Nakrar hugleiðingar um tey fýra 10-mannaførini

kjkjk

10-mannaførini nærkast málinum í Runavík. (Mynd Vagnur)

Eg merki stóran áhuga fyri føroyskum kappróðri í løtuni, tó at eitt sjálvmál var framt í Hvalvík. Ungdómsmanningarnar eru nógvar, og hetta boðar frá góðum. Tríggir av sjey FM-róðrum eru avgreiddir, hetta vikuskifti hava rógvarar frí, men teir herja á aftur í Vági næsta leygardag. Vónirnar vóru stórar fyri fyrstu róðrarnar á norðoyastevnu. Havi altíð havt serliga áhuga, hvussu gongst 10–mannaførunum, hetta tí eg á sinni stimaði nógv við Havnarbátinum, har vit vunnu FM-heitið 1996, 2001 og 2004. Vunnu eisini einstakar aðrar róðrar. Hetta eru alt serliga góð róðrarminni. Men hvussu við 10-mannaførunum í 2016?

Eg var meira enn fegin, at Havnarbáturin loksins var mannaður. Eg visti um Drekan reyða, Ormin og Eysturoying. Vónaði sjálvandi, at vit kanska sóu Vestmenning og Tvørabátin ella okkurt annað 10-mannfar, men so var ikki. Eysturoyingur er mannaður við ungum rógvarum pluss fleiri eldri royndum rógvarum. Havnarbáturin júst tað sama. Drekin reyði hevur somu manning sum í 2014, og Ormurin mannaður við ungum monnum, har miðalaldurin er fyrst í 20-árunum.

10-mannaførini á 500 m merkinum í Runavík. (Mynd Vagnur)

10-mannaførini á 500 m merkinum í Runavík. (Mynd Vagnur)

Roknaði við, at hvørfall fyrstu stevnurnar kom kappingin at standa millum Drekan reyða og Eysturoying og síðani Havnarbátin og Ormin. Eg var nøgdur, um Havnarbáturin fekk bronsuheiðursmerki á norðoyastevnu. Tað kom óvart at meg, at Drekin reyði ikki stóð seg betur fyrstu tríggjar stevnurnar, og eg roknaði ikki við, at Eysturoyingur fór at vinna so tryggar róðrar. Við HR brillum legði eg merki til á norðoyastevnu, at teir umborð á Havnarbátinum løgdu ikki nóg hart út á norðoyastevnu og høvdu orku eftir inn ímóti málinum. Hetta boðaði frá góðum, sjálvt um Havnarbáturin gjørdist nummar fýra í Klaksvík.

Á sundalagsstevnu var eg heilt vísur í, at Havnarbáturin fór við bronsumerkjunum, men at teir blivu nummar tvey, droymdi eg bara um. Í Runavík vann Eysturoyingur, meðan Havnarbáturin var klárt nummar tvey, sjálvt um báturin ikki fekk góðan start men kom afturíaftur. Nú bíða vit eftir jóansøkuni í Vági. Vit hava ikki enn upplivað, at Eysturoyingur ikki startar væl, men siga vit, at hetta hendir í Vági ella aðrari stevnu, so kann alt henda frammi í oddinum.

Eg rokni ikki við, at Eysturoyingur vinnur allar sjey stevnurnar, sjálvt um báturin sjálvandi er favorittur. Eisini er spennandi at síggja, um nakað er broytt umborð á bátunum, nú fjúrtan dagar eru millum eystanstevnu og jóansøku. Veit, at teir umborð á Drekanum reyða royna at broyta okkurt umborð, tí báturin gongur betur undir venjing enn á stevnum. Kanska okkurt sálarligt spælir inn her. Kunnu ungu menninir umborð á Orminum kanska bróta meira frá sær. Vit gleða okkum. Myndirnar omanfyri tók eg seinasta leygardag á telduni. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *