Barnaróður: Havfrúgvin lándi eyka rógvara frá Jallinum og vann

Her fer Havfrúgvin fyrst um málið við Títlingi sum nummar tey. Síðani Pílur og Royndi fríða. (Mynd Dánjal Samuelsen)

Havfrúgvin fer fyrst um málið. Síðani Títlingur, Jallurin og Royndin fríða. (Mynd Dánjal Samuelsen)

Barnaróðurin hevur framvegis góða undirtøku, sjálvt um fleiri rógvarar eru farnir uttanlands í summarfrí ella spæla hondbólt uttanlands í løtuni. 25 manningar róðu í Vági. Fleiri bátar hava tí fleiri enn teir seks rógvararnar, tá róðrarárið verður lagt til rættis. Hetta kom væl við hjá dreingjunum umborð á Havfrúnni úr Vestmanna, tí fríggjakvøldið klokkan 21.30 komu boð frá rógvara, at hann kundi ikki rógva dagin eftir í Vági, tí hann skuldi til skips. Hvat var so at gera?

jkjkj

Her síggja vit nærmast Ørnini úr Sandavági, Sílið úr Havn og Ternan úr Runavík. (Mynd Dánjal Samulensen)

kj

Bátarnir komnir á mál, og dreingirnir hvíla seg eftir stævnan róður. (Mynd Dánjal Samuelsen)

Tey kannaðu fyrst í bygdini, men eingin annar drongur hættaði sær umborð á Havfrúnna uttan fyrst at hava roynt seg við árarnar. Eftir fleiri royndir endaðu tey í Havn í Róðrarfelagnum Knørri, og har var ein drongur umborð á Jallinum, sum kundi rógva. Umborð á Jallinum vóru fleiri enn teir seks dreingirnir við árarnar, og teir skiftust um at rógva. Ein av hesum eyka rógvarum var tøkur og vildi fegin royna seg umborð á Havfrúnni. Hetta var góð og frálík avgerð, tí Havfrúgvin vann á jóansøku. Havfrúgvin var undanfarnu róðrarnar frammi í oddinum, men fyrsta ferð á árinum, at Havfrúgvin vinnur. Sig so tað.

Kapping frammi oddinm var millum Fípuna føgru og Píl. Fípan fagra fór við sigrinum. (Mynd Dánjal Samuelsen)

Gentukappingin frammi oddinm var millum Fípuna føgru og Píl. Pílur fór tepurt við sigrinum. (Mynd Dánjal Samuelsen)

kjkjkj

Her síggja vit gentubátarnar næmast Havfrúnna, síðani Royndina fríðu, Frúnna, Strípuna og Falk. (Mynd Dánjal Samuelsen)

kjkjkj

Her síggja vit Sílið úr Havn í sólskininum í Vági. (Mynd Dánjal Samuelsen.

Torført er at fáa nógvar barnamanningar í senn á myndirnar. Orsøkin er, at stórur aldursmunur er á rógvarum, og kann gerast langt millum bátarnar. Stórur munur kann eisini vera bæði í kropsstyrki og hædd á tólv ára gomlum unglinga og fjúrtan ára gomlum unglinga. Hetta vita rógvarar, og teir duga at eftirmeta rætt. Sum onkur ungur segði mær, at næsta ár ætla vit at vera millum teir tríggar bestu bátarnar. Uttan iva hugsar hann, at tá eru nógvir rógvarar ov gamlir at rógva barnaróður.

Eg síggi í Havn, at foreldur, sum sjálv hava róð, leggja teimum ungu lag á. Summi foreldur stýra eisini á stevnunum, men í mongum førum velja tey heldur at ungan lættan unglinga at stýra, tí tey meta seg vera ov tung at sita afturi í rong. Gleðiligt, at vit í góða veðrinum higartil í summar síggja so nógvar barnamanningar. Barnamannnigarnar kappast ikki um FM-heitið, og tað haldi eg er frálíkt. Tí gera tey tað, so er størri krav til einstaka rógvaran at vera við allar stevnurnar. Tey skulu kanska uttanslands við familjuni og kanska til kappingar uttanlands. Tí ger einki, um tey missa eina ella tvær stevnur. Tey ungu skulu allarfyrst fáa góð róðrarupplivilsi og hugna sær á stevnunum. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *