
Fípan Fagra manning í 1936: Aftara rað frá vinstru: Lisa Rasmussen, Skála, Ebbemia Holm Jacobsen, Havn, Sanna Hansen, Klaksvík, Johanna Katrina Debess, Oyri. Fremra rað: Lena Gaard, Oyndarfjørður, Martha Clementsen, Elduvík, Zacharia Petersen, Klaksvík. Kelda: Norðoyastevnan 50 ár 1936-1986, Bóklingur, útgivin av norðoyastevnunevndini í samráð við John Reid Bjartalíð.
Tá eg sá 80 ára gomlu góðu myndina omanfyri á Gamlar myndir úr Klaksvík, frøddist eg almikið. Áhugavert eisini at lesa viðmerkingarnar til báðar myndirnar, har eftirkomarar hjá hesum rógvarum leggja upplýsingar aftrat myndunum. Tey siga, at myndin er frá 1936, og at hetta er fyrstu ferð, at Fípan Fagra er mannað við kvinnum. Í 1982 gav Niels Juul Arge út bókina Drekin í sambandi við, at Havnar róðrarfelag fylti 50 ár. Í bókini sæst hvørjar manningar rógva á ólavsøku frá 1932 til 1982, tá bókin kom út. Eg at leita í bókini eftir Fípuni Føgru úr Klaksvík.
Ferðasambandið millum oyggjarnar í 1930-árunum var ikki gott, og tí komu fyrstu árini ikki bátar úr Klaksvík til Havnar at rógva kapp. Síggi, at í 1937 er Klaksvíkingur við, og í 1939 síggi eg navnið Fípan Fagra fyrstu ferð. Síggi eisini, at tvey 10. mannafør úr Klaksvík rógva á ólavsøku 1940. Klakvíkingur og Stangarbáturin mannaður við enskum hermonnum úr Lovat Scouts.
Myndin av kvinnunum omanfyri er fantastisk, og hyggur tú at nøvnunum, so eru kvinnurnar úr Klaksvík, av Skála, av Oyri, úr Havn, úr Oyndarfirði og úr Elduvík, sum um tað var eitt føroyskt landslið í rógving. Í 1930-árunum vóru tíðirnar ikki góðar í Føroyum, og fólk leitaðu sær út um heimbygdina at finna sær arbeiði. Ì Klaksvík vóru nógv fiskiskip og harvið nógv fiskaarbeiði. Hetta sigur mær so mikið, at kvinnurnar eru komnar til Klaksvíkar at arbeiða fisk.
Og tað er júst tað, ein av eftirkomarunum skrivar. Kvinnurnar arbeiddu fisk á Stongunum. Sagt er, at Fípan Fagra róði bæði leygardag og sunnudag, tí ein bátur var ov seinur, tá rógvast skuldi leygardagin, og manningin á Fípuni Føgru helt, at tað var synd at koma longu leiðina til Klaksvíkar og ikki sleppa at rógva. Tær vístu avbygdakvinnunum góðan ítróttaanda og róðu ímóti teimum sunnudag.
Vít síggja á myndini omanfyri, at kvinnurnar er sterkar og glaðar. Tað er bara at hyggja at ørmunum, sum eru styrknar í fiskaarbeiðinum. Og so er tað búnin. At rógva kapp í kjóla mátti ikki verið so lætt, men tær eru so í hvørfall ikki kølnaðar um lørinii. Á niðaru myndini síggja vit Fípuni Føgru úr Klaksvík og eina av stóru skonnartunum heimahoyrandi í Klaksvík. Vakur far má sigast. Áhugavert at síggja hesar nú 80 ára gomlu róðrarmyndirnar úr Klaksvík. (Vagnur)
