnesty. (Vagnur)
