Sundalagsstevna verður í Hvalvík leygardagin, og tá skulu 77 bátsmanningar til próvtøku. Eftir norðoyastevnu eru nýggjar avbjóðingar, har summar manningar ætla at halda tørn, meðan aðrar ætla at betra um úrslitið á norðoyastevnu. Barnamanningar er heilar 25 manningar, og hetta er føroyskt met.
Sundalagsstevnan leygardagin er serlig, tí nú koma fremstu bátarnir frá norðoyastevnu at liggja borð um borð. Myndina omanfyri fekk eg í morgun sendandi úr Fuglafirði, og har má sigast, at tað grør um gangandi fót. 6-mannfarið Rádni nærmast vann trygt á norðoyastevnu, 5-mannafarið Erla kongsdóttir við kvinnum í miðjuni gjørdist nummar tvey, og 8-mannafarið Gullbrandur vann í harðari kapping við Nevið Reyða. Tá slíkir bátar kappast sum á myndini, so fáa smærru bátarnir nøkur tøk í startinum, har Erla kongsdóttir við kvinnum fær flestu tøkini. Slík kapping styrkir um samanhaldið í felagnum og er stuttlig.
Hvat kunnu vit so vænta í Hvalvík leygardagin? í barnaróðrinum eru so mikið nógvir bátar, at har kann alt henda. Í FM-róðrunum eru fýra av seks róðrum ein klárur favoritttur, tí bátarnir vunnu so trygt á norðoyastevnu. Firvaldur við gentum, Eysturoyingur, Rádni við kvinnum og Teistin við kvinnum fara uttan iva at vinna, meðan ivasamt er við 8-mannaførunum, tí lítil munur var á Gullbrandi og Nevinum reyða. Dreingjabátarnir Fípan Fagra, Tjaldrið, Frúgvin og kanska Junkarin fara at kappast um fyrsta plássið. Men hetta er alt jú gitingar.
Eg vóni, at tað fer at ganga nakað skjótari at avgreiða róðrarnar enn tað gjørdi í Klaksvík. Nú hava tey í Hvalvík fyrstu ferð í søguni sett klokkutíð á hvønn róður eins og gjørt er í óndnartøkunum. Spennandi, um hesar klokkutíðir fara at halda. Fyrsta treytin er, at starturin liggur 100% klárar hjá bátunum at festa seg í, og veðrið eisini er til vildar. Spennandi. (Vagnur)
