Schønning Eysturoy slóðaði fyri føroyskari framleiðslu

Schønning Eysturoy sýnir fram vørur frá Kemilux á  sølustevnu í Havn. (Mynd Myndablaðið Nú)

Schønning Eysturoy sýnir fram vørur frá Kemilux á sølustevnu í Havn. (Mynd Myndablaðið Nú)

Í fjør fylti Kemilux hálvhundrað ár, og var eg til hugnaliga móttøku í Mykinesgøtu 1, har nógv fólk vóru samankomin. Tað var Guttormur Djurhuus, sum í Kalbak í 1965 legði lunnar undir Kemilux. Guttormur las kemiverkfrøði í Keypmannahavn í sektiárunum, og tá hann kom heim í summarfrí, var farið í fýrrúmið ella vaskikjallaran at gera royndur við ymsum sápum. Seinni stovnaði Guttormur sítt egna virki, sum gjørdi glastrevjabátar, meðan Schønning helt fram við sápuni. Schønning sigur millum annað soleiðis við Oyggjatíðindi 23. februar 1994.

– Frá byrjan var ógvuliga torført at selja sápu frá Kemilux, tí tá hann koyrdi runt til handlar í Føroyum, so keyptu tey bara heilt smáar nøgdir frá Kemilux at selja í handlinum. Tá hann spurdi leiðslurnar, hví tey vóru so trek at selja føroyska framleiðslu, so var svarið í einum undirtóna, at vøran ikki hevði danskan navnaseðil. Men nú tretivu ár seinni er øðrvísi. Nú spyrja tey eftir Kemilux, sigur Schønning við blaðið.

Schønning er í greinini eisini firtin inn á Tórshavnar kommunu, sum ikki vildi geva Kemilux grundøki í Havn, og tí fór framleiðslan fram í nøkur ár á Oyri. Tað skuldi ganga tjúgu ár, til fyritøkan fekk grundøkið úti við Mykinesgøtu. Schønning hevði tað fatan, at býarpolitikarar í Havn tá ikki vildu hava slíkan íðna í Havn. Í 1994 arbeiddu tíggju fólk í fyritøkuni, átta í framleiðsluni og tvey fólk á skrivistovuni. Blaðið spyr eisini Schønning um kapping frá útlenskum fyritøkum, og um Landsstýrið ger nokk til tess at fáa steðgað útlendskum fyritøkum at selja sápu í Føroyum. Og Schønning hevur eina meining um hetta.

– Eg eri oftani spurdur, hví eg ikki havi søkt landsstýrið um at bremsa innflytningi av útlendskari sápu, men tað havi eg altíð verið avgjørdur ímóti. Havi tað áskoðan, at føroyingar skulu “konkurera” útlendsku sápuna av marknaðinum. Tí eg keypi sjálvur ikki eina vøru bara tí hon er føroysk. Ein avgjørd treyt fyri meg er, at vøran er í lagi, sigur Schønning við Oyggjatíðindi 23. februar 1994.

Schønning kendi eg væl, tí hann hevði bil frá Vilhelmi Nielsen, har eg arbeiddi. Sum ungur lossaðu vit onkuntíð stavar til tunnulvirkið á Saltsøluni, har Schønning var leiðarin. Kemilux er í dag stór fyritøka, har framleiðslan fer fram við Mykinesgøtu, og stóra sølubúðin er uppi á Hjalla. Kemilux flytir eisini nógva vøru av landinum. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *