Vit hava nú í nógvar vikur havt óvanliga gott veður, og hvønn morgun hyggur tú út í tún til tess at síggja, hvussu náttúrumyndin sær út í dag. Í morgun liggur pollamjørkin vakur sum teppið yvir Nólsoyarfjørð. Gott fyri sál og sinnið. Myndin broytist allan dagin, og serliga um kvøldið, tá sólin fer í kav, broytist myndin aftur. Vakurt myndaspæl á himnahválvinum, sum broytist so hvørt sum dagurin fer at halla. Áhugavert og vakurt. At so vatnið minkar í vatngoymlum kring landið, er nakað annað. Har er broyting farin fram, tí vatngoymslurnar eru øktar seinnu árini. Á mínum ungdómsdøgum vóru nógvar lýsingar í útvarpinum, har heitt var á fólk kring landið um at spara vatn.
Komi at hugsa um ein mann, sum eg tosaði við hesa tíðina í fjør. Hann hevði sett niður epli, men har komu eingir eplabløðkar undan, og hann tók nakað soleiðis til: – Eg síggi ongar eplabløðkar og rokni við, at seteplini eru druknað. Hevði sjálvur sett niður epli í fleiri ár, men ongantíð hoyrt, at setepli kundu drukna. Okkara flagvelta var gjørd í eini brekku, meðan hansara var á slættari fløtu. Tað regnaði so nógv fjør, ja, næstan út í eitt í fleiri vikur um hesa tíðina.
Hoyrdi í BBC í gjár, at tað hevði regnað so nógv í London í eitt døgn, sum tað plagar at regna í ein mánað hesa ársins tíð. So nógv vatn var í gøtunum, at nógvastaðni darvaði vatnið bilferðsluni. Bussarnir vóru nógv darvaðir av nógva regninum, so fólk høvdu trupulleikar at koma til valstøðini, nú Ongland skuldi atkvøðu, um landið skuldi fara úr EU ella ikki. Úrslitið er greitt í morgun. Meirlutin av bretum vil úr EU felagsskapinum. (Vagnur)


