Fríggjadagin var eg í Gásadali, sum er ein so vøkur bygd. Kom at hugsa um, hvussu góður tunnilin er at koyra ígjøgnum, og hvussu týdningarmikið er fyri Føroyar, at tey smáu plássini eisini fáa gott sambandi við meginlandið. Tankarnir hesa løtuna leitaðu til tunlarnar norður um Fjall frá 1967, sum skuldu verið gjørdir av nýggjum fyri nógvum árunum síðani. Veðrið var av tí fagrasta í Gásadali, og vøkur sjón at síggja niður yvir Bø, tá tú stóðst uppi á vegnum. Læs resten
Forfatterarkiv: vagnur
Nakrar hugleiðingar um tey fýra 10-mannaførini
Eg merki stóran áhuga fyri føroyskum kappróðri í løtuni, tó at eitt sjálvmál var framt í Hvalvík. Ungdómsmanningarnar eru nógvar, og hetta boðar frá góðum. Tríggir av sjey FM-róðrum eru avgreiddir, hetta vikuskifti hava rógvarar frí, men teir herja á aftur í Vági næsta leygardag. Vónirnar vóru stórar fyri fyrstu róðrarnar á norðoyastevnu. Havi altíð havt serliga áhuga, hvussu gongst 10–mannaførunum, hetta tí eg á sinni stimaði nógv við Havnarbátinum, har vit vunnu FM-heitið 1996, 2001 og 2004. Vunnu eisini einstakar aðrar róðrar. Hetta eru alt serliga góð róðrarminni. Men hvussu við 10-mannaførunum í 2016? Læs resten
Pollamjørkin liggur so vakur yvir Nólsoyarfjørð
Vit hava nú í nógvar vikur havt óvanliga gott veður, og hvønn morgun hyggur tú út í tún til tess at síggja, hvussu náttúrumyndin sær út í dag. Í morgun liggur pollamjørkin vakur sum teppið yvir Nólsoyarfjørð. Gott fyri sál og sinnið. Myndin broytist allan dagin, og serliga um kvøldið, tá sólin fer í kav, broytist myndin aftur. Vakurt myndaspæl á himnahválvinum, sum broytist so hvørt sum dagurin fer at halla. Áhugavert og vakurt. At so vatnið minkar í vatngoymlum kring landið, er nakað annað. Har er broyting farin fram, tí vatngoymslurnar eru øktar seinnu árini. Á mínum ungdómsdøgum vóru nógvar lýsingar í útvarpinum, har heitt var á fólk kring landið um at spara vatn. Læs resten
8-mannafarsróðurin í Runavík gjørdist søguligur
Tá eg sá 8-mannafarsróðurin á skíggjanum seinasta leygardag, var eg skjótir við myndatólinum at taka mynd av sjáldsomu hendingini, tá Nevið reyða róðu við sjey monnum. Hetta var so mikið spennandi, tí Nevið reyða var á oddan mest sum allan teinin. Teir mistu fyrsta plássið í seinastu tøkunum. Teir rógva væl við góðum longum kraftigum tøkum. Serligt var at síggjan áttanda rógvaran sita frammi í rong, har høvdið kom undan av og á, og hann fylgdi við, hvar báturin var staddur í feltinum. Fantastiskt avrik, tí høvdu menn lagt árarnar inn í startinum, tá árin brotnaði, fingu teir einki stig. Tað skal ikki skótast av, um ár brotnar. Myndin frá skíggjanum gerst ikki eins góð og vanligt, men hon kann brúkast. Eingin ivi um, at Nevið reyða kemur sterkt aftur í Vági leygardagin í næstu viku. (Vagnur)
Føroyskar kvinnur í Danmark undir krígnum mannaðu tvey 10-mannafør
Í bókini Drekin ein róðrarsøga frá 1982 standa nakrar reglur um føroyskan kappróður í Danmark undir krígnum. Niels Juul Arge skrivar, at meðan tað gongst striltið at manna bátar á ólavsøku hesi árini, blómar kappróðurin millum annað í Keypmannahavn, tí so nógvir føroyingar eru strandaðir har og vildu hava rógving at vera felags um. At hugsa sær, at tey megnaðu at manna tvey 10-mannafør við kvinnum at rógva á ólavsøku úr Sydhavnini til Longulinju. Tvær av kvinnunum vóru nú 103 ára gamla Daniella Olsen og Ninna Nattestad fødd Jensen, sum er mamma Niels Nattestad. Eg havi verið á Boðanesheiminum og vitjað Daniellu, har ørindini míni vóru at frætta um kappróður í Keypmannahavn undir krígnum. Og hetta gjørdist serligt upplivilsi. Læs resten
Áhugaverd vitjan á Herberginum við Dalavegin í Havn (e)
Fríggjamorgunin (18. januar 2014) fann eg upp á at fara oman á Herbergið. Hevði ikki biðið um tíð at hitta leiðaran Martin Kürberg, men eftir at hava ringt á klokkuna uttanfyri og sloppin inn, hitti eg Martin, sum júst var komin av starvsfólkafundi. Prátið við Martin skuldi gerast áhugaverd uppliving. Eg var ovfarin, hvussu reint og nossligt er á Herberginum, og hvussu væl arbeiðið er skipað. – Men uttan stóra hjálpt í samfelagnum og ikki minst frá Frelsunarherinum í Noregi, hevði ikki borið til, sigur Martin.
Tá ið eg standi niðan fyri Herbergið, hugsi eg, hvussu kann lata seg gera at reka hetta snotuliga herberg, sum er heimið hjá fólki á skuggasíðuni í samfelagnum. Men hetta fekk eg at vita meira um løtu seinni, tá eg siti á kontórinum hjá 46 ára gamlia Martini Kürberg, sum sjálvur einaferð var bundin at rúsaðu evnunum. Martin sigur soleiðis: Læs resten
25 barnamanningar í Runavík – flestu manningar nakrantíð

Her fara um málið gentubátarnir Fípan fagra, Pílur, Frúgvin, Royndin fríða og Strípan. (Mynd Dánjál)
Yvirskriftina omanfyri hevði eg longu i høvdinum, tá skrivast skuldi um barnaróðurin í Hvalvík. Frøddist um stóra talið av barnamanningum, sum tó ikki sleppu at rógva henda dagin. Í Runavík møttu allar 25 manningar trúgvar og glaðar upp til róður, og vit setta føroyskt met í tali av manningum. Til lukku við tí. Gamla metið var frá 2009, tá 24 manningar róðu á fleiri stevnum. Tá vóru dreingjamanningar trettan í tali og gentumanningarnar ellivu. Í Runavík leygardagin vóru tólv dreingjamanningar og trettan gentumanningar. Óført, sum vit øll gleðast um. Læs resten
Fragd og vakurt at síggja róðrarnar í góðveðrinum í Runavík

Tað eydnaðist ikki Hvessingi at basa Smyrli, sum higartil hevur vunnið allar róðrarnar. Afturi í rong á báðum bátunum stýrir kvinna. (Mynd Teitur)
Tað var við spenningi, at eg leygardagin setti meg við telduna at hyggja at kappróðri. Gott róðrarveður blika stilli, og uttan iva bestu myndirnar Krinvarpið hevur tikið av kappróðri. Nú eri eg ótolin maður, og eg ilskaðist eitt sindur, at róðurin ikki kundi byrjað stundisliga klokkan 14.30, men myndinrar vóru so mikið góðar, at eg bar yvir við fyrireikingini. Klokkan 14.50 brast fyrsta skotið og síðani gekk eftir ánni, sjálvt um vit fingu ein tjóvstart, og at ein bátur hekk fastur, tí tveir umstartir. Størsta løtan var at síggja Nevið reyða úr Klaksvík halda tørn við sjey rógvarum, tí ár var brotin Læs resten
Tey avgreiddu róðrarnar til “ug” í Runavík seinnapartin
Fyrireikararnir av FM-róðrunum í Runavík prógvaðu enn einaferð í dag, at hetta duga tey. Nógvar eru eisini royndirnar seinastu nógvu árini. Sjálvt um vit mistu tjúgu minuttir í byrjanini, og vit upplivdu ein tjóvstart og ein bátur hekk fastur, og tí tveir eyka startir, so tóku FM-róðrarnir júst tveir tímar at avgreiða. Hetta er alt góðtikið avrik. Eg havi tosað við ein í Havnar róðrarfelag, sum var á staðnum. Hann segði mær nakað soleiðis í telefonini: Læs resten
B36 spælir sunnudagin ein av størstu lagnudystum í trý ár
Ikki havi eg skrivað nógv um fótbólt, tí um fótbólt kann lesast og hoyrast í so nógvum miðlum. Tó fylgi eg væl við og havi altíð hildið við B36. Ikki ein av teimum, sum sær allar dystir ella situr í B36 skýlinum íklæddur B36 turriklæði ella húgvu. Ein B36-ari í tí stilla. Sunnudagin klokkan 17.15 spæla B36 og KÍ í Havn, og hetta má sigast at vera ein av teimum heilt stóru lagnudystum hjá B36. KÍ er flúgvandi, og er í løtuni seks stig undan B36. Vinnur KÍ í Gundadali sunnudagin, so kann B36 siga farvæl at endurvinna meistaraheitið. Tá eru níggju stig millum liðini, sum B36 ongan møguleika hevur at vinna innaftur, tí KÍ í ár er eitt so mikið gott lið. Tá B36 tapti fyri Skála inni á Skála og spældi javnleik í Havn, hugsaði eg mítt. Hoydi eisini menn siga í Vespureiðrinum í R7, at B36 liðið var ikki eins gott og undanfarin ár, og serliga, tí so nógvir spælarar vóru skaddir. Dysturin sunnudagin er dystur um seks stig. Vinnur B36, ja, so skilja bara trý stig liðini, og tá er B36 við aftur í kappingini um meistaraheitið, men tapir B36, so siga vit farvæl til tess at endurvinna meistaraheitið. (Vagnur) Læs resten







