10-mannafarsróðurin á jóansøku var heilt serligur

Vakurt at síggja tey fýra 10-mannaførini fara um málið. (Mynd Teitur Samuelsen)

Vakurt at síggja tey fýra 10-mannaførini fara um málið. (Mynd Teitur Samuelsen)

Av teimum sjey FM-róðrunum á jóansøku var lætt at gita um úrslitini í fimm róðrum, tí undanfarnu stevnur siga frá hesum. Umborð á Firvaldi við gentum, Erlu kongsdóttir við kvinnum, Rádna við kvinnum, Smyrli við monnum og Nevið reyða sita so mikið góðar manningar, at torført er hjá hinum manningunum vinina á úrmælingunum. Øðrvísi er við dreingjabátunum og 10-mannaførunum. Eg vónaði, at vit komu at uppliva, at Eysturoyingur ikki fekk góðan start, eins og hann fekk fyrstu tríggjar FM-róðrarnar. Og tað var júst tað, sum hendi á jóansøku. Hóast heldur ringan start, megnaði Eysturingur tó at vinna róðurin. Hetta vísir styrki umborð á 10-mannafarinum úr Runavík.

Eingin ár brotnaði hesuferð, og Nevið reyða vann á jóansøku. (Mynd Teitur Samuelsen)

Eingin ár brotnaði hesuferð, og Nevið reyða vann á jóansøku. (Mynd Teitur Samuelsen)

Lat meg fyrst siga, at tvey konufólk vóru frásøgufólk á jóansøku. Solby Christiansen, sum sjálv hevur róð, kláraði uppgávuna væl sum frásøgukvinna. Hon veit eisini so nógv at siga okkum um kappróður. At so onkur á Facebook finnist at, at konufólk skulu halda seg burtur frá mikrofonini, tá talan er um kappróður, er tað reina tvætl og sigur nógv um viðkomandi. Tó er at siga, at myndirnar henda dagin vóru ikki eins góðar og undanfarnar róðrar. Í summum róðrum er torført at taka upp, tí so stórur munur er á bátunum. Haldi, at upptøkubáturin er dekan ov langt frá bátafeltinum.

Smyril fer fyrstu um málið. Hvessingur vantar tað allar seinasta. (Mynd Teitur Samuelsen)

Smyril fer fyrstur um málið. Hvessingur vantar tað allar seinasta. (Mynd Teitur Samuelsen)

Altíð áhugavert at síggja dreingjaróðurin, tí fremstu bátarnir eru so javnir, og úrslitini broytast hvørja stevnu. Longu frá start vóru Junkarin, Kollur, Fípan fagra, Frúgvin og Tjaldrið frammi í oddinum. Junkarin lá væl fyri frá byrjan, men eg haldi, at dreingirnir rógva alt ov seigan og serliga seinast í róðrinum. Eg eri heilt vísir í, at vóru teir skjótari fram við árini inni í bátinum og róðu eitt sindur títtari seinast í róðrinum, so gjørdist úrslitið eitt heilt annað. Tað vóru Fípan fagra og Tjaldrið, sum at enda komu at kappast um fyrsta plássið, sum Fípan fagra vann. Stuttligt aftur at síggja Koll úr Kollafirði bjóða hinum bátunum av, tí kappróðurin í Kollafirði hevur seinnu árini ikki verið so væl umboðaður í FM-kappingini.

Torført hjá Teistanum og Fípuni fagru at fáa fatur í Erlu kongsdóttir við kvinnum. (Mynd Teitur Samuelsen)

Torført hjá Teistanum og Fípuni føgru at fáa fatur í Erlu kongsdóttir við kvinnum. (Mynd Teitur Samuelsen)

Eg var spentur um 10-mannafarsróðurin, serliga, tí nú vóru tríggir menn skiftir út við tríggjar royndar rógvarar umborð á Orminum. Skrivað fyri jóansøku, at Ormurin fór at koma longur frammi í oddin, men fór ikki við fyrsta plássinum. 10-mannafarsróðurin gjørdist serligur, tí Eysturoyingur fekk ikki góðan start, sum tríggjar undanfarnar róðrar fekk góðan start og megnað at liggja á odda allan teinini. Á jóansøku var øðrvísi, tí nú vóru tað knappliga serliga Havnarbáturin og Ormurin, sum løgdu hart út og tóku leiðsluna.

Firvaldur við gentur fer her skúmandi eftir Vágsfirði. (Mynd Teitur Samuelsen)

Firvaldur við gentum fer her skúmandi eftir Vágsfirði. (Mynd Teitur Samuelsen)

Heilt stórur munur á 5-mannaførunum við gentum. (Mynd Teitur Samuelsen)

Heilt stórur munur á 5-mannaførunum við gentum. Firvaldur fyrstur síðani Drekin og Báran (Mynd Teitur Samuelsen)

Havnarbáturin var á odda góða løtu, og knappliga var Drekin reyði eisini har og legði seg á odda. Men løturnar vóru stokkutar, tí í hvørjum taki kom nú Eysturoyingur grøvandi fram ímillum Havnarbátin og Drekan reyða og hálaði Ormin við sær. Eysturoyingur var tá lítla hálva bátslongd aftanfyri. Tað kundi sæð út, at sum teir vóru noyddir at fara upp í bekkin til tess at bjarga sær róðurin, men neyvan var so. Tað vísir sanniliga styrki at koma soleiðis afturiíaftur og leggja seg á odda í stríðnum inn ímóti málinum.

Tær umborð á Ránda rógva bara so óvanliga væl. (Mynd Teitur Samuelsen)

Tær umborð á Ránda rógva bara so óvanliga væl. (Mynd Teitur Samuelsen)

Her síggja vit 6-mannafarið Sølmund við kvinnum. Mynd Teitur Samuelsen)

Her síggja vit 6-mannafarið Sølmund við kvinnum. Mynd Teitur Samuelsen)

kkjk

Stórur munur á 6-mannaførunum við kvinnum. (Mynd Teitur Samuelsen)

Havnarbáturin, sum lá væl fyri fyrsta hálva teinin,  misti knappliga nógv í nøkrum fáum tøkum, og bæði Eysturoyingur og Ormurin fóru fram um. Drekin reyði var eisini dragnaður nakað. Um Suðuroying er stutt at siga, at nú gongur ikki longur at manna bát til stevnu við lítlari venjing og so rógva við góðum úrsliti. Suðuroyingur fekk góðan start og helt tørn fáar hundrað metrar, men so orkaðu menn ikki meira.

Dreingirnir umborð á Fípuni føgru vunnu endaspurtin. (Mynd Teitur Samuelsen)

Dreingirnir umborð á Fípuni føgru vunnu endaspurtin. (Mynd Teitur Samuelsen)

Vøkur sjón á Vágsfirði av fimm 5-mannaførum við dreingjum. (Mynd Vagnur)

Vøkur sjón á Vágsfirði av fimm 5-mannaførum við dreingjum. (Mynd Vagnur)

10-mannafarsróðurin á jóansøku sigur mær so mikið, at vit kanska fáa nýggjan vinnara á einum av seinastu trimum FM-róðrum, tí munurin er so lítil á fremstu bátunum. Nú var lítið lot ímóti í Vági, men hvat hendur, um bátarnir kanska skulu rógva í sjóaldu, í síðuvindu ella nógvum undanvindi í Sørvági. Spennandi at fylgja 10-mannaførunum restina av róðrarárinum.

Henda jollan slapp ikki upp í part á jóansøku. (Mynd Teitur Samuelsen)

Henda jollan slapp ikki upp í part á jóansøku. (Mynd Teitur Samuelsen)

At enda vil eg nevna 6-mannaførini við monnum, har kappingin einast stendur millum Smyril og Hvessing. Teir umborð á Hvessingi fingu góðan start og løgdu seg klárt á odda, men tað sýnist, at teir umborð á Smyrli orka meira at halda ferðina allan teinin. Teir umborð á Hvessingi vanta tað allar seinasta. Firvaldur við gentum, Erla kongsdóttir við kvinnum og Rádni við kvinnum vinna FM-heitð. Tað sama gera Smyril við monnum og 8-mannafarið Nevið reyða og Eysturoyingur. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *