Í bókini Drekin ein róðrarsøga frá 1982 standa nakrar reglur um føroyskan kappróður í Danmark undir krígnum. Niels Juul Arge skrivar, at meðan tað gongst striltið at manna bátar á ólavsøku hesi árini, blómar kappróðurin millum annað í Keypmannahavn, tí so nógvir føroyingar eru strandaðir har og vildu hava rógving at vera felags um. At hugsa sær, at tey megnaðu at manna tvey 10-mannafør við kvinnum at rógva á ólavsøku úr Sydhavnini til Longulinju. Tvær av kvinnunum vóru nú 103 ára gamla Daniella Olsen og Ninna Nattestad fødd Jensen, sum er mamma Niels Nattestad. Eg havi verið á Boðanesheiminum og vitjað Daniellu, har ørindini míni vóru at frætta um kappróður í Keypmannahavn undir krígnum. Og hetta gjørdist serligt upplivilsi.
Daniella er fødd 7. juni 1913 á Sandi, dóttir Kathrinu Olsen í Horni á Sandi. Daniella tók læraraprógv á Føroya læraraskúla í 1936, men av tí at tíðirnar vóru ringar í Føroyum um hetta mundið, fór Daniella til Danmarkar, har mamma hennara búði. Mamman var farin á háskúla í Danmark í 1919 beint eftir fyrra heimsbardaga. Hon kom aftur til Føroya í 1925, men treivst ikki á Sandi, fór aftur til Danmarkar og koma ongantíð aftur.
Daniella vaks upp hjá eini mostur í Horni og hevði nært samband við ommu og abba sín. Tað var abbin, sum kveikti hugin fyri sjónleiki. Omman doyði av krabbameini, tá Daniella var fimm ára gomul, og abbin doyði, tá hon var átta ára gomul. Hetta var stórur smeitur fyri Daniellu. Í 1930 fer Daniella á háskúla í Havn, og í 1931 á húsarhaldsskúla. Í 1932 fer Daniella á læraraskúla og fær prógv í 1935.
Torført var hjá henni at fáa arbeiði í Føroyum, tí fer hon til Danmarkar, har hon kom at búgva saman við mammu síni. Daniella hevði góð bóklig evni og var arbeiðssom. Hon legði sær nýggjar ætlanir og fór á studentaskúla, har hon fekk prógv í 1939. Síðani fór Daniella undir víðari lestur á lærdum háskúla at fáa sær útbúgving sum cand.mag. í enskum og týskum. Til tess at forvinna sær pening til lesturin og húsarhaldið arbeiddi hon á skrivustovu á blaðnum Berlingaranum. Í 1952 stóð Daniella við prógvinum í hondini.
Stóra ynski hjá Daniellu var at koma aftur til Føroya, og tá hon segði mammuna hetta, gjørdist mamman í øðini. Daniella segði Keypmannahavn farvæl og næstu árini arbeiddi hon sum fólkaskúlalærari í Klaksvík. Daniella hevði ongantíð ætlanir at vera verandi í Danmark.

Daniella fær læraraprógvið í 1935. Aftast f.v: Niels Pauli Djurholm, Glyvrum, Carl Thormann Sørensen, Porkeri, Daniella Olsen, Sandi, Helena Bærentsen, Havn, Bjarni Mohr, Hoyvík, Frida Elisabeth Justinussen, Rituvik, Napoleon M.S. Djurhuus Porkeri, Erling Mortensen, Trongisvági og Oddvør Cornelia Evensen, Sandi. Fremst f.v: Ole Frits Hansen, Svínoy, Edith Mortensen, Oyndarfirði, Anna Malene Højgaard, Hovi, og Hans Andreas Djurhuus, lærari. (Mynd Havnin fólk og yrki)
Stórt upplivisi at hitta Daniellu
Ikki kendi eg Daniellu uttan tað, at hon var lærari hjá mær í donskum, tá eg í 1970 gekk á kvøldskúla. Annars havi eg bara sæð hana í havnargøtum, hon búði jú í Gundadali saman við øllum kettunum. Eg ringdi fyrst á Boðanesheimið til tess at frætta, hvussu Daniella var fyri, og um eg kundi práta við hana um kappróður í Keypmannahavn undir krígnum. – Kom endiliga, Daniella er væl fyri, var sagt í telefonini.
Eg hevði ongantíð áður verið á Boðanesheiminum, so tað tók sína tíð at finna, hvar Daniella búði. Hon lá í songini og fekk sær middagslúr, tá eg kom í kamarið, men nú var tíð hjá henni at vakna og fáa sær ein drekkamunn. Eg dugdi at síggja, at tað fór at taka sína tíð at fáa orð á Daniellu, tí tað gekk seint at koma fyri seg og seta seg upp. Eg at spyrja um kappróður í Keypmannahavn, men var um at geva upp, tí Daniella sær illa, og hon má hava serlig hoyritól, skalt tú tosa við hana.

