Bygdin Bøur er aldargomul vøkur bygd – 70 fólk búgva í Bø

Vakurt at standa uppi á vegnum og síggja vøkru bygdina Bø. (Mynd Vagnur)

Vakurt at standa uppi á vegnum og síggja vøkru bygdina Bø. (Mynd Vagnur)

Fríggjadagin var eg í Gásadali, sum er ein so vøkur bygd. Kom at hugsa um, hvussu góður tunnilin er at koyra ígjøgnum, og hvussu týdningarmikið er fyri Føroyar,  at tey smáu plássini eisini fáa gott sambandi við meginlandið. Tankarnir hesa løtuna leitaðu til tunlarnar norður um Fjall frá 1967, sum skuldu verið gjørdir av nýggjum fyri nógvum árunum síðani. Veðrið var av tí fagrasta í Gásadali, og vøkur sjón at síggja niður yvir Bø, tá tú stóðst uppi á vegnum.

Bø er aldar gomul bygd. Kirkjan er frá 1965, men tey halda, at kirkja var í bygdini longu í 1300 talinum. (Mynd Vagnur)

Bø er aldar gomul bygd. Kirkjan er frá 1865, men tey halda, at kirkja var í bygdini longu í 1300 talinum. (Mynd Vagnur)

Tey gomlu húsini í Bø standa í einum trunka við smølum túnum ímillum. Har er nógv nýggj hús, sum fleiri hava flagtak. Í bygdini stendur hugnalig kirkja bygd í 1865. Tú kanst standa leingi í bygdini og njóta útsýnið út móti Tindhólmi, Gáshólmi og drongunum. Niðri við strondina er lítil sandur, og vit hoyra onkuntíð, at grind hevur lagt beinini í Bø. Í bygdini búgvu um 70 fólk, og har búgva fleiri ungar barnafamiljur. Fleiri børn stóðu við vegjaðaran og veittraðu til mín, tá eg kom fram við niðri í bygdini.

Myndin av Tindhólmi, Gáshólmi og drangunum er serlig. (Mynd Vagnur)

Myndin av Tindhólmi, Gáshólmi og drangunum er serlig. (Mynd Vagnur)

Bøur er gomul bygd. 18 merkur innan- og uttangarðs hoyra til bygdina – 13¼ mørk kongsjørð og 4¾ mørk óðalsjørð. Tá tú býrt mitt í Havn, so er altíð okkurt óljóð at hoyra, sjálvt tá tú um kvøldið liggur í songini. Hesa løtuna vesturi í Bø var deyða kvirt, og tú hoyrdi bara eina á renna í bygdini. Góð kensla. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *