Torført kann mangan vera at spáa um úrslitini í kappróðri, men tú hevur altíð eina ábending ella eina innaru kenslu, hvat fer at henda. Vit hava nú róð fýra FM-róðrar, og tríggir eru eftir at rógva. Hyggur tú í stigatalvurnar á Stavnur.fo, so hava fleiri manningar longu vunnið FM-heitið, sjálvandi um einki heilt serligt hendir bátunum. 10-mannafarið Eysturoyingur, 6-mannafarið Rádni kvinnur, 6-mannafarið Smyril menn og 5-mannafarið Firvaldur gentur vinna FM-heitið. Vit mugu uttan iva bíða til á ólavsøku, hvør dreingjabátur vinnur FM-heitið, 5-mannaførini við kvinnum, og hvat 8-mannafar vinnur FM-heitið. Annars haldi eg, at Ormurin fer at taka Eysturoying á vestanstevnu. Læs resten
Forfatterarkiv: vagnur
Barnaróður: Havfrúgvin lándi eyka rógvara frá Jallinum og vann
Barnaróðurin hevur framvegis góða undirtøku, sjálvt um fleiri rógvarar eru farnir uttanlands í summarfrí ella spæla hondbólt uttanlands í løtuni. 25 manningar róðu í Vági. Fleiri bátar hava tí fleiri enn teir seks rógvararnar, tá róðrarárið verður lagt til rættis. Hetta kom væl við hjá dreingjunum umborð á Havfrúnni úr Vestmanna, tí fríggjakvøldið klokkan 21.30 komu boð frá rógvara, at hann kundi ikki rógva dagin eftir í Vági, tí hann skuldi til skips. Hvat var so at gera? Læs resten
10-mannafarsróðurin á jóansøku var heilt serligur
Av teimum sjey FM-róðrunum á jóansøku var lætt at gita um úrslitini í fimm róðrum, tí undanfarnu stevnur siga frá hesum. Umborð á Firvaldi við gentum, Erlu kongsdóttir við kvinnum, Rádna við kvinnum, Smyrli við monnum og Nevið reyða sita so mikið góðar manningar, at torført er hjá hinum manningunum vinina á úrmælingunum. Øðrvísi er við dreingjabátunum og 10-mannaførunum. Eg vónaði, at vit komu at uppliva, at Eysturoyingur ikki fekk góðan start, eins og hann fekk fyrstu tríggjar FM-róðrarnar. Og tað var júst tað, sum hendi á jóansøku. Hóast heldur ringan start, megnaði Eysturingur tó at vinna róðurin. Hetta vísir styrki umborð á 10-mannafarinum úr Runavík. Læs resten
Góð róðrarlíkindi í Vági – eitt lot á fjøðrinum, og sólin skínur

Bátarnir eru júst komnir í land av Smyrli og klárir at flota. Fyrst barnamanningarnar. (Mynd Teitur Samuelsen)
Havi júst fingið sendandi tvær myndir úr Vági í sambandi við, at allur kappróðrarflotin er farin á jóansøku at rógva kapp. Nakrir bátar fóru longu fríggjadagin til Suðuroyar, og í morgun klokkan tíggju fór Smyril av Havnini beinleiðis á Vág við nógvum bátum og hartil nógvum róðrarfólki. Úr Vági verður sagt, at sólin skýnur og lítið lot er á fjørðinum. Fløggini siga, hvør ættin er. Tað plagar at ganga heilt væl at starta bátarnar í Vági, tí fasti starturin er tjóðraður í land. Tey hava sett klokkutíð á ymsu róðrarnar, og spennandi at fylgja við, um tey megna at halda tíðina. Spennandi seinnapartin, tí nú hava manningarnar havt fjúrtan dagar at fyrireika seg til jóansøkuróðrarnar. Fáa vit nýggjar vinnarar í dag? Kanska, vit bíða spent. (Vagnur)
Barnamanningar reisa seg á eystanstevnu og minnast konu í tøgn

Sjáldsom virðilig mynd á Skálafjørðinum. Trettan barnamanningar liggja við startin og minnast konu í ein minutt. (Mynd: Rógvi Langgaard)
Eg loyvi mær at leggja hesa vøkru mynd á heimasíðuna og á Kappróðrarkjak. Mær er sagt, at Rógvi Langgaard tók myndina. Kappróðurin á eystanstevnu í Runavík var framskundaður hálvan tíma vegna jarðarferð. Eldri kona, sum var farin túr í fjøllini, var ikki komin aftur, og tí var farið at leita. Sjálvt um leitað var alla náttina, var konan ikki funnin, men morgunin eftir fann bjargingartyrlan konuna, sum var deyð. Trettan ungar barnamanningar liggja við startin. Tær reisa seg og minnast konuna í ein minutt. Vøkur mynd og virðiligt av ungu rógvarunum. Havi ikki sæð slíkt áður. (Vagnur)
Suðuroyingur og Tofta Regin eru mannaðir á jóansøku

Suðoyingur vinnur á norðoyastevnu í 2014. Vit síggja eisini Klaksvíking og Havnarbátin. (Mynd Hvannrók)
Altíð gott og áhugavert, tá legst aftrat við kappróðrarbátum. Eg gjørdist kløkkur og forvitin at síggja nøvnini 10-mannafarið Suðuroying og 8-mannarið Tofta Regin í listanum yvir bátar, sum leygardagin eru við FM-róðrunum í Vági. Av forvitni ringdi eg til Vágs og til Tvøroyrar at vita, hvør mannar hesar bátar, og um bátarnir bara eru við í Vági. Læs resten
Mikkjal Helmsdal vildi ikki spreingja burtur huldusteinin
6. juni 1966 var Oyggjarvegurin bundin saman, har Hórisgøtan fer oman til Signabø. Sum ungir hondbóltsspælarar upplivdu vit í hvørfall í tvey ár at ganga milum vegin úr Havn og vegin úr Kollfjarðardali, sum ikki var samanbundin. Landsverkfrøðingurin Mikkjal Helmsdal, sáli, vildi ikki binda vegirnar saman, fyrr enn vegurin úr Havn leyk trygdina við bilverju og øðrum. Longu tá hoyrdu vit um huldustein, sum Landsverkfrøðingurin ikki vildu spreingja burtur. Vegurin skuldi fara tvørtur um steinin, men hetta vildi Mikkjal Helmsdal ikki og gav boð um at broyta vegaføringina.. Um hann ikki tordi at taka íbygda steinin frá huldufólkunum, havi eg ikki fingið uppspurt. Havi tó spurt Svenning Reinert úr Norðadali, hvat hann veit um huldusteinin, trøllasteinin ella Mikkjalssteinin, sum summi rópa steinin. Og Svenning sigur. Læs resten
Tvey hundrað húski hava nú fingið sær jarðhitaskipan

Teir bora tvey hundrað metrar niður í jørðina. Arbeiðið tekur tveir til tríggjar dagar. (Mynd Vagnur)
Í hesum døgum verður nógv tosað um grøna orku. SEV hevur sett upp vindmyllur nógvastaðni, og við tíðini koma enn fleiri myllur. Ikki eru nógv ár síðani, at vit hoyrdu, at boraði tú tvey hundrað metrar niður í jørðina, fekst so mikið nógva orku, at tú kundi sleppa undar oljutanga, oljufýr og skorsteini. Um dagarnar hava tveir mans borað slíkt hol í grannalagnum í sambandi við, at nýggj hús verða bygd. Áhugavert at fylgja arbeiðinum, og eg tosaði við menninar og havi ringt til Demich, sum selur jarðhitaskipanina. Læs resten
82 ára gamli “Prinsgemalurin” fær ikki loyvi at gerast gamal
Nú havi eg ikki tann stóra áhuga í danska kongshúsinum, men havi heldur áhuga, hvussu danskir fjølmiðlar fara við prins Henrik, sum ikki sleppur at gerast gamal. Drotningin, sum júst var í Føroyum, er fyrikomandi, íðin og vøkur kona. Hevur ongantíð sett ein fót víð síðuna av, sum danskir fjølmiðlarnir kunnu válka sær í. Í 1967 var hon vígd franska Hendriki prinsi, sum sjálvur gav sær navnið Prinsgemalurin. Maðurin fylti 82 ár 10. juni og vil sleppa frá kongaligum skyldum. Læs resten
Svein Rógvi Nielsen og Hjálmar Hátún skulu bjarga Orminum

Myndina av Orminum tók eg í vár. Sámal Kristiansson er róðursmaður og næstformaður í felagnum. (Mynd Vagnur)
Fyri kappingarárið skrivaði eg grein um øll fýra 10-mannaførini Eysturoying, Ormin langa, Drekan reyða og Havnarbátin. Greinirnar vóru nógv lisnar, og alt talaði fyri góðari kapping í summar. Men øll vilja heilt fram í oddin, og tá eg nú havi fingurin á pulsinum og tosi við nógvar rógvarar, fái eg skjótt at vita, um onkur góð róðrarsøga er í luftini. Í kvøld frætti eg, at tríggir rógvarar umborð á Orminum eru blakaðir í land, og at so kendir rógvarar sum Svein Rógvi Nielsen og Hjálmar Hátún skulu royna at bjarga Orminum, sum seinastu tveir róðrarnar eru endaðir aftastir. Fríði Atlason, sum er komin úr Danmark, er eisini komin umborð. Læs resten