Tvey 10-mannafør mannað við kvinnum á Longulinju. Nærmast Sigmundur Brestisson og longst burtur Gøtu Tróndur. (Myndaeigari: Niels Nattestad)
Men so bragdaði: – Jú, eg róði í Danmark, og har vóru nógvar ungar føroyskar kvinnur, sum hvørt vikuskiftið um summarið fóru á súkklu longu leiðina út í Nyhavnina, har neystið stóð. Bara føroyskar kvinnur róðu har, og har vóru aðrar sandskvinnur enn eg. Vit róðu sum sagt um vikuskiftið, tí kvinnurnar høvdu nógv at gera mitt í viku. Flestu arbeiddu langan dag og aðrar gingu í skúla, tí var vónleyst at manna bátarnar mitt í viku.
– Tá eg fortaldi øðrum føroyingum í Keypmannahavn, at eg róði kapp og eisini bar hetta upp á mál, tá eg kom aftur til Føroya, so hildu summi fólk, at okkurt áttu tit at brúkt tíðina til heldur enn at spilla tíðina burtur í árabáti. Tit skuldu heldur forvunnið tykkum nøkur oyru. Eg minnist ilt aftur á, hvussu langt var hjá mær at súkkla frá okkum og út í Nyhavnina, har bátarnir stóðu. Vit róðu við 10-mannaførunum Sigmundi Brestissyni og Gøtu Trónda. Manningarnar vóru alt kropssterkar føroyskar kvinnur í besta aldri til kappróður.
– Vit vandu mest fram við Longulinju, og har var næstan altíð gott at rógva. Hetta er stuttlig tíð at minnast aftur á við gleði, sigur Daniella.

Daniella situr á eysrúmsbekki í bakborð. Ótrúligt, at tey kundu mannað tvey 10-mannafør við kvinnum at rógva kapp í Keypmannahavn millum annað eisini á ólavsøku. (Myndaeigari: Niels Nattestad
Ninna Nattestad (fødd Jensen) úr Porkeri róði eisini
Í 1930-árunum fóru nógvir føroyingar til Danmarkar, kanska tí at tíðirnar í Føroyum vóru ikki so góðar júst tá. Tá seinni heimsbardagi brast á, og týskurin tók Danmark, sluppu føroyingar, sum ynsktu tað, ikki heim til Føroya. Ein av teimum var Ninna Nattestad (fødd Jensen). Ninna var mamma Niels Nattestad, og hann sigur soleiðis: – Mamma átti tvær systrar í Danmark, og tí fór hon til Danmarkar at finna sær arbeiði. Hon kom í húspláss hjá norskari familju í Gentofte, har hon var í fleiri ár.

Myndin er tikin undir krígnum í Keypmannahavn, tí vit síggja á skipunum, at tey hava flagg á skipssíðuni. (Myndeigari Niels Nattestad)
– Mamma róði eisini kapp í Keypmannahavn, og myndirnar omanfyri átti mamma. Eg síggi hana á eini myndini sita á lærbekki í bakborð. Mamma fór sum sagt til Danmarkar í 1936, og pápi mín Ásbjørn og hon komu aftur til Føroya eftir kríggi í 1946. Pápi mín var farin til Danmarkar at læra til gartnara í Roskilde. Ein beiggi hansara búði í Odense, og kom pápi at arbeiða sum gartnari í økinum, har fongslið var. Tá fangavørður hevði forfall, tók pápi onkra vakt í fongslinum.
– Hetta førdi til, at hann fekk hug at læra til fangavørð, men skuldi hann tað, mátti hann hava hertænastu. Tá týskurin tók Danmark, bleiv pápi mín eisini tikin, og var hann ikki leyslatin fyrr enn seks vikur seinni. Annars súkklaði pápi nógv kapp í Danmark og vann fleiri heiðursmerki. Hann gavst at súkkla, tí hann hevði ikki ráð at keypa sær nýggja súkklu. Sum sagt komu mamma og pápi aftur til Føroya í 1946 ella rættari sagt til Hvalbiar, haðani pápi var. Í 1956 fekk hann starv sum fangavørður úti í Tinganesi, sigur Niels Nattestaad.
Áhugavert at hoyra um hesa føroyingar, sum vóru strandaðir í Danmark undir seinna heimsbardaga. Tey vóru ung og lógu ikki á latu síðuni, men brettu upp um amar. Nomu sær útbúgving og hildu saman á ymsan hátt við aðrar føroyingar á flatlondum. Áhugavert um onkur kundi sagt okkum eitt sindur meir um kappróður í Danmark undir krígnum.
Lítið uppískoyti: Christian Eli Lamhauge, sáli, sum var formaður í Havnar róðrarfelag árini 1947- 48, sigur í bókini Drekin, at tað eina 10-mannafarið í Keypmannahavn plagdi á ólavsøku at rógva teinin frá Sydhavnini til Langelinju uppá tíð. Hetta var fyri, at tey fingu útvega eitt 10-mannafar avtrat. Kappingin stóð millum sunnan- og norðanfjørðs menn. Start – og máldómarar vóru somu tveir persónar. Tá bakstarvnurin var sleptur í Nyhavnini, var stoppurið sett í gongd, og so ruku báðir dómararnir upp á súkkluna. Teir á súkkluni mátu skunda sær minst líka nógv sum róðrarmenninir. Dómararnir skuldu yvir nógvar ljóskurvar og komu í evstu løtu á róðrarmálið, so tíðarfestingin kundi fara fram. (Vagnur)

Tá Daniella seldi ognina í Gundadali til Tórshavnar kommunu, var ein treyt, at húsini skuldu ikki burtur, fyrr enn hon er farin. (Mynd Vagnur)


