Føroyskur kappróður bumbaður nógv ár aftur í tíðina

lklkk

Eldri mynd av róðri í Hvalvík. (Mynd Chrisopher)

Nú havi eg skrivað um kappróður síðani 1980-árini, men ongantíð havi eg upplivað slíkt sum í dag. Hetta líkist svartasta ongum, tí júst tað, sum hendir í Hvalvík, havi eg skrivað um í fleiri ár, ja líka síðani vit fingu fasta startin. Havi í nógv ár ført fram, at eitt fast lønt toymi má fylgja startinum og øllum stevnum. Vit minnast jú upplivingarnar í Sørvági fyri nøkrum árum síðani, tá var sama skili. Vit skulu eisini minnast til, at vit mistu 1500 og 2000 metrar teinarnar, tí nøkur feløg vístu á, at longu teinarnir var orsøkin, at tað tók so langa tíð at avgreiða róðrarnar. Eg royndi í míni skriving at vísa á, at á summum plássum í Føroyum til dømis á Skálafjørðinum gekk væl at avgreiða allar róðarnar á øllum teinum í tveir tímar.

Eg keypi ikki grundgevingina, at nýggj fólk eru í Róðrarsambandinum, og nýggj fólk skipa fyri róðrinum í Hvalvík. Triðja hvørt ár er kappróður í Hvalvík, og letur man alt upp í hendurnar á nýggjum fólkum triðja hvørt ár, ja so hendir slíkt ferð eftir ferð. Tað átti eisini at verið eitt krav, at feløg skulu luttaka við fleiri manningum, um tey skulu skipa fyri FM-róðrum. Kappróðurin er bumbaður nógv ár aftur í tíðina við hendingini í dag.

Nú kenni eg ikki allar mannagongdir í Róðrarsambandinum, men startdómari hevur sagt mær, at fólk frá Róðrarsambandinum skulu sama dag, róð verður, góðtaka róðrarøkið, startir og annað. So er spurningurin, um fólk frá Róðrarsambandinum kanska í morgun hava verið og kannað, at alt er klárt, tá barnamanningarnar skulu rógva. Eg haldi, at tað er ótilgevuligt at senda tær 25 barnamanningar til húsa aftur vegna út av lagi vánaliga fyrireiking. Her hugsi eg um øll tey ungu og øll foreldrini, sum eru komin til Hvalvíkar. Talan er jú um 175 barnarógvarar.

Vildi meint, at Róðrarsambandið skal kalla øll feløgini saman longu mándagin ella týsdagin til fundar til tess at fáa skil á støðuni. Róðrarsambandið skal ringja til Magna Nielsen ella onkran kønan á Skálafjørðinum um at standa fyri startinum restina av róðrarárinum. Fáa fólk at fylgja startinum á øllum stevnum, sum vit onnur hava víst á í nógv Harrans ár. Hetta verður gjørt í ódnartøkunum. Eg haldi, at støð sum Hvalvík skulu missa rættin at fyrireika kappróðrar.

Tá eg velja yvirskriftina Føroyskur kappróður bumbaður nógv ár aftur í tíðina, so er orsøkin, at vit hava fyrst mist 1500 og 2000 metrar teinarnar, og nú megna vit ikki til fulnar at avgreiða róðrarnar á 1000 metrum. Vóni, ati róðrarfólk vakna, tí slíkt kann man ikki bjóða rógvarum og øðrum kring landið, sum leggja so nógv í venjingina og fyrireikingina. Syrgiligur dagur fyri føroyskan kappróður.  (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *